Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JUNI 2019 SOSIALURIN 65 9 Niels býr millum Kirkjurygg og Ennið – beint oman fyri sildalverksmiðjuna, tætt við Kirkju­rygsá. Hetta er hansara vakra barn­aheim, sum hann býr í. Umhvørvið her á eystaru síðuni á Fuglafirði er broytt nógv. Tá ið Niels var smá­drong­ ur, var hetta øki stak væl úr hond­um greitt úr natúrunnar hond. Fjøran var ein listaligur frum­gróð­ur av Enninum heim ímóti Pirinum. Havnamerkini lósu sítt kupiska faðir vár, tvey snøgg neyst stóðu sum tví­burð­ ar við henda fjørulut. Høvda­ húsini, og húsini hjá Hans Dav­id í Vík, tætt við tann vakra Ból­stein, settu sín snøgga tilgróður saman við hinum fáu húsunum á Høvdanum. Tann steinsetta rættin niðri í fjøruni var ein minnisvarði frá farnum døgum . Tann fitti, snøggi steinurin, Malisker, sum vit seint gloyma, er eisini eitt vakurt minnismerki í huganum frá hesum døgum, har gjar og taratonglar tóku hendur um henda vakra stein. Foreldur Niels vóru Niels Petur Midjord á Høvdanum og Margretha f. Jacobsen av Glyvrum. Niels Petur var tvær ferðir giftur. Fyrra konan æt Johanna. Hon doyr í barsil við Hannu, sum er gift við Oddbjørn Neshamar. Hon er uppkallað eftir mammu síni. Systir Hannu, Gretha, tekur húsið upp á seg. Niels Petur giftist uppaftur við Grethu, og fáa tey eitt barn saman, og tað er Niels. Niels er ein Guds vinur. Hann setur vøkur fótaspor í tilveruna við sinum fagra “Maliskeri”, har snøggir og lívsælir taratonglar í inn- og útsúgi kína hansara hugaverð, ið vit hava notið gott av í ár so mong. Ja, mangan tyktu vit synd í teimum í okkara barnaárum, sum seint á kvøldi skuldu Norður á Høvda, eftir at vit um kvøldarnar t. d. um veturin og út á heystið ,høvdu spælt á Vendiplássinum á Ovara Vegi á Bakkanum. Tað var so myrk­t­ leitt norðuri á Høvda – bæði glámlýsis mátturin og fjall­a­ skugg­in setti seg undir eygn­a­ hvarm og søgdu sína søgu, með­an hesi børn leitaðu sær at húsum. Hálvsystkin Niels eru, Valde­mar- 93 ár, Henny – 90 ár, Karla - 88 ár, Nelly- 86 ár, Judith 85 ár, Magda 76 ár og Hanna 75 ár. Skúlin Nielsa spælibrøður vóru Kristj­an hjá Mýrini og Andras hjá Bern­hardi. Vit minnast mangt frá barnaárum. Tá ið Niels fór í skúla kom hann at sita úti við vindeygað í niðastu rekkju saman við Regini Bjarn­a­stein. Framman fyri sótu Piddi hjá Dollanum og Alex­an­ dur – skaldið. Tað var langt at ganga hjá Nielsi heim í skúlan. Vit minnast hann renna aftur og fram og gera nakrar sjálds­ amar snaringar t. d. upp á ein Bakka á Kirkjuryggi við nógvari ferð. Jú hann hevur eisini gjørt nógvar vakrar snaringar í lívsins gongd í skaldakendum fríum lofti. 1966 fór Niels á stud­ent­a­r­ skúla í Havnini og var vikarur í Elduvík eftir lokið students­ prógv. 1970 fer hann niður á ark­i­tektaskúla og var av landi­num skotin í 8 ár. Hann las eisini til lærara um sama mund­ið. Tað var soleiðis, at hann gekk á læraraskúlanum, sum æt: Københavns Dag- og aftenseminarium, har hann á kvøldið las til lærara. Hann var burtur frá arkitektaútbúgvingini í 2 ár fyri at fáa læraraprógvið upp á pláss. Hetta er stak sjáldsum mannagongd. Niels hevur undirvíst á skúlanum á Trøðni, har hann hevur sett síni vøkru og yndis­ ligu skapandi evni í ein mentanarligan bás í tónleiki - orkestur til morgunsangin og givið video- løg út við næm­ing­ um, sum hava verið víst í Sjón­varp Føroya. Hetta er stak vakurt og nørir um sálarkervið hjá næmingunum til tað góða Hann hevur í mong ár spælt við Fuglafjarðar hornorkestri og sungið bass í sangkórinumn í bygdini í mong, mong ár.Jú rík eru hansara skapandi evni. Mentanarstevnan 1987 Lisa skipaði fyri eini ment­an­ar­ stevnu í Fuglafirði 1987. Á hesi stevnu var ein sera vøkur kvøld­seta, har fólk t. d. úr Fugl­ a­firði lósu yrkingar upp, sum tey sjálvi høvdu skrivað. Nevnast kunnu Albert Róin, Ob­ert Eliasen og Alexandur Kristj­ansen. Niels sang yrkingar av Gunnleif Thomsen, sum settu ein serligan dám á hesa kvøld­ setu í einum fólksligum, bygd­as­ligum stíli. Tað var á fyrsta sinni, at hesar skemtiligu yrkingar vórðu sungnar alment. Yvirskotið av hesi ment­an­ arstevnu varð latin til eitt felag, sum varð stovnað at savna pening til eitt mentanarhús í Fuglafirði. Gjørt varð eitt teiti um heystið at savna limir til fel­agið. Millum hvørt leikbrotið, varð ein vísa av Gunnleifi Thomsen sungin. Til jóla hetta árið varð eitt kasettuband givið út við 13 vísum hjá Gunnleifi, ið bar heitið, Bingo. Árið 2009 kemur fløga út við 21 løgum har Niels syngur tey 13, sum komu út fyrru fer á kasettubandinum 1987 og komu 8 løg afturat, so tað blivu 21 løg tilsamans, har Hanus G er við í onkrum sangi og Maria í Beitinum syngur eisini við yndisrødd sínari. Upptøkan fór fram í viku­skif­t­u­ num, meðan teitið var. Sum sagt, býr Niels á Høvd­a­ num og fløgan, sum kemur út 1994 ber heitið: Høvdaløg. Hesi løg og orð hevur Niels skrivað sjálvur. Jú, umhvørvið gevur íblástur til mangt og mikið . Eyguni leita niðan Kirkjugjógv, Stíggj, Svarthamar, Eysturskarð og Borgina. Lorvíksfjall – hetta vakra altarið liggur við sunnara enda á Fuglafirði. Hesi alt­ar­ skrýddu skap geva sanniliga íblást­ur til úrmælingin Niels. Kungälv 1996-97 fór Niels á norðlendska fólk­a­háskúlan í Kungälv , sum liggur norðan fyr Gøteborg í Bohuslen í Svøríki. Skúlin hevï eina vísubreyt. Nordvisan - til hetta fyritaksemið, var ein skipan fyri seg . Sagt kann verða, at henda gongd kring Norðanlond hevur hildið hesum uppi. Niels upplivdi á hesum skúla, hvussu stóran týdning teksturin og siðvenjan hevur í tilknýti til hesa vøkru mannagongd, sum vit eisini uppliva tað her á landi t. d. á fløgunum, sum Niels fór í holt við eftir at hava verið á Kungälv: Gomul løg úr Sjóvarsókn. Hetta er sera sjáldsamt, har Niels og Petur Jacob syngja á einari fløgu : Símun Rasmussen, Strendur, sonur Berint Rasmussen, syngur á 2 fløgum. Faðir vár er sálmarøðin hjá Mikkjal á Ryggi, sum er skrivað til 3 løg. Niels fór at vita, hvussu hesi løg vórðu sungin í ymiskum bygdum. Sungin inn á fløgu vórðu 14 ymisk løg. Hetta er stak sjáldsamt. Ein frumgróður í okkara mentan. À fløguni, ið kom út, syngur Eilin Hansen eisini við síni vøkru, ungu sopranrødd. Tað má verða spennandi hjá einari so ungari kvinnu at verða við í einari so vakrari mannagongd. Bara siga tað afturat, at løgini, ið verða sungin til Faðir vár sálmarøðina, eru tikin t. d. burtur úr trimum av teimum nótabókunum við føroyskum fólkaløgum, sum Marianna Clausen teknaði upp og gav út á forlagnum Stiðanum Aðrar fløgur. Hugsi, fyrsta fløgan kom í 1994 – Høvdaløg, sum Niels hevur skrivað og tónsett. Onnur fløgan: Niels og fleiri- kom út, meðan Niels var í Svøríki, har Linda Toftegaard, ein sera vøkur, dugnalig sopran syngur við. Niels hevur verið hugtikin av Leonard Cohen og hevur hann týtt fleiri av hansara yrkingum, sum komu út á fløgu í 2013, har Nicolina Midjord við síni vøkru, poetisku rødd tulkar hesi løg saman við Nielsi. Sum ungur caballeiro 2007– Lylli og Niels tulka Evert Taube á føroyskum. Niels hevur týtt flestu yrkingarnar. Her eru 14 yrkingar við. Nr 7 hevur Gunnleif Thomsen týtt, nr. 9 hevur Alexandur Kristiansen týtt. Her er góður ljómur í fløguni. Petur J. (Lylli), sáli, er góður sangari, og duga hann og Niels stak væl at fáa hesa gongd at rigga. Tú skalt eiga Morgindagin. Lív Næs og Niels tulka Alf Prøysen. Her eru 10 yrkingar, sum Niels hevur týtt til føroyskt. Upptøkan er gjørd í Høvdahúsunum, tey gomlu húsini, sum standa beint oman fyri bókasavnið +i bygdini. Tað er ein vakurleiki í hesum sum bæði Niels ög Lív taka um við røddum sínum til gleði og gagns fyri oklkum øllum, sum lurta eftir hesari mannagongd við hesum stevi.¨ Petter Dass Niels er sjáldsamur í síni mannagongd, tá ið tað snýr seg um tað fólksliga í yrkingum og løgum, sum mynda henda litríka skaldskapin t. d. hjá Petter Dass. Hetta riggar stak væl, at ein maður á Høvdanum í Fuglafirði syngur hetta inn á fløgu. Tilfarið til hesa fløgu varð fyrireikað og brúkt á 500 ára hátíðarhaldinum fyri trúbótina 2017. Tað eru ikki nógvir sálmar av Petter Dass í teimum norðurlendsku sálmabókunum. Í tí føroysku eru bara 3. - Nr. 1 Harra Guð títt dýra navn og æra, hevur Jákup Dahl týtt. - Nr.7 Um altíð hvør mín limur av sangi fyltur varð, hevur Mikkjal á Ryggi týtt og nr. 183 Mín Jesus havi eg hjá mær í breyði og víni, sum Axel Tórgarð hevur týtt. Tað er bara hetta lagið, sum er við á fløguni Endi Í fjør vóru Niels og Eilin á eini konsertferð í Noregi og sungu henda sjáldsama tekstin hjá Petter Dass føddur í 1647. Tey vóru í Bodø – Sherstad, Alstahaug, har Petter Dass var prestur - Trondhjem- Nidarosdomen og í Ålesund. Ein slík ferð ger ikki heimin minni. Hetta er eins og ein spegilsmynd av fløguni, sum Niels hevur givið út, og er hetta tær bíbilsku vísurnar, sum siga søgur úr Gamla Testamenti, og sínar katekismus sangir. Hann skrivaði ein drúgvan sang til hvønn lærusetningin í Luthers lítlu Katekismus, og hesar andligu vísurnar hava verið so mikið nógv nýttar her á landi, at tær hava fingið egin føroysk løg. Flytingar eru altíð í skaldskapi, tónleiki og í myndlist, sum er at undrast yvir. Hevði Petter Dass verið uppi á døgum og hoyrt um hesa ferð, hevði hann verið glaður. Vit kunnu frøast yvir hetta, og nú Niels fer um tey sjeyti ynskja vit honum hjartaliga til lukku við hesum degi og blíðan byr við allar tínar dyr. Frits Niels Midjord úr Fuglafirði, sjeyti ár 13. juni