Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 24 JÓANNES HANSEN T íggju milliónir krónur. Tað er minsta upp­ hædd­in, ið tey fýra feløg­ini eru tryggjað, sum nú fyri­reika seg at luttaka í euro­peisku kappingunum. Talan er um HB í meistarakappingini og NSÍ, B36 og KÍ í Europa League. Hetta eru tølini frá í fjør, og roynirnar frá undanfarnu ár­ um siga, at tølini hvørt ár kvinka rætta vegin. Minstaupphæddin hjá HB fyri at luttaka í Champions League er seks milliónir krónur. Týs­dagin verður lutakast. Tá fæst at vita, hvørjum HB skal spæla ímóti í fyrsta innleiðandi um­fari. Um tað eydnast HB at vinna seg víðari úr tí um­ fari­num, so verður UEFA upp­hæddin uppaftur størri. Aftr­at hesum milliónunum er møguleiki fyri inntøku við sølu av sjónvarpsrættindum. Eitt nú fekk B36, sambært 2018 rokn­skapin umleið 700 túsund krón­ur fyri heimadystin ímóti Besikt­as úr Turkalandi. Minstaupphæddin hjá NSÍ, B36 og KÍ fyri at luttaka í Europa League er umleið 1,8 milliónir krón­ur. Um tað eydnast onkrum av feløg­unum at vinna seg víðari í kapp­ingini, so verður sama upp­hædd og eitt sindur aftrat løgd aftrat inntøkuni. Tað kostar at luttaka í euro­ peisku kappingunum – ferða­út­ reiðslur og uppihald – men talan verður um rættiliga fitt avlop. Longu í oktober fingu feløgini, sum luttóku í fjør – Víkingur, KÍ, B36 og NSÍ – pengarnar út­ goldnar. Áður vórðu pengarnir ikki fluttir fyrrenn á sumri árið eftir. Í morgin letur flyting­ar­ vind­eygað upp, og tíðindini um fyrstu flytingarnar hava longu verið at hoyra. Stóru feløgini styrkja seg fyri at økja um møguleikarnar í europeisku kappingunum og fyri at vera betri fyri í FM stríð­ num og fyri at kvalifisera seg at spæla í Europa um eitt ár. Hini feløgini styrkja seg við avlopsspælarum í stóru feløg­ unum. Hjá teimum er málið at sleppa undan niðurflyting. Landsliðspengarnir Í kvøld, leygarkvøldið og sun­nu­ dagin verður trettanda um­far í landskappingini. Síðsta viku­ skifti varð ikki spælt í heim­ligu kappingini, tí tá vóru EM undan­ kappingardystir ímóti Spania og Noregi. Tað er ikki formliga komið uppá pláss, hvussu nógvar peng­ ar feløgini fáa fyri at teirra spæl­ ar­ar eru á landsliðnum. Í síðstu EM undankapping læt UEFA 35 túsund krónur fyri hvønn spælara í hópinum í hvørj­ um dysti. Upphæddin verður neyvan minni í nýggju kapp­ ing­ini. Tað vóru 22 spælarar í hópinum, sum var savn­að­ur í sambandi við EM undan­kapp­ ingar­dystirnar ímóti Spania og Noregi. Tíggju eru farnir av aftur landinum og í útlendsku feløg­ini, sum teir umboða. Tólv eru aftur í føroysku feløgunum, har teir fyrireika seg til av­ bjóð­ing­ina í trettanda umfari í Betri deild­ini. Hesa ferð átti KÍ fýra spælarar á landsliðnum. Víkingur, B36 og HB áttu tveir í part og Skála og NSÍ hvør sín. Um upphæddirnar verða tær somu í hesi EM undan­ kapp­ingini, sum tær vóru fyri fýra árum síðani, so fær KÍ 280 túsund krónur burturúr hesum landsliðsvikuskiftinum, Vík­ ingur, B36 og HB fáa 140 túsund krónur í part, og Skála og NSÍ fáa 70 túsund krónur í part. Tað skilst, at í fleiri feløgum eru avtalur um býtið av peng­un­ um soleiðis, at lands­liðs­spælar­ ar­nir fáa ein part. Fyrsti EM undan­kapp­ingar­ dysturin í hesum umfarinum var 26. mars í Rumenia (1-4). Tá átti KÍ ongan spælara í ferðalagnum. HB átti tríggjar, Víkingur tveir og NSÍ, Skála og B36 hvør sín. Tá vóru nítjan spælarar í hópinum, og ellivu umboðaðu útlendsk feløg. Tveir nýggir í KÍ búnanum Skála – KÍ: Kári J. á Høvdanum fríggjadagin kl. 19.00 Síðstu dagarnar eru tveir nýggir spælarar lagstir aftrat í KÍ hópi­num. Magnus Stamnestrø hevur vant við KÍ í hesi vikuni, og í fyrradagin boðaði KÍ frá, at Semir Hadzibulic, sum frá 2016 og fram til í fjør var stuðuls­ spælari, nú aftur er KÍ spælari. Hvørgin teirra verður við á Skála í kvøld, tí vindeygað letur ikki upp fyrr enn í morgin. Tað er ikki alment enn, men tað ljóðar fyri vist, at Páll A. Ikki við: Bárður Olsen (vøddaskaði 2 vikur), Rógvi Poulsen (vøddaskaði 2 vikur), Jákup Pauli Breckmann (lærkrikin 3 vikur), Jógvan Johannesson (knæið langtíðarskaddur), Hørður Tórsson (økslin 4-5 vikur. Ivasamur: Jobin Drangastein Við aftur: Benjamin Heinesen (eftir leikbann. Ikki við: Róaldur Jakobsen (langtíðarskaddur), Erlendur Magnusson (langtíðarskaddur), Hannes Agnarsson (lærið, nakrar vikur), Rói Mørk Hentze (knæið, 1-2 vikur) Útleigaðir: Sveinur Lava Olsen og Ragnar Samuelsen (til EB/Streym) Ivasamir: Símun Rógvi Hansen (eftir langtíðarskaða) og Michal Przybylski. Við aftur: Magnus Jarnskor (eftir leikbann), Tóki H. Johannesen (eftir skaða), Niklas Kruse (eftir skaða). Nýggir: Sveinur Lava Olsen og Ragnar Samuelsen (leigaðir úr B36) Ikki við: Andras Olsen (krossbandið), Jóhannes Hansen (krossbandið), Arnar Dam (knæið) og Leif Niclasen (fótur) Ivasamur: Rói Zachariasen Við aftur: Tróndur Jensen (eftir leikbann) Ikki við: Brynjar Hlöðversson (fóturin 2 vikur), Andreas Breimyr (fóturin 1-2 vikur) Tøkur aftur: Karl Løkin (eftir vøddaskaða) Farin at venja aftur: Gunnar Christiansen Nýggir: Hans Jákup Lervig og Milan Svojic (leigaðir úr Víkingi) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR ÍTRÓTTUR Upptakt 13. umfar: Fyritreytirnar eru heilt ymiskar hjá feløgunum at keypa, nú flytingarvindeygað letur upp í morgin SPÆLA UM NÓGVAR PENGAR ÍF