hósdagur 13. juni 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
10
TEMA: Dálking og fuglalív
Dálking og fuglalív
- Tað bleiv so ofta sagt, at Føroyar høvdu
heimsins reinasta hav. Men eg visti,
at tað ikki passaði, sigur Jens-Kjeld
Jensen, sum beint eftir aldarskiftið
fekk hálendskan granskara at kanna
magarnar hjá føroyskum nátum. Har
var plast at finna í næstan øllum,
og umstríddu plastringarnir, sum
nógv kjak hevur verið um seinastu
tvær vikurnar, var eisini at finna
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
F
yrst í hesum mánaðinum varð
umfatandi plastdálking staðfest
í Skálabotni, har túsundtals
plastringar vórðu skolaðir upp á
land. Talan er um smá biofiltur, sum verða
brúkt í alivinnuni til at reinsa vatn við. Tað
er enn ógreitt, hvar hendan dálkingin stavar
frá, og løgreglan hevur kannað málið, síðan
tað varð meldað 2. juni.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hesir
plastringarnir hava verið at sæð í føroysku
náttúruni. Longu í 2002 fann hálendski
nátaserfrøðingurin, Jan Andries van
Franeker, umstríddu biofiltrini í føroyskum
nátamagum.
Hetta var í sambandi við umfatandi
verkætlanina ‘Save the North Sea’, sum
varð sett í verk av ES londum. Ein partur
av stóru verkætlanini var at hava eftirlit
við nátamagum í Norðsjónum.
Nátar eta nærum alt, teir fáa fatur á,
og tí varð tað mett sum skilagott at taka
støði í teimum fyri at fáa eina ábending um,
hvussu stór plastdálkingin í havinum var. Í
hesum sambandi var endamálið at minka
um dálkingina við at økja um vitanina.
Nátar í Føroyum eisini kannaðir
Fuglakennarin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen
hevur kent Jan Andries van Franeker síðan
einaferð í 80'unum, og hann helt tað vera
áhugavert, um kanningin eisini umfataði
Føroyar. Tí spurdi hann hálendska
lívfrøðingin, um hann hevði verið áhugaður
í at onkursvegna flætta Føroyar við inn í
kanningina, hóast Føroyar ikki vóru limir
í ES.
Tað var Jan Andries van Franeker
beinanvegin áhugaður í, tí kanningar av
Dálkingin er ikki nýggj:
FUNNU NÓGV PLA
FØROYSKUM NÁT
EISINI PLASTRING
Teir tríggir Jan Andries van Franeker, Poul Johannes Simonsen og Jens-Kjeld Jensen (Mynd: Marita Gulklett)
Næstan allir
nátarnir høvdu
plastleivdir í
maganum, sigur
Jan Andries van
Franeker