hósdagur 13. juni 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
21
við súrdeiggi, turking, salting og
súrgan. Tað verður ein háskúli,
har vit royna at viðgera alt, ið
fæst úr moldini og av jørðini,
sigur Tjóðhild Patursson.
Fýramánaðarskeið
Ætlanin er at hava fýramánað
arskeið tvær ferðir um árið. Tað
er ikki nakað aldursmark fyri at
sleppa í háskúlan í Sandoynni,
men tað skulu í minsta lagi
vera 10 næmingar fyri at koma
í gongd.
Næmingarnir fara at búgva í
Ísansgarði, og annars fara teir at
brúka bygdaskúlan á Sandi, vera
í vakstrarhúsi, samstarva við
bøndur í økinum og aðrastaðni
kring landið og á útoyggj og
annars at vera úti í bø og haga.
– Vit hava eisini hitapottar, og
harumframt eru frálíka vakur
sandur á Sandi. Har er gott at
vera, sigur Tjóðhild Patursson.
Royndarár
Lýst verður seinni í summar,
hvørji skeið nýggi háskúlin í
Sandoynni fer at bjóða út.
– Tað eru fleiri, ið hava spurt
seg fyri og sum eru áhugað
at koma á nýggja háskúlan. Í
fyrsta umfari fara vit tó at hava
styttri skeið, so at vit fáa nakrar
royndir og fáa tíð at fyrireika
longru skeiðini, sigur Tjóðhild
Patursson.
Hóast hon nú fer at byrja sum
stjóri á nýggja háskúlanum, so
fer hon eisini í framtíðini at
halda á við Gimburlombunum.
– Gimburlombini fylla serliga
nógv um summarið, men ikki so
nógv aðrar tíðir á árinum. Vit
hava eisini onnur fólk at hjálpa
okkum við tí verkætlanini, sigur
Tjóðhild Patursson.
Fígging bara til eitt ár
Landsstýriskvinnan
við
undirvísingar- og granskingar
málum, Hanna Jensen, segði
soleiðis, tá ið tað formliga var
komið upp á pláss fyrst í apríl,
at skúlin kundi byrja.
— Vit hava sett eina millión
krónur av til virksemið í 2019,
soleiðis, at háskúlin í Sandoynni
fær møguleika at gera nakrar
royndir í ár. Hesar kunnu so
verða grundarlag undir at skipa
ein fastan landbúnaðarháskúla
í Sandoynni, sum kann virka
alt árið og hava høvuðsdent
á matvørutilfeingi, dyrking,
framleiðslu og gróður í føroysku
náttúruni, segði Hanna Jensen.
Tjóðhild Patursson hevur
gjørt sær sínar tankar, so at
fíggingin eisini kann halda á í
komandi ár.
– Vit fara at gera eitt tilboð
sum er spennandi og kreativt,
og vit vóna, at tað kann vekja
áhuga hjá fólki, so at tey fara at
ynskja at koma á háskúlan, sigur
Tjóðhild Patursson.
FRANTS@SOSIALURIN.FO
Tjóðhild Patursson,
stjóri á nýggja
háskúlanum í Sandoynni