Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 20 FRANTS JENSEN Í vár varð greitt, at ein nýggj­ur háskúli fór at síggja dagsins ljós. Talan var um ein háskúla, har landbúnaður og matur er høvuðsgrundarlagið. Men dentur verður eisini lagdur á um­hvørvi og at hugsa grønt. Skúlin hevur ikki fingið navn enn. Fyri stuttum varð Tjóðhild Paturs­son úr Nólsoy sett í stjóra­ starvið. – Eg byrji ikki í starvinum fyrr enn 1. juli, so eg veit ikki heilt enn, hvussu alt verður. Í fyrsta umfari fara vit tó at hava nøkur styttri skeið, men vón­andi kunnu vit fyrst í næsta ári hava nøkur longri skeið, sigur Tjóð­ hild Patursson. Nógv jørn í eldinum Nýsetti stjórin hevur roynt nógv ymiskt í lívinum. Hon hevur millum annað land­bún­ að­ar­prógv frá Búnaðarstovuni í Kollafirði, hon hevur lisið sosio­ logi og hagfrøði, og hon hevur undirvíst í hagfrøði á Setri­num. Hon hevur verið virkin í sjón­ leiki, og hon hevur gjørt nógv við myndatøku. Síðstu árini er hon mest kend sum annar av persónunum aftanfyri Gimbur­ lombini í Nólsoy, sum er ein mat­stova, ið er vorðið eitt mat­ ferða­mál hjá bæði før­oy­ing­um og útlendingum. Embla-virðislønir Fyri stuttum vunnu Gimbur­ lomb­ini Embla-virðislønina sum norður­lendska matferðamálið. Sagt varð millum annað, at tey framúr nýhugsandi fólkini handan Gimburlombini í Nólsoy eru sera dugnalig til at gera alla Nólsoynna og fólkini í bygdini sum ein part av samlaðu ferða­ vinnu­upplivingini og harafturat eisini alt, sum oyggin hevur at bjóða. Hetta verður gjørt á ein sera nýhugsandi og nýmótans hátt. Hinir føroyingarnir, sum vunnu eina Embla-virðisløn, var Veltan í Sandoynni. Tey fingu virðis­lønina norðurlendski rá­vøru­framleiðarin fyri verk­ ætlan­ina Grøna Oyggin, sum fram­leið­ir føroyskt grønmeti á Sandi.  Nú eru tað júst nakrir av per­són­unum aftanfyri Gimbur­ lomb­ini og Veltuna, ið standa á odda fyri nýggja háskúlanum, Katrin Petersen, sum nevnd­ar­ for­kvinna og Tjóðhild Patursson sum stjóri. Matinnuvatión Arbeitt skal verða við mat­innu­ va­tión á nýggja háskúla­num. – Eg havi nokk so fitt av roynd­um við matgerð. Eg vænti at kunna brúka fleiri av teimum royndunum til møgulig skeið, vit kunnu hava á háskúlanum. Til dømis matskeið, bakiskeið, skeið at nýta mjólkaúrdráttir, plantulitingarskeið og annað, sigur Tjóðhild Patursson. Hon sigur seg eisini hava eitt stórt netverk av fólki, sum hava royndir innan ymiska matgerð, har hon kann fáa fólk inn at undir­vísa. Mold – Háskúlin hevur sítt grundstøði í Sand­oynni, og har eru longu fleiri fólk, ið hava fingið sær roynd­ir gjøgnum Veltuna. Allar tær royndirnar ynskja vit eisini at gera brúk av á háskúlanum, og eg ynski eisini at fáa aðrar per­sónar við, ið hava vitan og roynd­ir, sum kunnu geva nakað víðari, sigur Tjóðhild Patursson. Næmingarnir á nýggja há­ skúla­num vera tí eisini við í land­bún­aðinum á ymiskan hátt. Tá ið árstíðin er at seta niður, at fletta og heysta verða næm­ingarnir við í tí arbeiðinum. Arbeitt verður eisini við upptøku og tilgerð av mati. Dentur verður lagdur á alt tað, ið kann vaksa og heystast í Føroyum, og matur, ið kann gerast av hesum. Annað verður tó eisini tikið uppí. – Vit royna at gera alt frá grund­ini av. Tí verður arbeitt Tjóðhild Patursson: ÍVERKSETIN FER AT ARBEIÐA VIÐ MOLD OG MATI – Hetta er ein háskúli, har mold og matur verður sett í hásæti, sigur Tjóðhild Patursson, stjóri á nýggja háskúlanum í Sandoynni. Nýsetti stjórin hevur nógv jørn í eldinum og er millum annað hagfrøðingur, sosiologur, sjónleikari, landbúnaðarfólk, íverksetari, kreativur matgerði og harafturat hevur hon saman við øðrum júst vunnið Embla matvirðislønina