hósdagur 13. juni 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
12
TEMA: Dálking og fuglalív
Súlu
reiðrini í
Mykinesi
eru full
av plasti
- Eg visti, at eg fór at finna plast har,
men eg bleiv ovfarin av, hvussu nógv
eg fann, sigur enski fuglagranskarin
Nina O’Hanlon, sum hevur gjørt
umfatandi kanning í Mykinesi. Har
hevur hon staðfest, at trol og annað
tilfar frá fiskiskipum í stóran mun
er at finna í súlureiðrunum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
M
eginparturin av súlureiðr
unum í Mykinesi hava
plastleivdir í sær. Tað er nið
urstøðan hjá enska fugla
granskaranum Nina O’Hanlon, sum hevur
kannað 418 súlureiður í Mykinesi. Hon fann
leivdir frá troli og øðrum plasti frá fiski
skapi í 74 prosent av hesum 418 reiðrunum.
Nina O’Hanlon hevur arbeitt serliga
nógv við másafugli, og nú roynir hon við
sínari gransking at lýsa plast og annað
mannaskapt tilfar, sum sjófuglur dregur
við sær í reiðrini. Hetta gjørdi hon eitt nú
á fyrilestri í Perluni, sum Føroya Fuglafrøði
felag skipaði fyri mikudagin.
Hon hevur sjálv og við hjálp frá egnum
keldum innsavnað upplýsingar um plast
dálking úr 28 av teimum økjunum, har
nógvar súlur halda til. Nú hevur hon kannað
støðuna í Føroyum fyri at síggja sambandið
við dálkingina í hinum londunum.
Trol og pakkitilfar
Í Mykinesi hugdi hon eftir, hvat slag av
plasti var í reiðrunum og hvørjar aðrar
leivdir vóru at finna.
- Eg visti, at eg fór at finna plast har, men
eg bleiv ovfarin av, hvussu nógv eg fann,
sigur Nina O’Hanlon.
Sera nógv av reiðrunum høvdu trol og
ymsar endar í sær, og so høvdu fleiri eisini
sovorði breið hvít bond, sum verða brúkt
at pakka við.
- Hesi plastini er long og líkjast tara, sum
súlur annars vanliga brúka at gera reiður
við.
Helmingurin av heimsins
fugli ávirkaður
Nina O’Hanlon vísir á, hvussu umfatandi
plastdálking yvirhøvur er, tá tað kemur
til fuglalív, tí hetta er ikki ein nýggjur
trupulleiki.
- Tað verður mett, at 8 milliónir tons
av plasti endar í havinum hvørt ár, so tað
kemur ikki óvart á, at sjófuglur um allan
heim er komin í samband við tað seinastu
árini, sigur Nina O’Hanlon.
Sambært henni eru fleiri enn 56 prosent
av øllum fuglum í heiminum ávirkaðir av
plastdálking í onkran mun. Antin við at
eta tað ella við at fáa tað fløkt rundan um
seg; og fuglar kunnu blíva fløktir í tí bæði
á sjógvi, og tá teir taka tað við í reiðrið
aftur. Tað verður mett, at 36 prosent av
fuglasløgum verða fløkt í tí, og 39 prosent
eta tað.
Súlurnar kunnu doyggja
Tað kann hava stóra avleiðingar fyri súlu at
vera fyri plastdálking. Um tær sita fastar í
reiðrinum orsakað av plasti, sleppa tær
av góðum grundum ikki úr reiðrinum at
fáa sær mat. Tá kunnu tær hungra, til tær
doyggja.
Og um tær fáa plast í seg á sjónum ella
Plastdálking:
Enska Nina O’Hanlon, ph.D, hevur arbeitt nógv við másafugli, og hennara sergrein
seinastu árini hevur verið plastdálking í reiðrunum hjá sjófugli