Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 14 TEMA: Dálking og fuglalív - Tjøldur doyggja tá ullin ikki verður tikin upp - Vit standa framman fyri einari heilt ítøkiligari náttúruverndaravbjóðing, sigur Sjúrður Hammer PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO E in gamal men vaksandi trupulleiki fyri heiðafugl er, at teir ganga í leysa seyðaull, sum sløðist á trað­ um og í høgunum. Hetta verður kallað lesull, og tað er ull, sum seyðurin missir um várið. Trupulleikin er, at fuglarnir koma í neyð av hesum, tí hon verður fløkt um beinini, og sambært Sjúrði Hammer, lívfrøðingi, er lagnan hjá fleiri tjøldrum í hesum sambandi deyðin. - Tá tað kemur til lesull, er tað eitt sera sannførandi samband millum orsøk og avleiðing. Um leys ull liggur í haganum, so doyr fuglur av tí. Beinini verða bundin saman, sum so fær beinini av hovna og til síðst blíva so mikið rotin, at tey detta av, sigur hann. Ikki bara ungfuglur Sjúrður Hammer hevur hug at lýsa hetta sum ein serføroyskan trupulleika, hóast mann eisini kennir til hetta í Hetlandi. Hann vísir á eina gamla grein frá 1968, sum er tann einasta greinin, hann hevur funnið, sum umtalar trupulleikan hjá heiðafugli við lesull. Enskir granskarar høvdu kannað um 7.000 tjøldur í Englandi, og tað er relevant í mun til Føroyar, tí tey flestu av okkara tjøldrum ferðast til Onglands. - Av teimum 7.000 fuglunum, sum vórðu kannaðir, vóru tað 2,8 prosent, sum høvdu ull um beinini, og meginparturin av hesum vóru vaksin tjøldur, sigur Sjúrður Hammer og vísir á, hví nettupp hetta er ein trupulleiki: - Tað eru tey vaksnu tjøldrini, sum eru aktivi parturin í stovninum og reproduserar seg. Tí er tað ein størri avleiðing fyri stovnin, um eitt vaksið tjaldur doyr enn ein ungi. - Hetta er ræðandi Sjúrður Hammer stúrir fyri gongdini. - Ábendingarnar eru rættiliga ræðandi, sigur hann. - Vit vita, at ein sera stórur partur av deyðsorsøkunum hjá tjøldrum er ókendur. Men tað, sum er vert at bíta merki í, er, at fimm prosent av tjøldrunum, sum vit kenna deyðsorsøkina hjá, eru deyð orsakað av seyðaull. Hóast tað ikki sær út til at vera so nógv, so eru fimm prosent rættiliga nógv, sigur Sjúrður Hammer og sipar til tøl frá bók, sum hann hevur verið við til at skrivað. Bókin er tøk ókeypis á netinum á birdmigrationatlas.dk. - Tað er sannlíkt, at tað talið kann vera væl hægri enn hasi fimm prosentini, sigur hann. Toppurin av ísfjallinum Tað er ilt at siga, hvussu tendensurin er hjá øðrum fugli viðvíkjandi lesull, tí har Hetta tjaldrið fekk ull og tvein um beinini. Tað yvirlivdi ikki. Mynd: Marita Gulklett Lesull í haganum: Mynd: Marita Gulklett