hósdagur 13. juni 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
22
SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL
T
eir smílast og eru eyð
mjúkir á at líta, tá
ið tíðindafólkið hjá
Sosialinum nevnir
teir slóðbrótarar. Leikararnir
á føroyska landsliðnum venja
í Farum Arena, har seinasti
heimadysturin á hesum sinni
verður leiktur hósdagin klokk
an 18.30 føroyska tíð ímóti
Montenegro.
Sunnudagin
verður seinasti dysturin í
undankappingini til EM leiktur
í Aalborg, tá ið Føroyar vitja
donsku heimsmeistararnar.
Tá kemur fyrsta undankapp
ingin í átta ár at enda, og leikar
arnir kunnu líta aftur á seks
dystir, ið hava sett Føroyar aftur
á hondbóltsheimskortið.
Ferðin hevur verið drúgv
Tað var lætt ikki at koma higar,
og ferðin byrjaði fyri nógvum
árum síðani. Umstøðurnar til
landsliðshondbólt vóru tor
førar í 2011, og ein alt ov langur
steðgur var hildin frá at kapp
ast ímóti teimum bestu. Steðg
urin var tó nýttur væl. Við sera
greiðum ætlanum var arbeitt
fyri at leggja grundarlag fyri,
at føroyskur hondbóltur skuldi
sleppa aftur ímillum stórtjóðir
nar – og at tað fór at eydnast at
vera verandi á hesum støði.
Í januar 2017 var aftur meldað
til luttøku, men tað byrjaði ikki
væl. Kýpros og Grikkaland vitj
aðu í Føroyum í eini kapping,
har vinnarin slapp at taka lut
í undankappingini til EM 2020.
Sera vónbrótandi taptu Føroyar
báðar dystirnar, eftir at hava
brent eina ørgrynnu av møgu
leikum.
Men ein møguleiki var eftir.
Trý tey fremstu liðini í kapp
ingini, Emerging Nations Cup,
fingu seinastu atgongumerkini
til undankappingina. Føroyar
meldaðu seg til, og tá ið avtornaði
hevði Føroyar vunnið allar sínar
dystir. Minniliga finalan endaði
við føroyskum sigri á Turkalandi
við úrslitinum 26-25. Framman
undan høvdu Føroyar eisini
vunnið minniligan sigur á Koso
va, sum endaði á triðja plássið.
Enn sterkari mótstøðu
enn væntað
So var klárt til at luttaka í
undankapping fyri fyrstu síðani
2011, men lutakasti gjørdist ótrú
liga torført. Danmark, Monte
ngro og Ukraina gjørdust mót
støðulini í einum bólki, sum av
røttum kundi metast sum hin
torførasti av øllum.
Men hetta skakaði ikki
leikararnar. Teir fóru undir
fyrireikingarnar til fyrsta
dystin í Montenegro.
Vónirnar fyri einum
úrslitið vóru lítlar mill
um eygleiðarar, men
ikki hjá leikarum.
Størsta bragdið
í føroyskari hond
bóltssøgu gjørdist
veruleiki við 24-24
javnleiki, og heimur
in gjørdist brádliga
aftur varugur við, at
føroyingar dugdu at
spældu hondbólt. Hetta
var samstundis bert
aðru ferð, at eitt føroyskt
lið hevði fingið stig
undir hesi kappingar
skipan. Fyrru ferð var
ein 22-22 javnleikur ímóti
Belgia í høllini á Hálsi í
2004.
Leikararnir komu niður á
ÍTRÓTTUR
Hondbóltur:
Hóskvøldið og sunnudagin spælir føroyska
manslandsliðið seinastu dystirnar í
undankappingini til EM í 2020. Samstundis
verður sett eitt punktum fyri fyrstu
undankappingini hjá monnum í átta ár, og
vónin er at prógva enn einaferð at føroyskur
hondbóltur hoyrir heima á hesum støði
FØROYSKA ENDUR
REISNIN SKAL
VÍSAST FRAM