Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 13 aðrastaðni, kann plastið blíva vavt um veingirnar, soleiðis at tær ikki fáa flogið. Í mun til grannalondini Samanborið við okkara grannalond kann sigast, at dálkingin er væl hægri í Føroyum enn í Hetlandi, har talan er um 50 prosent, sambært tølunum hjá enska granskaranum. Men føroysku súlureiðrini eru væl minni dálkað enn í Noregi, har nærum øll reiðrini hava plast í sær. Nina O’Hanlon hevur eisini dømi um onnur støð, har støðan við plastdálking í í súlureiðrum er sera ring. Eitt nú í bretsku oynni Grassholm, har so at siga øll reiðrini hava okkurt slag av plasti í sær. - Tað vita tey lokalu væl av, og tí fara tey hvørt vár út at skera plasti burtur úr reiðr­ unum, soleiðis at ungarnir ikki fáa trupul­ leikar av tí. Onkuntíð kemur bjargingin í seinra lagi, so ungarnir doyggja, men tey klára at bjarga fleiri, sigur hon. Fiskiskapur er orsøkin Nina O’Hanlon metir, at dálkingin í ymsu økjunum er ávirkað av fiskiskapi og øðrum, sum fyriferst nærindis. Í súlureiðrunum í Mykinesi er talan í størstan mun um trol og annað plasttilfar frá fiskiskipum, og tí bendir alt á, at dálkingin her kemur bein­ leiðis frá fiskiskipum. - Tað er møguligt, at ein partur av dálk­ ing­ini hendir orsakað av ringum veðri, har trol fer á sjógv við vindinum. Tað sama kann henda á kaiini, uttan at fiskimenn hava nakað beinleiðis við tað at gera, sigur Nina O'Hanlon og vísir á eina avbjóðing, at okkurt verður mist burtur, og okkurt iva­ leyst verður blakað burtur - men tað tosar eingin um. - Í fleiri londum kostar tað nógv at sleppa sær av við trol og annað rusk, so tí er motivatiónin fyri at burturbeina tað á rættan hátt avmarkað, og tað sama er gald­ andi, um mann av óvart missur tað. Vit mugu uppá onkran máta tryggja, at trol ikki enda í havinum, og hetta kann mann gera við at geva trolinum eitt ávíst virði, sigur Nina O'Hanlon. - Eg haldi eisini, tað skuldi vera lættari og meira eggjandi at endurnýta og umvæla trol fyri at framleiða so lítið nýtt sum møgu­ligt. Tað hevur eisini stóran týdning við upplýsing, so fólk vera varug við avleið­ ing­arnar av slíkari dálking. Ritur og lundar Nina O’Hanlon hevur eisini kannað 700 ritu­reiður í Mykinesi, og har var ikki so nógv plast at finna - einans trý tilsamans. Hon hugdi eisini eftir reiðrunum hjá kjógva og ternu, og har var einki plast at finna yvir­ høvur. Tó hevur hon í fleiri førum sæð lundar við plasti í nevinum seinastu árini. Hvør ávirkanin og avleiðingin av hesum kann vera, hevur hon onga beinleiðis meting um, tí so fáir upplýsingar eru um hetta. - Vit høvdu ikki hesi tølini fyri 20 árum síðani, men nú, vit hava upplýsingarnar, kunnu vit um 20 ár síggja, um tað er blivið betri ella verri, sigur hon og sipar til alla kann­ingina, hon hevur gjørt í Føroyum. Fólk kunnu boða frá Men tað er ikki bara sum at siga tað at fáa upp­lýsingar um plastdálking hjá teimum ymsu einstøkum fuglum, tí teir í stóran mun passa seg sjálvan. Fyri at fáa so nógvar upplýsingar sum møguligt hevur hon stovnað eina sonevnda crowdsourcing heimasíðu, har fólk sjálvi kunnu fráboða plast í fuglareiðrum. Heimasíðan, sum skal eita birdsanddebris. com, er ikki almenn enn, men verður tað í næstum. Hendan heimasíðan er ikki bara ætlað til plastdálking hjá sjófugli, men hjá øllum fugli um allan heim. Hóast myndirnar er óklárar, síggjast trol- og plastleivdir týðiliga í reiðrinum (Mynd: Nina O’Hanlon) Dronumynd, sum Jóhannis Danielsen hevur tikið. Legg merki til blágrøna litin - hetta er trol frá fiskivinnuni