hósdagur 13. juni 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
19
Fullteknað á
Húsarhaldsskúlanum
Longu í mars í ár var fullteknað á Húsarhalds
skúlanum í Klaksvík til sjeymánaðarskeiðið,
sum byrjar í august. Skúlin hevur eisini nógv
styttri skeið, og síðsta skúlaárið hava 350 fólk
tilsamans verið á Húsarhaldsskúlanum
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Vit hava eitt langt skeið, sum
varir frá august til februar. Eftir
tað hava vit fleiri styttri skeið,
sum eru fram til juni, sigur
Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á
Húsarhaldsskúla Føroya.
Draga lut millum umsøkjarar
Tað var longu í mars, at næm
ingar vórðu tiknir inn til til sjey
mánaðar skeiðið, ið byrjar í aug
ust.
– Tað koma vanliga nógvar
umsóknir inn. Soleiðis var eisini
í ár. Pláss er bara til 21 næmingar,
og vit hava í fleiri ár valt at draga
lut millum allar umsóknirnar.
Okkara ynski er, at næmingar
koma úr øllum landinum, og tað
verður tað eisini til skeiðið, ið
byrjar í august. Øll øki í landinum
eru umboðað, sigur Jóhanna á
Tjaldrafløtti.
Fyrr var tað soleiðis, at tey
fyrstu 21, sum sendu umsóknir
inn, sluppu á skúlan. Men tá
kundi tað henda, at tað vóru
mest klaksvíksgentur, ið sluppu
inn, ella gentur úr einum ávísum
øki í landinum, sum vóru skjót
við umsóknini. Nú í nógv ár, hev
ur umboðanin kring landið verið
góð, sigur stjórin.
Ungar gentur
Flestu av næmingunum, ið koma
inn, er júst liðug við 9. ella 10.
flokk. Men tað er eisini onkur
næmingur, ið hevur verið á mið
námsskúla.
– Vanliga eru tað bara gentur,
ið søkja, men vit hava tó havt
onkran drong okkurt árið, sigur
Jóhanna á Tjaldrafløtti.
Á Húsarhaldsskúlanum verð
ur millum annað undirvíst í
matgerð av ymiskum slag, føðslu
læru, brúkaralæru, reingerð,
klædnavask, seyming, brodering,
binding, glaslist og fyrstuhjálp.
Styttri skeið
Umframt sjeymánaðarskeiðið,
skipar Húsarhaldsskúli Føroya
fyri fleiri styttri skeiðum. Millum
annað eru fleiri skeið, sum hava
við seyming av føroyska búnan
um at gera, til dømis at seyma
buksur, vest, kot, skjúrt, eins og
brodering. Eisini eru fleiri skeið,
sum hava við matgerð, reinføri,
lívsstíl og kreativitet at gera.
Hesi skeiðini hava verið sera
vælumtókt, og ofta er bíðilisti á
hesum skeiðunum.
Nýggjur húsarhaldsskúli
Nýggjur húsarhaldsskúli skal
byggjast. Skúlin skal byggjast við
síðuna av Biskupstorgi í Klaks
vík. Á nýggja skúlanum verður
pláss til 35 næmingar.
Løgtingið játtaði 3. mai í ár 21
milliónir krónur sum eitt rentu-
og avdráttarfrítt lán til verkætl
anina. Bústaðir skal standa fyri
byggingini.
– Nú manglar bara endalig
játtan úr Mentamálaráðnum til
at farið kann vera í gongd. Eg
vóni, at játtanin kemur áðrenn
summarfrítíðina, sigur Jóhanna
á Tjaldrafløtti.
Áhugi fyri siðbundna
fólkaháskúlanum
Áhugi er framvegis fyri siðbundna
fólkaháskúlanum í Føroyum. Eftir
summarfrítíðina byrja umleið 20 næmingar á
120 ára gamla Føroya Fólkaháskúla í Havn
FRANTS JENSEN
FRANTS@SOSIALURIN.FO
– Jú, áhugi er framvegis fyri skúl
anum. Vanliga eru millum 16 og
22 næmingar á hvørjum skeiði.
Higartil eru 20, sum hava ynskt
at byrja á skeiðnum í heyst, sigur
Annfinnur Heinesen, stjóri á
Føroya Fólkaháskúla.
Tað eru mest føroyingar, ið
eru á háskúlanum, men nakrir
útlendingar eru eisini vanir at
vera við. Á skeiðnum í heyst verð
ur eisini ein donsk genta við.
Nógv ymisk skeið
Umframt longu skeiðini, so skipar
Føroya Fólkaháskúli fyri fleiri
øðrum styttri skeiðum. Millum
annað eru skeið at læra føroyskt,
mentan, hiphop, filmsjónleik,
sang, foto, dans, umframt familju
skeið, pensjónistaskeið og annað.
Gott við fleiri háskúlum
Hóast fleiri aðrir háskúlar nú
eru komnir, so heldur Annfinnur
Heinesen ikki, at talan er um
kapping um næmingar.
– Eg haldi tað er gott, at vit hava
fleiri háskúlar. Vit leggja dent á
hvør sítt. Hinir skúlarnir leggja
millum annað dent á matgerð,
ítrótt og á tað vistfrøðiliga og
grøna. Vit leggja meira dent á
tað at mennast sum menniskja
og sum samfelagsborgari og at
stimbra tey skapandi evnini, sigur
Annfinnur Heinesen.
Nýggjur háskúlastjóri
Søkt hevur verið eftir nýggjum
háskúlastjóri, og hann verður sett
ur í næstum. Sjálvur ætlar Ann
finnur ikki at halda fram.
– Eg fari nú at gera meira við
tað, sum er mín áhugi, men sum
eg ikki hava havt so nógva tíð til
seinnu árini. Millum annað sjón
leik og annað, sigur fráfarandi há
skúlastjórin.
Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
Føroya Fólkaháskúli í Havn