hósdagur 13. juni 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
11
nátamagum í føroyskum sjóøki kundu
brúkast til at samanbera við plastdálkingina
í Norðsjónum.
- Eg visti føroyska havið ikki var reint
Jens-Kjeld Jensen greiðir frá, at Føroyar
skuldu vera eitt slag av tilvísingarøki.
- Tá bleiv tað so ofta sagt, at Føroyar
høvdu heimsins reinasta hav, og alt var so
fantastiskt og reint her. Men eg visti, at tað
ikki passaði, tí eg so ofta hevði sæð plast
í magum hjá nátum. Tí helt eg tað vera
áhugavert at fáa Føroyar við í hetta, sigur
Jens-Kjeld Jensen.
Hann heitti á Poul Jóhannes Simonsen,
sum fekst nógv við fisk og fugl, um at hjálpa
sær at savna nátamagar til hálendska
granskaran. Poul Jóhannes tímdi væl at at
gera okkurt til frama fyri vísindina, og teir
byrjaðu so at savna saman í 2002.
Nógv plast í føroysku nátunum
Jan Andries van Franeker kannaði síðani,
hvat var at finna í magunum hjá hesum
nátunum, sum teir høvdu savnað saman.
Talan var um nógvar nátar tilsamans, sum
antin vórðu fleygaðir ella komnir við í
fiskiskapinum hjá línubátum.
- Næstan allir nátarnir høvdu
plastleivdir í maganum. Men nøgdin í
Føroyum var eitt sindur minni í mun til
longri suðuri í tí ídnaðarliga og dálkaða
økinum í Norðsjónum, sigur Jan Andries
van Franeker.
- Við Ermarsund bar til at finna nátar,
som vóru deyðir av hungri, tí har var so
mikið nógv plast í búkinum, at tað ikki var
pláss til føði, sigur Jens-Kjeld Jensen.
- Plast í túsundatali
"flýgur" í Føroyum
Tað var ikki ofta, at hesir nú vælkendu
plastringarnir vóru at finna, men tað kom
hóast alt fyri.
- Í okkara dátugrunni skrásettu vit ikki
filtrini sum einstakar lutir, men greiddu
bara frá teimum í viðmerkingum. Út frá
teimum viðmerkingunum mettu vit, at
umleið 1 prosent av føroysku nátunum
hava ein ella fleiri av hesum plastringunum
í búkinum, sigur Jan Andries van Franeker
og leggur aftrat:
- Eitt prosent ljóðar kanska ikki av
nógvum. Men tað merkir, at fleiri túsund
av hesum plastlutunum allatíð “flúgva”
rundan um tykkara oyggjar í magunum
hjá nátum.
Jan Andries van Franeker hevði í 2003
ikki sæð hetta plastið fyrr og kallaði tað tí
"faroese wheels" (føroysk hjól).
Næstan allir høvdu etið plast
Niðurstøðan í grein hjá Jan Andries van
Franeker frá 2012 var, at heili 91 prosent av
nátunum í føroyskum sjógvi høvdu stórar
mongdir av plasti í maganum - í miðal 15
bitlar í hvørjum fugli við eini plastnøgd á
0,21 gramm.
Haraftrat vísti kanningin, hann hevði
gjørt, at nátaungarnir høvdu munandi
meira plast í magunum enn vaksnu
nátarnir. Hetta er tí, at ungarnir fáa plastið,
sum bæði foreldrini hava í magunum, eins
og tað plastið, sum nátarnir finna, meðan
teir fóðra ungunum.
Við hesum í huga er niðurstøðan, at hetta
er ein stórur trupulleiki bæði fyri stovnin
og fyri føroyingar, ið eta nátarnar.
Skal burturbeinast rætt
- Plastik er fantastiskt, sigur Jens-Kjeld
Jensen.
- Einki er galið við plasti, um tað verður
burturbeint á rættan hátt. Men tá mann
blakar tað í havið ella náttúruna, tá verður
tað ein trupulleiki. Tað er tá, ketan hoppar
av, sigur hann.
- Tað er nakað tvætl, at mann ikki má
brúka plastkoppar og tallerkar, tí um tað
verður burturbeint á rættan hátt, so er
eingin trupulleiki. So tað snýr seg bara
um at læra fólk at ikki blaka tað frá sær í
náttúruni, so tað fær avleiðingar fyri djór og
umhvørvið, sum vit so ofta hava sæð, sigur
Jens-Kjeld Jensen.
Kelda:
Van Franeker, J.A. 2012. Plastic ingestion
by fulmars at the Faroe Islands (Plastic i
færoske mallemukkers fodeindtagelse).
pp 82-85 in: Jensen, J.-K., Mallemukken
på Færoerne / The Fulmar on the
Faroe Islands Prenta, Torshavn..
AST Í
TUM -
GAR
Jan Andries van Franeken hevur í fleiri førum verið í
Føroyum. Her kannar hann ein náta í Havn í 2011.
Plastringarnir, sum tosað hevur verið um seinastu tvær vikurnar, vóru
longu í nátamagum í 2003. Mynd: Jan Andrias van Franeker
Hetta var nakað av tí, sum Jan Andries van Franeker fann í
føroysku nátamagunum. Mynd: Jan Andrias van Franeker