hósdagur 13. juni 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
8
serliga góður. Táverandi sam
gongan arbeiddi við uppskotum
til at broyta lógina um vinnuligan
fiskiskap, men har fekst ongin
semja, hvørki í samgonguni ella
innanhýsis í Sambandsflokkinum.
Tað endaði við, at Kaj Leo Holm
Johannesen var avloystur sum
formaður í flokkinum av Bárði
á Steig Nielsen, sum framvegis
stendur á odda í flokkinum.
- Tí ger tað mær so gott, at fólk
framvegis hava álit á mær og geva
mær meira enn 1000 atkvøður
til fólkatingsvalið. Tað er eitt
herðaklapp, sum eg virkuliga eri
ómetaliga takksamur fyri, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
Arbeiðir politiskt
Var smeiturin dyggur til fólka
tingsvalið fyri fýra árum síðani, so
var hann ikki minni til løgtings
valið sama ár.
Tá fór fyrrverandi løgmaður úr
1979 atkvøðum í 2011 niður á 601
atkvøður í 2015.
Uttan at gera nakra djúpa
greining, so var hetta tað, sum
stóð eftir, tá ið valskeiðið endaði.
Valskeiðið, har sum Kaj Leo Holm
hevði verið samgonguleiðari í ein
ari samgongu millum Fólkaflokk
in, Miðflokkin og Sambandsflokk
in. Sjálvstýri var ein partur av
samgonguni, men tók seg úr, tá ið
løgmaður sendi teirra landsstýris
mann, Kára P. Højgaard, til hús.
- Tað rakti dygt. Tað má eg við
ganga, men tað ræður um at koma
víðari. Eg havi roynt at gjørt mítt
besta hesi fýra árini í tinginum,
men tað hevur ikki altíð verið lætt
at sita í andstøðu, sigur hann.
Fyrrverandi løgmaður hevur í
kjakinum í tingsalinum í hesum
valskeiðnum ført segt fram við
einum semjusøkjandi politikki og
hevur ferð eftir ferð mælt til, at
tað ræður um at hava eitt virðiligt
kjak og at hóast fólk ikki eru samd,
so eiga tey at hava virðing hvør
fyri øðrum.
- Nú havi eg sitið sum løgmað
ur í so at siga tvey skeið. Tá ein er
løgmaður er neyðugt at fáast við
stór mál, sum til dømis uttanríkis
politikk og tosa í yvirskriftum um
politikkin vit reka. Tað sleppi eg
frá nú.
- Eg havi valt at taka mær av
meira smærri málum, sum eg veit
gera mun í gerandisdegnum. Tað
er ikki so, at alt hevur fyri neyðini
at viðvíkja øllum, tí man kann
velja at bøta um viðurskiftini hjá
summum í samfelagnum, sigur
hann.
Kaj Leo Holm Johannesen
hevur í hesum valskeiðnum sitið
í trivnaðarnevndini hjá Løgting
inum. Har hevur hann tikið undir
við fleiri málum hjá samgonguni.
- Men afturfyri, so hava sam
gonguumboðini eisini tikið undir
við málum, sum eg havi havt um
hendi, sigur Kaj Leo Holm Jo
hannesen.
Fyrrverandi løgmaður er 54
ár, men hann stillar uppaftur til
komandi løgtingsval, sum verður
31. august.
Við teimum atkvøðum fyrrver
andi løgmaðurin fekk – og hevur
fingið hesi seinastu valini – so
bendir ymiskt á, at tað møguliga
verður Kaj Leo Holm Johannesen,
sum fer at avloysa Edmund Joen
sen á Fólkatingi, tá ið hesin gevst.
Enn hevur hann onki sjálvur
sagt um tann møguleikan, men
tað kann sláast fast, at sjálvt um
sambandsmaðurin í Havn fekk
tveir vallúsingar í 2015, so fekk hann
á báðum valunum næstflestar
atkvøður av valevnunum hjá
Sambandsflokkinum.
- Eg havi roynt at sita við evstu
ábyrgdini. Tað krevur nógv, og ein
er noyddur alla tíðina at vera til
reiðar. At vera tingmaður krevur
eisini, at tú tekur ábyrgd, men tú
situr ikki einsamallur við evstu
ábyrgdini. Tað er slítandi, sigur
fyrrverandi løgmaðurin.
Fólkatingsvalið lyfti hann upp
og gav honum aftur trúnna uppá,
at tað ber til:
- Eg varð hongdur upp á krossin
og krossfestur, fyrst og fremst av
KVF. Nú kenni eg tað, sum eg eri
sloppin niður aftur av krossinum
og tað skulu tey, sum hava sett
kross við mítt navn hava tøkk fyri,
sigur Kaj Leo Holm Johannesen at
enda.
-Eg skal tó leggja afturat, at
eg hevði eina góða kenslu
undan valinum. Fólk byrjaðu at
ringja,sms’a og skriva til mín, at eg
fór at fáa teirra atkvøðu og summi
søgdu, at alt húskið fór at geva mær krossin.
PERSÓNSØGA