hósdagur 13. juni 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019
SOSIALURIN 67
27
Komandi partur
Í komandi parti hava vit fjórða
og seinasta part av frásøgnini
hjá John Eliassen.
Tað er ikki so løgið at hendan hending
gav eitt inniligt samband millum tey bæði,
og merktist hetta tann dagin, tey hittust í
100 ára føðingardegnum hjá Mallu í 2002.
Her skal eisini vera greitt frá einum
øðrum bjargingarbragdi hjá Poul Meyer.
Tað var undir krígnum, at svínoyingar
varnaðust eina gummiballu uttanfyri lend
ingina. Hetta var tilfar, sum kundi nýtast
til at gera gummiskógvar burturúr, og hes
um var stórur tørvur á tá á døgum.
Teir flotaðu bát, men tá báturin verður
leysur, verður ein maður fastur og fer á
bláman. Hann fer undir, og Poul Meyer
hugsaði, at her mátti okkurt gerast, og
hann greiddi frá: “Eg meddaði eftir, hvar
hann mundi vera. So krøkti eg føturnar
fastar í bekkin, og so rendi eg høvdið
niður í sjógvin.” Poul Meyer var av størstu
monnum, so hann rakk rættiliga langt
niður. So heppið var tað, at hann kom beint
á mannin, og fekk hann hálaðan upp, so
hann fekk tikið fast í bátin. Tá var neyðugt
at rógva út frá landi og so taka mannin inn.
Pól helt, at her mátti ein hægri makt hava
verið uppi í. Men dirvið og skil hjá Poul
Meyer mundi eisini hava átt sín part.
Jóan Jakku sá jólaskipið fara
Ein kendur svínoyingur í Havn var Jóan
Jakku Mortensen. Vit hittust eisini onkun
tíð í Svínoy. Hann greiddi eina ferð frá, at
hann var millum teirra, sum sá jólaskipið
fara í Fugloyarfirði í desember 1941. Teir
stóðu nógvir menn á Svínoyareiði og
eygleiddu skipið í tess deyðskampi. Eina
ferð kemur eitt grovt æl, og tá ið tað
klárnaði í aftur, var skipið horvið. Jóan
Jakku fór saman við øðrum heim í bygd
ina. Har hoyra teir, at tað er frætt í tele
fonini av Kirkju, at ein flaki við nøkrum
av manningini var á veg móti Svínoyareiði.
So avstað aftur, men flakin koppaði og
menninir druknaðu, uttan tað bar til at
hjálpa teimum. Tvey lík skolaðu uppá land
í Svínoy. Henda vanlukkan kostaði 25-30
monnum lívið.
Jóan Jakku sigldi eisini vandasjógv
undir krígnum. Í 1944 fór hann til Íslands
at rógva út frá Norðfjørðinum. Hann fór
yvir við "Royndini Fríðu". Siglt var skjótt
og hildið var, at betri var at sigla skjótt fyri
at sleppa undan minum. Jóan Jakku dámdi
sera væl í Íslandi. Hann kom heim við
"Mjóvanes", sum hevði fiskað sild í Íslandi.
Tað var so nógv fólk umborð, at fleiri máttu
sova í lastini. Teir komu eisini at merkja,
at teir sigldu vandasjógv. Eina ferð sprakk
eina mina undan skipssíðuni, meðan teir
sigldu. Hevði hon brostið, kundi hetta
blivið størsta vanlukka undir krígnum, tí
30-40 mans vóru umborð.
Bóru boð í bý
Svínoy eigur eisini søgu um, hvussu menn
á undursama hátt bóru boð í bý. Hetta
var tá ið Fuglberg eins væl kundi gingið
burtur í 1946. FF-blaðið kundi í 2004 bera
hesa frásøgn hjá Poul Jacobsen í Svínoy.
Skipari var Poul Justinussen, eisini kendur
svínoyingur.
Á ferðini heim til Føroyar fingu teir eitt
slíkt brot, at skipið snøgt sagt bóltaði rút.
Alt var í sori, og teir róku fyri vág og vind í
fleiri dagar uttan mat og vatn. Men at
enda fingu teir samband við onnur skip og
vórðu bjargaðir. Hetta er ein kend hending
í okkara skipasøgu.
Poul var góður frásøgumaður, og hann
var eisini ein av keldunum til bókina um
Kjølbro, sum kom út í 2015.
Handlar í Svínoy
Í bókini um Kjølbro er frásøgn um handlar í
Svínoy.
Ole Hans Hans-Petersen, Óla Hans í
Garði (1872-1938) og Kjølbro høvdu starvast
í Klaksvíkshandilinum. Stutt eftir at Kjøl
bro fekk egið handilsvirki, fór Óla Hans í
Garði at handla fyri Kjølbro í Svínoy.
Svínoy lá væl fyri til útróður, tí har
kundi rógvast út bæði av eiðinum og víkini.
Óla Hans tók móti fiski. Hann flakti, saltaði
og turkaði hann, og bátur kom frá Kjølbro
eftir fiskinum og hevði handilsvøru við.
Tað var á einari slíkari ferð, at báturin Carl
Juul fór á land og sakk undir Borðoyarnesi
í 1927 við fullari last av klippfiski.
Tey turkaðu eisini skipsfisk í Svínoy.
Polo landaði í fleiri ár saltfisk úti í Svínoy.
Tað gjørdu skipini Haraldur og Polarstjørn
an eisini. Fiskurin varð førdur í land við
lossijaktum. Øll fjøran kundi vera avbreidd
við fiski. Tað var ikki bara Kjølbro, sum
kom við fiski. Fjøran var tí býtt millum
tey, sum áttu fiskin. Konufólkini vaskaðu
fiskin í hyljum niðri í fjøruni, sum var tað
vanliga tá. Óla Hans stóð fyri arbeiðinum.
Tá ið fiskurin var liðugt virkaður, komu
motorbátar úr Klaksvík eftir honum.
Familjurnar Gaard og Kjølbro komu
at kennast væl. Elsti sonurin, Jóhannes
Gaard, ið blaðungur fór til Havnar í real
skúla, búði altíð hjá Kjølbro á ferð til og
úr Havn. Julius Gaard og Óli Gaard, sum
báðir gjørdust skipsmenn, vóru mestsum
húsfólk hjá Kjølbro og seinni hjá soninum
Poul Nolsøe. Dóttirin, Ebba, kom at tæna í
húsinum hjá Kjølbro og fór seinni oman í
handilin á Biskupsstøð, til hon giftist í 1934.
Heilir tríggir handlar vóru tá í Svínoy,
sum tóku fisk: Óla Hans í Garði, Jógvan
Justinussen, uppi í Húsi og Mikkjal Olsen
úti á Bø. Hesir seinni høvdu handilssam
band ávíkavist við O.F. Joensen og J.C.
Isaksen. Teir vóru allir í 1919 við at stovna
Norðoya Sparikassa, sum kom at hava so
sera stóran týdning fyri allar Norðoyggjar.
Vónandi kunnu hesir søgustubbar
hava áhuga upp undir henda stóra dagin í
Svínoy leygardagin.
Jukim Olsen var ein sera kendur svínoyingur. Her fær hann eitt prát við enska
ortodoksa jødan David, sum fleiri ferðir hevur verið aftur í Føroyum, og í Svínoy, aftur.
Annilena og Jóan Jakku. Jóan Jakku sá í 1941 jólaskipið berjast fyri lívinum.
Poul Jacobsen var við Fuglberg
minniligu ferðina, tá ið nógv stóð á.
Másin sum umframt alt annað eisini flutti olju í tunnum til Svínoyar.