Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 16 Eysturoyartunnilin er burðardyggasta verk- ætlan eg havi hildið á - Rundkoyring var ein há­ floygd­ur tanki. Onkur helt okkum vera í so háfloygdar, tá vit høvdu eina so ørliga loysn sum eina rundkoyring í einum undir­ sjóvartunli, segði Niklas Foldbo, verk­ frøð­ingur, tá Eysturoyar­ tunnilin varð skotin ígjøgnum sein­ asta fríggjadag VILMUND JACOBSEN Á hátíðarløtuni, sum var í ítróttarhøllini á Hálsi seinasta fríggjadag, tá Eysturoyartunnilin varð skotin ígjøgnum, varð Niklas Foldbo, verkfrøðingur, spurdur, um hann vildi bera fram nakrar hugleiðingar frá arbeiðsbólkinum, sum upprunaliga arbeiddi við hesi verkætlan. Henda setning greiddi royndi maðurin, sum hevur verið við til nógvar tunnilsbyggingar í Før­oy­ um, framúr væl. Í sínari frásøgn vísti Niklas Foldbo á, at søguliga var tann stutta sjóvegis farleiðin mill­um Suð­ur­streymoy og Skála­fjørð­in ein náttúrligur liður í ferða­sam­ band­inum millum høvuðsstaðin øðru megin og norðurøkið hinu­ meg­in. - Samstundis, sum vegasam­ bandið alsamt gjørdist betri, eitt nú við brúgv um Streymin, Norð­ skála­tunlinum og Kolla­fjarð­ar­ tunl­inum, minkaði undirtøkan fyri sjóvegis farleiðini millum Skála­fjørðin og høvuðsstaðin. Um aldarskiftið varð henda farleið so endaliga niðurløgd, og síðan tá hevur einasti ferða­møgu­ leiki millum hesi bæði høvuðs­ - Hetta er ein gleðilig løta, og hetta er dreymurin hjá okkum í arbeiðsbólkinum, sum nú verður veruleiki, segði Niklas Foldbo, verkfrøðingur Mynd: Vilmund Jacobsen Eitt tons av dynamitti í seinasta skoti Tað var ikki smávegis buldur, tá seinasta skotið varð latið av í Eysturoyartunlinum VILMUND JACOBSEN Rættiliga nógv fólk var sam­an­ komið í ítrótt­ar­høllini á Hálsi til há­tíð­ar­løtu seinasta fríggja­ dag, tá seinasta skotið í Eyst­ ur­oyartunlinum varð latið av. Eftir at røður vórðu hildn­ar, varð bíðað eftir, at Heðin Mort­ensen, landsstýrismaður í sam­ferðslu­ mál­um, var komin upp á pláss inni í tunlinum at skjóta seinasta skotið. Saman við hjálparfólkum fór landsstýrismaðurin úr høll­ini og 5.274 metrar inn í Eyst­ur­oyar­ tunn­il­in Hvítanes-megin, har skotið skuldi latast av. Fólk stóðu spent og hugdu upp á stórskíggjan. Á myndini inni í tunl­inum sóust bilar, og Bergur Poul­sen, tunnilsformaður, læt fjøld­ina vita, at einar tríggjar min­utt­ir eftir, at bilarnir vóru burtur úr myndini, fór skotið at koma. Og skotið kom eisini! Tað var ikki sørt, at fólk hvukku við, og tað rungaði í stóru há­tal­ar­unum í høllini. Nøgdin av dyna­mitti í hesum seinasta skot­ in­um var eitt tons. Teitur Samuelsen, tunnils­ stjóri, segði við Sosialin, at hetta sein­asta skotið ikki bara var formelt, men eitt veruligt skot, sum breyt niður teir seinastu 4-5 metrarnar, sum vóru eftir at spreingja. - Jú, tað er rætt, at er borað er millum veggirnar, soleiðis at trekkur følist ímillum, men hetta verð­ur tað seinasta veruliga skotið, segði hann.