Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 17 økini í Føroyum verið tann langa farleiðin eftir vegnum norður í Sundalagið. Nikls Foldbo vísti á, at hetta soleiðis eisini var farleiðin til ar­ beiðis hjá fleiri av teimum, sum vóru í arbeiðsbólkinum, sum fór í gongd á heysti í 2002. Gerð av und­ir­sjóv­artunlum var tá vorðin veru­leiki, eisini her á landi. Fólk við førleikum Arbeiðsbólkurin ynskti at kanna, um handilsligt grundarlag kundi vera fyri eini tunnilsleið millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy. Í hesum sambandi bleiv eisini valt, sum ein partur av ætlanini, at fáa fast samband tvørtur um Skálafjørðin. Í bólkinum vóru Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur, Sím­un Johannesen, táver­andi borg­ar­ stjóri í Nes komm­unu, Tummas Elia­sen, samfelags­frøð­ing­ur og táverandi stjóri í LÍV og Niklas Foldbo, verkfrøðingur - við drúgv­ um royndum innan tunnils­gerð. Bólkurin var sostatt sam­an­ settur av fólki við viðkomandi fak­ ligari vitan í samband við tunnils­ gerð, sum Niklas Foldbo tók til. Hann greiddi eisini frá, at í febr­ uar í 2003 hevði bólkurin fram­ løgu á Svangaskarði um tunnils­ ætlanina, og tá var niðurstøðan, at fíggjarligt grundarlag tyktist vera fyri ætlanini – og at haldast skuldi fram við tí arbeiði, sum bólkurin hevði gjørt. - Advokaturin Ingi Højgaard kom eisini upp í bólkin, og komm­ un­urnar luttóku virknar við fígg­ ing til útreiðslur í samband við arbeiðið. Nágreiniligar ferðslu­ út­rokningar vórðu fingnar frá Rambøll Nyvig gjøgnum Lands­ verk, og felagið Munin gjørdi teldu­sim­uleringar av væntaðari ferðslu. Bólkurin hevði eisini góðar serfrøðingar at ráðføra seg við, eitt nú Eivind Grøv, tunnilsserfrøðing, hvørs felag var ráðgevi í samband við bæði Vága- og Norðoyatunnilin og Niels Larsen hjá NCC, ið gjørdi somu tunlar. - Aðrir, sum vit ráðførdu okkum við, Stefan Reynir Kristiansson frá Hvalfjarðartunnlinum í Íslandi, Landsverk, Norðoyatunnilin, um­ boð fyri verktakarafeløg um­framt útlendskar íleggjara- og fíggja­ stovnar, segði hann. Burðardygg verkætlan Niklas Foldbo vísti eisini á, at á Mikkjalsmessu í 2005 var bólkurin liðugur við arbeiðið og kundi tá vísa á eina tunnilsætlan, sum bæði var tekniskt møgulig og fíggjarliga burðardygg. - Ja, hetta var burðardyggasta verkætlan, sum eg havi hildið á, sum verkfrøðingurin tók til við hátíðarløtuna í ítróttarhøllini á Hálsi. Verkfrøðingurin segði seg eis­ ini hava hug at nevna, at við í verkætlanini var eisini ein rund­ koyr­ing. - Onkur helt okkum vera í so há­floygdar at samstarva við, tá vit høvdu eina so ørliga loysn sum eina rundkoyring í einum und­irsjóvartunli. Men, hygga nú; rundkoyringin er vorðin partur av enda­ligu loysnini. Niklas Foldbo segði, at Niels Larsen hjá NCC skrivaði soleiðis til hansara á jólum í 2016: ”Det bliver spændende at se dit gamle tunnelprosjekt gennemført med verdens første undersøiske rund­ kørsel”. - Hetta er ein gleðilig løta, og hetta er dreymurin hjá okkum í arbeiðsbólkinum, sum verður veru­leiki - okkum øllum at gagni, segði verkfrøðingurin á Toftum. 2.250 skot latin av VILMUND JACOBSEN T að var Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoy­ar­ tunlar, sum bjóðaði væl­komin við hátíðarløtuna í ítrótt­arhøllini á Hálsi seinasta fríggja­dag, tá seinasta skotið varð latið av fyri Eysturoyartunlinum. Í sínari frásøgn segði nevnd­ ar­formaðurin eitt nú, at 2.250 skot eru latin av í byggingini av Eysturoyartunlinum, og hvørt einasta skot hevur verið spenn­ andi, tí tú visti ongantíð, hvat var fyri framman. - Sjálvandi hava vit jarð­ frøðis­lig­ar kanningar, men tað er nú eina­ferð soleiðis, tá tú arbeiðir niðri í undirgrundini, at tú veitst einki við fullari vissu, tí eingin hev­ur verið her áður, segði Bergur Poul­sen. Tunnilin broytir dagin hjá túsund- tals føroyingum - Onkusvegna kennist hetta óveruligt, segði landsstýrismaðurin VILMUND JACOBSEN - Eysturoyartunnilin fer at broyta gerandisdagin hjá túsundtals føroyingum, sigur Heðin Mort­ en­sen, landsstýrismaður í sam­ ferðslumálum. Við hátíðarløtuna í ítrótt­ar­ høllini á Hálsi seinasta fríggja­ dag vísti hann á, at Eyst­ur­oyar­ tunnilin verður tjúg­undi tunn­ilin í føroyska sam­ferðslu­kerv­inum, og hartil er hann eisini hin longsti. - Har Eysturoyartunnilin er lægstur, er hann líka langt und­ ir havinum, sum eitt nú Norð­ skála­tunnilin er yvir havinum. Norð­skálatunnilin er stívliga 192 metr­ar yvir havinum, og lægsta punktið á Eysturoyartunlinum er 187 metrar undir havinum. Heðin Mortensen vísti á, at í mong ár arbeiddu bæði løgting og landsstýri út frá ætlanum um eina privata tunnilsloysn, men tá Eysturoyartunnilin av álvara varð settur í gongd, var tað tó við ein­um almennum tunnilsfelag. - Skjótt og væl hevur gingist, tí fyrsta skotið til tunnilin varð latið av á Strondum hin 21. febr­ uar í 2017 – ella fyri stívliga tveim­um árum síðan. Tí kunnu vit standa her í dag, klár at skjóta tunn­ilin ígjøgnum. Landsstýrismaðurin segði, at nú er opið undir sjóvarmálanum mill­um tær báðar størstu oyggj­ ar­nar í landinum. - Høvuðsstaðurin og fólkaríka og virkisfúsa økið kring Skála­ fjørð­in eru nú bundin saman, so tað um hálvtannað ár verður koyr­andi ímillum. Heðin Mortensen helt fyri, at hetta onkunvegna kennist óveru­ligt, men er so sanniliga eis­ini gleðiligt, tí hetta verður eitt fram­brot av teimum heilt stóru í Før­oya søgu. Landsstýrismaðurin vísti á, at Eysturoyartunnilin er meira enn asfalt og kilometrar, og hann helt ongan iva vera um, at hetta nýggja fasta samband fer at skapa nýggjar møguleikar, ið ser­liga fara at síggjast í mið­øk­in­ um í Føroyum. - Allur Skálafjørðurin merk­ir longu nú spenningin, tí tunn­ilin gevur vinnuligar møgu­leikar, ið ikki vóru framm­an­undan, sam­ stundis sum bústað­ar­mynstrið longu er broytt. Heðin Mortensen helt fyri, at um vit dvølja við tann vinnuliga vinn­ingin við Føroya longsta und­irsjóvartunli, fer hann at broyta gerandisdagin hjá tús­ und­tals føroyingum. - Alt snýr seg í dag um tíð, tí einki er so avgerandi fyri virðis­ øking sum tíðin, vit brúka, tí skjótari alt gongur, størri eru lík­ ind­ini fyri at fáa meira burt­urúr, segði lands­stýris­maðurin. Stóra løtan, tá seinasta skotið verður latið av í Eysturoyartunlinum Mynd: Ólavur Frederiksen