Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 26 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 2. partur N ú leygardagin verður minnis­ varðin avdúkaður fyri teir svín­oyingar, sum eru deyðir av vanlukkum á sjógvi og á landi. Hetta er seinni partur av hugleiðingum um fólk og lív í Svínoy. Í fyrra partinum bleiv greitt frá Mallu Jacobsen, sum livdi alla seinastu øld, og sum er ein rættilig ímynd av liviumstøðurnar í hennara tíð. Eitt dømi er, tá ið hon sum ung skuldi fara úr Svínoy til Havnar við einum ulla­ sekki. Fyrst varð hon førd við báti yvir á Depil á Borðoynni. Hagani var gingið yvir fjøll til Klaksvíkar, har tað varð gist. Dag­in eftir var farið við báti til Gøtu, har eisini mátti gistast, til fartur var til Havn­ ar. Dagin eftir var farið til gongu yvir á Skipa­nes, hagani mjólkarbáturin fór til Havnar. Í dag kann sami túrur gerast uppá 15 minuttir við tyrlu! Tað at vera fiskimannakona og ikki minst á eini útoyggj hevur kravt sín “mann”. Konan skuldi jú skipa fyri stórt sæð øllum. Og Malla var ótrúliga røsk. Tá ið hon var um tey 100 árini bakaði hon framvegis breyð, og tey vóru knoðað á gamla hátt. Boksin var altíð full av breyði, tí fall hon frá, skuldu “dreingirnir” ikki hava breyðmangul fyrstu dagarnar! Malla varð í Svínoy meginpartin av lív­ in­um. Men kortini upplivdi hon nakað sum fáur annar. Hon hevði verið umborð á einum kavbáti! Tá ið systkinabarnið, Páll Róland, varð føddur í 1924, stóð so illa til, at neyðugt varð at senda boð eftir lækna. Men hesin var staddur í Havn, sum tá hevði kavbátavitjan. Besti møguleiki at fara til Svínoyar var við hesum kavbáti, har Malla saman við øðrum slapp at vitja umborð. Nýggj vinna í oynni Í Svínoy hava eisini verið royndir at menna oynna vinnuliga. Malla og Edvard fingu fýra synir, sum allir hava verið raskir sjó- og fiskimenn eins og pápin. Sonurin, Bjarni, stóð fyri tí vinnuliga virkseminum í oynni við smoltstøðini, sum gav vinnuligu arbeiðsplássini, so leingi hon var virkin. Smoltstøðin mátti gevast við laksinum, men nú er tað sonurin, Sjúrður, sum á gomlu alistøðini er í ferð við at byrja aling av rognkelsum, sum skulu vera við til at basa laksalúsum,. Hetta er ein rættilig nýhugsan, sum mong fylgja við áhuga. Kom at skjóta seg sjálvan Ein syrgilig frásøgn í bókini „Minniligar hendingar“ var henda: Í 1928 hendi ein vanlukka umborð á John Bull, har Símun Poulsen, seinni kendur frá Polo, var skipari. Teir vóru á Eysturlandinum og royndu á Nesgrunninum. Símun spurdi fyrra bestamannin, Jóan Símun í Fugloy, um teir kundu fara at skjóta ritur til agn í lýsingini. Jóan Símun rópti Hans Marius, beiggja skiparan, um at koma við sær. Hans Marius visti ikki, at byrsan var lødd. Tá hann skuldi rætta Jóan Símuni hana, gekk skotið av og rakti Hans Marius so meint, at hann doyði. John Bull sigldi inn á Seyðisfjørðin, lækni kom umborð og staðfesti, at maðurin var deyður. So varð fjarritað til reiðaran, Kjølbro, at spyrja, um teir skuldu koma heim við líkinum. Teir fingu alt fyri eitt svar, at tað kundu teir. Annars var tað mest vanligt, at menn í hesi støðu vórði jarðaðir í Íslandi. Hesin tilburður tók Símuni so dygt, at hann fór ikki við, tá ið farið varð avstað aftur at gera túrin lidnan. Hans Marius hevði ikki ætlað sær at fara við henda túrin, men Símun hevði yvirtalað hann. Ernestina Svínoy varð eisini rakt av vanlukkuni við Ernustinu í 1930. Hetta var, tá ið teir sigldu á eitt sker á Suðulandinum eitt illveðurskvøld. Manningin bjargaði sær í fyrsta umfari við at fara upp í rigningin. Men tá ið tað lýsti morgunin eftir, vóru átta av manningini farnir á sjógv og drukn­ að­ir. Tummas Thomassen í Svínoy var ein teirra. Tá er tað, at Ziska Jacobsen gjørdi tað bragd, at hann svam í land við eini línu og hetta bjargaði restini av manningini. Son­ur Tummas, Kaj, var ein teirra sum varð bjarg­aður. Ein maður doyði kortini eftir at vera komin í land. Ein beiggi Ziska, Jákup, búsettist í Svín­ oy. Tað kann lesast meira um hesa hending í bókini “Havið tók teir”. Bókin kann eisini lesast á heimasíðuni: www.olijacobsen.com Druknaðu á veg heim av samfelagsmøti Ein heilt serlig vanlukka rakti Svínoy í 1937. Tveir svínoyingar, Jóannes á Váli og Tummas Jacobsen, høvdu verið í Havn á samfelagsmøtum hjá Brøðrasamkomuni. Á seinasta møtinum sunnukvøldið hevði Jóannes talað og hevði m.a. sagt: “Eitt er vist, at á næstu samfelagsmøtum verða ikki øll, ið eru stødd her, á lívi!” Tá kundi Jóannes ikki vita, at hann skuldi vera millum teir fyrstu. Mikudagin aftan á, tann 1. desember, fara teir báðir aftur til Svínoyar við Britons Pride. Tá hendi ein vanlukka, og teir báðir druknaði saman við tveimum øðrum. Hetta var sjálvandi ein øgiligur hvøkkur fyri øll og ikki minst fyri samkomuna. Eisini bjargingarbrøgd Ein hjún, sum vit blivu sera væl við í Svínoy, vóru Solveig og Poul Meyer Olsen. Tað hava verið nógvar hugnaligar løtur í teirra heimi. Søgan hjá Poul Meyer var eisini søgan um nøkur serstøk bjargingarbrøgd, sum ikki eiga at vera gloymd. Hjalmar Hátún var lærari í Svínoy frá 1924 til 1938. Hann legði dent á at læra børnini at svimja. Tí var ein svimjihylur gjørdur nærindis bygdini. Hetta kom rættiliga Hjalmari til góða ein dagin í 1935, tá ið Ásbjørg, dóttir hans­ ara. fór á bláman niðri í fjøruni. Hóast hon bara var trý ára gomul, mintist hon hend­an dagin so sera væl. Hon mintist, at meðan hon lá á sjónum, fóru svínoyingar at draga bát. Men tá ið báturin var drigin, vóru ongar árar, so farast mátti niðan í bygd­ina eftir árum. Hetta tók sjálvsagt sína tíð, sum kundi gerast avgerandi fyri møgu­leik­anum at bjarga gentuni. Men tá kom tann 17 ára gamli Poul Meyer leypandi. Hann var longu av bestu svimjarum, og hjá hon­um var einki at bíða við. Hann legði á bláman og svam út til Ásbjørg og fekk hana til lands. Tá var hon illa stødd, og bæði minnast, hvussu hon tók fast um háls­in á Poul Meyer, so hann mundi mist ond­ina. Ásbjørg greiddi frá, at tá hon er á veg niðan í lærarahúsini, kom pápin stór­leyp­ andi í berum undirbuksum. Hetta helt Ás­bjørg vera sera flovisligt, og hon spurdi páp­an, hví hann ikki var ílatin: “Ja, men eg komi jú at bjarga tær!” Tá hevur pápin sæð tilburðin frá lærarahúsunum, sum eru ovar­laga í bygdini, og hann er lopin avstað, sum hann stóð. Árið eftir fekk Poul Meyer Carnegie heið­urslønina fyri sítt bragd. Eisini fekk hann 300 krónur í heiðursgávu, sum tá var ein hálv ársløn hjá fiskimanni. Hóast ta eru fleiri sorgarsøgur í Svínoy, so eru eisini frásagnir um bjargingarbrøgd og um menn, sum bóru boð í bý SIÐSØGA BJARGINGARBRØGD Í SVÍNOY Jóannes doyði tríggjar dagar eftir, at hann hevði sagt á samfelagsmøtum í Havn, at um eitt ár eru fleiri okkara farin foldum frá. Ásbjørg hittir í 2002 sín bjargingarmann, Poul Meyer.