hósdagur 13. juni 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
25
Klettskarð, sum síðani í heyst
hevur verið í italskum fótbólti,
er á veg aftur til Klaksvíkar og
KÍ.
Tað er altíð torført hjá KÍ á
Skála. Soleiðis var tað eisini
trettanda mai, tá ið KÍ vann
1-0, og Jákup B. Andreasen var
einsamallur málskjútti.
Kanska hevur flótandi og
hugflogsríka fótbóltsspælið
higartil í ár verið betri á Skála,
enn tað hevur verið hjá nøkrum
øðrum liði. Tað eru málini, sum
telja, og tølini siga, at Skála
hevur tapt sjey tær seinastu
ferðirnar – fimm ferðir í
landskappingini og tvær ferðir
í steypakappingini.
Í fyrra heimadystinum ímóti
KÍ vóru tað síðstu løtuna ellivu
skálamenn ímóti tíggju KÍ
spælarum, tí Simen Sandmær
varð útvístur í 80. minutti. Ta
ferðina bjargaði Skála málverjin,
Karstin Hansen, brotssparki,
sum Jóannes Bjartalíð royndi
seg við. Síðsta vikuskifti
vóru teir báðir millum
teirra, sum vóru burturi í
landsliðsørindum.
Hesar upphæddirnar eru
bara fyri EM undankapping
ardystir og ikki fyri HM undan
kappingardystir.
Tveir nýggir í EB/
Streymamenn
EB/Streymur – Víkingur: Dagfinn
Forná leygardagin kl. 18.00
Tíggju tær seinastu ferðirnar er
Víkingur farin av vøllinum við
úrtøku – í átta landskappingar
dystum og tveimum hálvfinalum
í steypakappingini. Úrtøkan í
landskappingini er sjey sigrar
og ein javnleikur. Javnleikurin
var trettanda mai í Sarpugerði,
tá ið EB/Streymur fór til hús við
einum stigi. Úrslitið var 1-1. Stutt
undan steðginum legði Ragnar
B. Danielsen gestirnar framum
við brotssparki, og tjúgu
minuttir undan leikloki javnaði
Vukasin Tomic eftir horna.
Hetta var fyrsta og higartil ein
asta málið hjá miðverjanum í
Víkingabúnanum.
Leygarkvøldið fær EB/
Streymur í Hólmanum á Eiði
vitjan av Víkingi. Síðani javn
leikin í Sarpugerði hevur EB/
Streymur einki stig vunnið.
Tríggir dystir eru taptir við
samlaða málmuninum 5-18.
EB/Streymur hevur í B36
leigað tveir spælarar, sum hava
loyvi at spæla við í morgin. Teir
eru 18 ára gamli Sveinur Lava
Olsen og 19 ára gamli Ragnar
Samuelsen.
Halda stevnu við
sjey sigrum á rað
NSÍ – AB: Alex Troleis kl. 19.00
Eystanstevna er hetta vikuskift
ið í Runavíkar kommunu. Tí
verður dysturin hjá NSÍ ímóti
AB leygarkvøldið steypadystur.
Gongdin hjá hesum báðum
feløgunum hevur verið heilt
hvønn sín vegin. Tá ið tey 12.
mai hittust við Løkin vann NSÍ
5-1. Síðani tá hevur NSí í trimum
dystum vunnið fulla úrtøku við
málmuninum 14-2. AB hevur
vunnið eitt stig – 2-2 ímóti TB –
og tapt tveir við málmuninum
6-2.
Fyri tveimum vikum síðani
tapti AB 2-1 í Klaksvík. Argja
menn vóru á odda, inntil vanliga
leiktíðin var um at vera farin.
Annað KÍ málið luktaði av rang
støðu, akkurát sum annað B36
málið gjørdi tað, tá ið AB 30.
mars tapti 2-1 á heimavølli, eftir
at AB var á odda, inntil vanliga
leiktíðin var um at vera farin.
Tað hevur ljóðað, at AB
hevur arbeitt við at fáa nýggjar
spælarar til felagið, men enn
hevur einki verið at frætta
um, at ætlanin er vorðin til
veruleika.
Ímóti AB skoraði Klæmint
A. Olsen trý av teimum fimm
málunum. Tølini siga, at lands
liðsframherjin er í hopla. Hann
hevur í trimum dystum skorað
sjey mál.
Síggja ljóst uppá tað
ÍF – HB: Bjarki Danielsen
sunnudagin kl. 15.00
HB hevur ikki altíð vunnið fulla
úrtøku í Fuglafirði. Fyri einum
mánað síðani eydnaðist tað, tí tá
skoraði HB tvey mál miðskeiðis í
seinna hálvleiki og vann 2-0.
ÍF er illa spert á støðutalvuni,
men Hans Jørgen Djurhuus,
annar av venjarunum, sær ikki
so svart uppá tað:
-Um tað eydnast at vinna stig
undan summarsteðginum, so
verður talan um eyka bonus. Vit
arbeiða miðvíst fyri at koma fyri
okkum. Meðan hini liðini eru í
fullgóðari venjing, so eru vit
myndaliga sagt í februar/mars,
men vit flyta okkum skjótt rætta
vegin. Milan Svojic er ætlaður at
spæla framrættað og sentralt, og
Hans Jákup Lervig er ætlaður
til leiklut framrættað í vinstru.
Teir báðir eru við til at økja
um kappingina um plássini.
Dánjal á Lakjuni hevur verið
nógvs skaðadarvaður, men nú
er hann komin seg heilt, sigur
Hans Jørgen Djurhuus.
B36 skal ansa sær
TB – B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00
Undanfarnu árini hevur B36
ofta kiksað á útivølli ímóti
lægru støddu liðunum, sum
hava vunnið eitt stig. Higartil
í ár hevur B36 tapt á útivølli
ímóti Víkingi og NSÍ og vunnið
tríggjar ferðir – ímóti EB/
Streymi, AB og Skála.
Tá ið TB fyri einum mánað
síðani var í Gundadali, vann B36
1-0. Tá bjóðaði TB av, og fleiri
ferðir var møguleikin at javna.
B36 hevur vunnið fimm tær
seinastu ferðirnar. Síðani ímóti
B36 í Gundadali hevur TB vunnið
fýra stig – 1-0 á heimavølli ímóti
ÍF og 2-2 á Argjum.
Við aftur: Simen Sandmæl (eftir
vøddaskaða)
Skaddir: Óli Eyðsteinsson
Poulsen (knæið) og Jesper Brinck
(vøddaskaði)
Givin: Takuya Matsunaga (farin av
landinum)
Við aftur: Bárður J. Hansen (eftir
leikbann)
Skaddur: Øssur Dalbúð (fóturin
langtíðarskaddur)
Ivasamur: Petur Knudsen
(akslaskaði)
Tøkur aftur: Ronni Møller-Iversen
(eftir leikbann)
Skaddir: Søren B. Nielsen (fóturin
óvist hvussu leingi) og Edvin
Jakobsen (knæið 2 vikur)
Við aftur: Luc Michael Jeggo (eftir
leikbann)
Skaddir: Poul Ingason (armurin
6 vikur), Regin í Lágabø (knæið
langtíðarskaddur)
Burturstaddur: Andrias Sørensen
VÍKINGUR
SKÁLA
NSÍ
Ikki við: Hans Jákup Lervig og
Milan Svojic (útleigaðir til ÍF)
TB
KÍ
Betri deildin menn støðan
NR.
LIÐ
D
V
J
T
VM
TM
MM
S
1
KÍ
12
9
2
1
31
10
+21
29
2
NSÍ
12
9
1
2
33
12
+21
28
3
B36
12
9
0
3
21
12
+9
27
4
Víkingur
12
8
2
2
25
15
+10
26
5
HB
12
6
3
3
25
16
+9
21
6
Skála
12
5
0
7
15
14
+1
15
7
TB
12
3
3
6
11
24
-13
12
8
EB/Streymur 12
2
1
9
15
32
-17
7
9
ÍF
12
1
1
10
9
29
-20
4
10
AB
12
1
1
10
14
35
-21
4
Fimm favorittar
Seinastu árini hevur
heimasíðan hjá
Fótbóltssambandinum
havt tipping, har trý
miðlafólk hava tippað um
komandi umfar. Í ár hevur
Sosialurin yvirtikið hendan
leistin. Sostatt verður tað í
Sosialinum, at tú kanst lesa
um tippingarnar. Fyribils
verður talan um at seta
1, X ella 2 við hvønn dyst.
Eftir hvørt umfar verður
stigatalvan gjørd upp, har
tippararnir fáa eitt stig fyri
rætta tipping.
Tippararnir eru teir somu
sum vóru á heimasíðuni
hjá Fótbóltssambandinum.
Teir eru Leivur Frederiksen,
ítróttarredaktørur í
Kringvarpinum, Jákup Ósá,
ítróttarskrivari á bolt.fo og
Norðlýsinum, og undirritaði,
Tróndur Arge.
Tipping:
Tipping 13. umfar:
LEIVUR FREDERIKSEN:
SKÁLA-KÍ X
NSÍ-AB 1
TB-B36 2
EB/STEYMUR-VÍKINGUR 2
ÍF-HB 2
JÁKUP ÓSÁ:
SKÁLA-KÍ X
NSÍ-AB 1
EB/STREYMUR-VÍKINGUR 2
TB-B36 2
ÍF-HB 2
TRÓNDUR ARGE:
SKÁLA-KÍ 2
NSÍ-AB 1
EB/STREYMUR-VÍKINGUR 2
TB-B36 2
ÍF-HB 2
STIGATALVAN:
1. LEIVUR FREDERIKSEN
42 STIG
2. JÁKUP ÓSÁ
39 STIG
3.TRÓNDUR ARGE
35 STIG