hósdagur 13. juni 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
23
jørðina aftur eftir ein avsmurn
ing ímóti Danmark, ið stutt eftir
fór til HM og smurdi eina stór
tjóð fyri aðra av.
Og so var um reppið at Før
oyar fingu úrslit ímóti Ukraina í
apríl. Stig spurdust ikki burturúr
Teir 16 leikararnir, ið eru við
á ferðini til hesar seinastu
báðar dystirnar er ikki hin
sami sum fór undir drúgvu
ferðina í januar 2017. Eina
viku undan vónbrotinum hjá
manslandsliðnum tá, spældi
U21 landsliðið seg til HM-
endaspælið. Nú hálvt triðja
ár seinni, er bulurin merktur
av hesum leikarum.
Niklas Simonsen, Sjúrður
Olsen, Áki Egilsnes, Kjartan
Johansen, Jónas Gunnarsson
Djurhuus og Helgi Hildarson
Hoydal, Rói Berg Hansen og
Brandur Halgirsson vóru allir
við til bragdið í Montenegro í
heyst. Til seinastu dystirnar
eru Niklas Simonsen og
Sjúrður Olsen ikki í hópinum,
meðan hinir eru við aftur
hesaferð.
Teir leikararnir sum fara
at spæla mest hóskvøldið eru
væntandi Nicholas Satchwell,
Nicklas Selvig, Kjartan Johan
sen, Jónas Gunnarsson Djur
huus, Peter Krogh, Rói Berg
Hansen, og Rókur Akralíð ella
Helgi Hildarson Hoydal, um
dømast skal út frá seinastu
dystunum.
Afturat teimum fara Áki
Egilsnes, Allan Norðberg,
Hans Eli Sigurbjørnsson og
Rógvi Dal Christiansen at
skifta inn í fleiri førum, og
teir kunnu væl enda við at
fáa nógva tíð á vøllinum.
Brandur Halgirsson og Eirik
ur Simonsen fara at fáa fitt
av tíð í verjustøðu. Spæl- og
liðskiparin, Tróndur Krage
steen og ungi málverjin
Tórður Skorheim Guttesen
verða skiftir inn alt eftir
umstøðunum hjá ávikavist
Jónasi G. Djurhuus og
Nicholasi Satchwell.
Flestu av hesum leikarum
hava verið við til allar
dystirnar í undankappingini,
og venjaratoymið kann fegn
ast um at hava ein so sterkan
bul, ið saman hava vunnið
sær so nógvar royndir.
Men tað er ikki nøkur sjálv
fylgja hjá hesum leikarum
at vera á landsliðnum. Eitt
ovurstórt leikarafeingi er
at velja ímillum, og undan
hesum seinasta umfarinum
hava 30 leikarar vant fram
ímóti hesari uppgávuni og
til tess at styrkja landsliðið í
komandi kappingum. Hetta
gagnaði eisini landsliðnum,
tá ið Hilmar Leon Jakobsen
fekk skaða fáar dagar undan
fráferð. Eirikur Simonsen var
biðin at koma við í staðin, og
hann var púrasta til reiðar,
eins og allir hinir.
Bulurin og leikarafeingið
styrkja hvørt annað, tí um
partur av bulinum brotnar,
so er ein ørgrynna av væl
vandum leikarum at styrkja
hann aftur.
Føroyska endurreisnin er
ikki liðug enn og nógvar av
bjóðingar eru fyri framman.
Størsta avbjóðingin er, at
evropiska hondbóltssam
bandið vil ikki góðtaka før
oysku karmarnar fyri at
spæla altjóða hondbólt.
Eftir venjingina í Farum
Arena mikudagin gleða
leikararnir seg sjálvsagt til at
spæla seinasta heimavøllin,
men allir eru á einum máli
um, at hetta er ikki verandi
loysn, og í fleiri førum iðra
teir seg eisini nakað um at
ikki hava sloppið at spælt í
Føroyum.
Rókur Akralíð og Tróndur
Kragesteen eru einastu leikar
ar í hópinum, ið hava roynt at
spælt undankappingardystir
í Føroyum. Seinast undan
kappingardystir vóru leiktir í
Føroyum var fyri tíggju árum
síðani, og Rókur Akralíð, ið
seinast upplivdi hetta í januar
2008, sigur eisini við Sosialin,
at hann kundi hugsað sær at
hetta gjørdist gjørligt aftur.
Tað er ein púra prógvaður
fyrimunur at spæla á heima
vølli í hondbólti, og Rókur
Akralíð førur millum annað
fram, at ein veruligur heima
vøllur kundi koppað dystir
sum tann ímóti Ukraina til
ein føroyskan sigur.
Í hondbólti og í ítrotti yvir
høvur, verður ofta tosað um
at “raka dagin”. Hetta merkir
at liðið í felag eydnast við so
nógvum sum gjørligt. Har
fara altíð at vera leikarar sum
hepnast meira enn aðrir, og í
hesi undankappingini hevur
tað sæst aftur.
Í bragdinum í Montenegro,
vóru tað serliga vengirnir, Rói
Berg Hansen, Nicklas Selvig og
Allan Norðberg sum eydnaðist
við at fáa bóltarnar í málið,
umframt Jónas Gunnarsson
Djurhuus, sum helst var besti
álopsleikari henda dagin.
Bakkarnir raktu ikki so nógv
sum teir ynsktu, har serliga
Kjartan Johansen og Áki
Egilsnes máttu síggja monte
negriska málverjan forða
fyri sínum royndum. Í teim
um báðum dystunum ímóti
Ukraina eydnaðist tað serliga
væl hjá Kjartani Johansen at
fáa bóltarnar inn, meðan Áki
Egilsnes aftur var óheppin í
summum skotstøðum. Har
afturat mátti Peter Krogh
eisini ásanna at málverjin stóð
fyri í nógvum førum.
Álopsliga er ein vón, at
bakkarnir, Peter Krogh,
Hans Eli Sigurbjørnsson og
Áki Egilsnes fara at hepnast
við eitt sindur fleiri av sínum
eyðkendu dundurskotum.
Hetta hevði givið betri sømdir
í álopinum.
Men tað er fyrst og fremst
í verjustøðu at dagurin skal
rakast. Í málinum hevur
Nicholas Satchwell møguliga
verið besti føroyski leikari
yvirhøvur í hesi undankapp
ingini, Niklas Simonsen var
púra avgerandi í Montenegro,
og gjørdi eisini sítt til at Før
oyar høvdu møguleikar sein
astu løtuna ímóti Ukraina.
Málverjarnir báðir raka eisini
dagin, tá ið verjan stendur til
sítt besta.
Um ein skal gera verju
hondbólt einfaldan, so snýr
tað seg um fyrireiking, stríðs
vilja, skynsemi og hepni.
Fyrireikingina, stríðsviljan
og skynsemi hevur føroyska
landsliðið í ólukkumát. Hepni
kemur leikararnir “raka
dagin”
Bulurin og leikara
tilfeingið er styrkin
Næsta stigið er at
spæla á heimavølli
Skulu “raka dagin”
tíverri, men avrikið bar aftur
boð um, at føroyska landsliðið
hevur ment seg við risafetum
so hvørt sum uppgávurnar eru
vorðnar størri.
Hava prógva seg, men eru
framvegis undirmetttir
Nú eru so seinastu dystirnir í
hesum fyrsta stigið á veg ímóti
altjóða hondbóltstindunum fyri
framman. Føroyska bragdið í
Montenegro gjørdist ikki minni
ansvekjandi eftir at Monte
negro í apríl vann á donsku
heimsmeistarunum. Eitt úrslit,
ið merkir at Montenegro enn
spælir fyri at sleppa til EM-
endaspælið, og fer at leggja alt
fyri ímóti Føroyum hóskvøldið.
Føroyar spæla eisini fyri úrs
liti. Vikuskiftissosialurin fer til
prentingar áðrenn dysturin er
leiktur, so tá ið fólk lesa hesar
reglur um vikuskiftið, so kann
alt hava hent. Tað kann væl
enda við einum greiðum ósigri,
men hesum eru leikararnir
heldur ikki bangnir fyri. Tó
tora teir at seta sær stór mál,
og málið er sum altíð ein sigur.
Eitt stig afturat hevði sera sann
líkt givið beinleiðis atgongd til
næstu undankapping, og tað
er eingin ivi um, at føroysku
leikararnir kenna seg hava
uppiborið at vera við aftur.
Tað kennir hondbóltsheimurin
eisini.