hósdagur 13. juni 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
7
Come back
Fólkatingsvalið í summar var tí
eitt rættuligt come back hjá fyrr
verandi sambandsløgmanninum.
Eftir at fínteljingin hevur
verið, vísti tað seg, at fyrrverandi
løgmaðurin fekk 1036 atkvøður, tá
ið føroyingar settu kross við eitt
valevni grundlógardagin.
- Eg má siga, at tað var sum at
verða tikin niður av krossinum
eftir at hava hingið har í drúgva tíð,
sigur Kaj Leo Holm Johannesen í
dag.
- Eg skal tó leggja afturat, at
eg hevði eina góða kenslu undan
valinum. Fólk byrjaðu at ringja,
sms’a og skriva til mín, at eg fór
at fáa teirra atkvøðu og summi
søgdu, at alt húskið fór at geva
mær krossin.
- Tað vísti seg eisini, at eg fekk
meira enn dupult so nógvar at
kvøður, sum við seinasta val, tá ið
heksajaktin gekk og hevði gingið
uppá tað harðasta, sigur Kaj Leo
Holm Johannesen.
Kaj Leo Holm Johannesen legg
ur serliga KVF undir at hava rikið
eina herferð ímóti sær. Hann varð
lagdur undir at hava brotið sína
eftirlitsskyldu, umframt málið um
CIP og nógv umrøddu milljónina í
málinum sjálvum.
Tað kann eisini sigast, at sein
asta partin av valskeiðnum frá
2011 til 2015 var støðan heldur
ikki serliga góð hjá táverandi løg
manni. Andstøðan legði uppskot
um misálit fram í tinginum, sum
tó fall.
Innanhýsis í Sambandsflokk
inum var uppbakningurin til
samgonguleiðaran heldur ikki
R
-Tá hevði eg í langa tíð verið
partur av einari ógvusligari
heksajakt, serliga í málinum
um undirsjóvartunnilin millum
Eysturoynna og Streymoynna. Tað
var ómetaliga hart, og smeiturin á valinum var
dyggur
Framhald á síðu 8