Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 18 FÓLKATINGSVALIÐ Áhugi at fara á eftirskúla á Tvøroyri – Nøkur hava søkt um at byrja á eftirskúlanum eftir summarfrítíðina, og onnur hava spurt seg fyri, sigur Pól Arni Holm, umboðsfólk fyri Føroya Eftirskúla á Tvøroyri FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO E ftir summarfrítíðina er ætlanin, at Føroya Eft­ irskúli letur upp dyrn­ ar fyri fyrstu næm­ ing­unum. Arbeitt hevur verið við at seta á stovn eftirskúla í Suð­ur­oynni í mong ár. Fyrst var talan um at hava hann í Hvalba, seinni broyttist tað til at byggja á Drelnesi. Nú hann letur upp, er hann staðsettur á Sjógøtu 2 á Tvøroyri, í sama bygningi sum Posta og Bank Nordik halda til. Føroyabreyt dregur – Higartil eru tað bara føroyingar, sum hava søkt. Men eisini børn hjá føroyingum, ið eru búsitandi uttanlands, vísa áhuga. Tað er serliga Føroyabreytin, ið er áhuga­ verd. Har kemur ein bæði ment­ anarliga og málsliga inn í tað føroyska, umframt at vitjað verð­ ur á øllum oyggjunum í landinum, sigur Pól Arni Holm. Eftirskúlin er eitt 10. og 11. flokka tilboð, og pláss er fyri 16 næm­ingum. Umframt Føroyabreytina skulu allir næmingarnir vera á films- og sjónleikarabreytini. Filmsbreytin verður partvíst knýtt saman við Føroyabreytini, tí alt verður tikið upp og skrásett. Harafturat skulu næmingarnir velja tvær breytir. Teir kunnu velja millum e-sport, sjóvinnubreytina, køksbreytina og íverksetara- og miðlabreytina. Samstarvað verður við Tvør­ oyra skúla um nakrar kravdar læru­grein­ar. – Tær bókligu lærugreinarnar verða tiknar á Tvøroyra skúla, og næmingarnir fáa prógv eins og aðrir næmingar í 10. flokkum kring landið, sigur Pól Arni Holm. Stjóri settur í næstum Stjóri er ikki enn setur á Føroya Eft­irskúla, men tað verður í næst­ um. Umsóknarfreistin at søkja er 20. juni. Eftir tað verða lærarar settir. – Í mun til upprunaligu ætl­an­ ir­nar, byrja vit í smáum. Vit vóna tó, at skúlin kann vaksa við tíðini, sigur Pól Arni Holm. Nógv velja Ítróttarháskúlan – Heystskeiðið, sum byrjar í august, er langt síðani fullteknað, og várskeiðið, sum byrjar í januar næsta ár, er næstan fullteknað, sigur Gudmundur Joensen, stjóri á Ítróttarháskúlanum í Vági FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO T að var longu tíðliga í vár, at heystskeiðið varð fullteknað. Pláss er fyri 34 næmingum. – Á fyrstu skeiðunum vóru um­leið ein triðingur útlendingar. Men nú eru talið av føroyingum hægri. Til komandi skeið eru bara seks útlendingar, og teir eru allir danir. Restin eru føroyingar, sigur Gudmundur Joensen. Næstan 150 fingið diplom Stjórin sigur, at nøkur av teimum, ið hava staðið á bíðilista, eru flutt yvir á skeiðið, ið byrjar í januar. Nøkur hava longu søkt um at sleppa á skeiðið, sum byrjar í august 2020. Ítróttarháskúlin byrjaði á sumri 2016. Higartil hava næstan 150 næmingar verið á skúlanum. Skeiðið endaði fríggjadagin í síðstu viku, og tá fingu 31 næmingar diplom. – Tað vísir seg sum oftast, at onkur næmingur gevist. Sum oftast er tað í tí myrku tíðini. Onkur er eisini givin, ið hevur fingið onkran ítróttarskaða. Av tí at vit eru sera virkin likamliga á skúlanum, er ikki so lætt at vera við, tá ið ein hevur skaða, sigur Gudmundur Joensen. Ítróttarháskúlin hevur eisini onnur styttri skeið, millum annað fyri vaksin. Tá ið skúlin fær nýggj høli, vóna teir at hava fleiri onnur skeið. Frá 34 til 48 næmingar Í dag er pláss fyri 34 næmingum á skúlanum. Farið er tó ígongd við at byggja eitt næmingaheim í Vági, har pláss verður til 48 næmingum. Eftir ætlan verður næmingaheimið tikið í nýtslu á sumri 2020. Tað er Bústaðir, ið byggir Skúlin sjálvur heldur annars til í fleiri ymiskum hølum, millum annað í Marghøllini, Pálshøll, kappróðraneysti og í leigaðum hølum. Ætlanin er eisini at byggja skúla, so at virksemi kann savn­ ast. Arbeitt hevur verið politiskt at fáa pening til tað, men nú Løgtingið fór til hús, er hetta eitt av málunum, ið fellur burtur. Eftirskúlin á Tvøroyri skal halda til á Sjógøtu 2 á Tvøroyri