hósdagur 13. juni 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
15
er so lítið ringmerkt av eitt nú mýrisnýpu
og spógva. Sjúrður Hammer hevur áður
ringtmerkt skúgvapisur í Skúgvoy, og tá
kom tað fyri, at hann fann ull um beinini
hjá pisunum.
- Tjøldur eru kanska bara toppurin av
ísfjallinum. Vit vita ikki nógv um hinar
fuglarnar, sigur hann.
Roytingin verður útsett og sloyfað
Einfalda orsøkin til trupulleikan við
lesull er, at ull sløðist í náttúruni, sum
annars er púra natúrligt. Men talan er
um ein vaksandi trupulleika, og í hesum
sambandi vísir Sjúrður Hammer á ein
keðiligan tendens í Føroyum, tá tað kemur
til seyðahald og fjallgongu.
- Sum eg skilji og havi hoyrt, verður
roytingin ofta útsett, so tað verður lættari
at royta seyðin. Tað merkir so eisini, at
meira ull kemur at sløðast í haganum, sigur
hann og leggur aftrat, at í summum førum
verður roytingin sloyfað.
- Á fleiri útoyggjastøðum havi eg sæð, at
tað eru alsamt færri fólk, sum kunnu røkta
seyðin og ganga á fjall. Tað er eingin trupul
leiki at fáa fólk, tá tað skal flettast, men tað
vísir seg at vera trupult at fáa mannað fjall
gongur til roytingina.
- Tað fer alt annað líka at gera, at meira
ull kemur at sløðast í haganum, tí um
seyðurin ikki verður kliptur, so endar tað
í haganum, har fuglar fløkjast í tí, sigur
Sjúrður Hammer.
- Bøndurnir hava eina ábyrgd
Áheitanin hjá Fuglafrøðifelag Føroya er
greið:
- Brúksskyldan av føroysku jørðini má
merkja, at seyðurin skal roytast. Vit mugu
sum land tryggja, at seyðurin ikki sleppur
at ganga og kasta ullina av sær í haganum,
sigur Sjúrður Hammer.
- Tað kann ikki vera meingingin, at vit,
sum leggja í fugl, skulu rudda upp eftir
bóndunum, sigur hann og letur ongan iva
vera um, hvussu stórur trupulleiki hetta í
roynd og veru er:
- Vit standa framman fyri einari heilt
ítøkiligari náttúruverndaravbjóðing.
Átøk og ruddikapping
Í staðin fyri at peika fingrar, samstundis
sum heiðafuglur doyr óneyðuga, ynskir
Fuglafrøðifelag Føroya at gera okkurt við
avbjóðingina. Felagið er sinnað at varpa ljós
á trupulleikan og gera okkurt konstruktivt
fyri at koma hesum til lívs.
- Sjálvt um mann sigur, at bøndurnir
og onkur landsmyndugleiki átti at havt
ábyrgdina, hugsa vit, at okkurt má gerast.
Og um okkurt skal henda, so má mann gera
tað sjálvur, sigur Sjúrður Hammer.
Hetta kann gerast upp á fleiri mátar.
- Mann kundi gjørt ruddingarátøk, har
mann skipaði fólk í bólkar, sum fóru í hvør
sítt øki at leita eftir óruddi. Vit hava sæð
líknandi fyrr, men her kundi lesull verið
ein partur av átakinum. Tað kann gerast
uppá ein lættan og positivan máta, og talan
kann eisini vera um eina beinleiðis kapping
millum ymsu ruddibólkarnar, sigur Sjúrður
Hammer.
Ferðafólk kunnu rudda
Eitt av hugskotunum frá áhoyrarunum
til fyrilesturin mikukvøldið var at sam
antvinna ruddingaruppgávuna við ferða
vinnuna.
- Mann kundi vent sær til ferðafólkini
og sagt, at um tey vilja gera okkurt gott fyri
føroysku náttúruna, so kunnu tey heinta
órudd sum plast og ull við sær heim úr høg
unum, sigur Sjúrður Hammer.
Hann hevur eisini eina vón um, at føroy
ingar skulu byrja at endurnýta orðið, "lesull
arfólk". Hetta vóru tey fátøku fólkini, sum
ikki áttu jørð, sum so fóru niðan í hagan
at leita eftir lesull. Hann vónar lesullin
onkursvegna kann fáa eitt virði aftur, ella
at vit í minsta lagi síggja virðið í at hjálpa
heiðafuglinum, so hann ikki verður fløktur
í leysari ull.
Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, ph.D.
Spógvi við lesull um beinini (Mynd: Svein Ole Mikalsen)