Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juni 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JUNI 2019 SOSIALURIN 67 28 Viðmerkingar til fólkatingsvalið Zakarias Wang Vit hava havt eitt sera áhugavert fólka­tings­val. Úrslitið var, at tríggir flokkar fóru fram. Framgongdin var í prosentum: Fólkaflokkurin: + 5 % Sambandsflokkurin: + 4 Javnaðarflokkurin: + 1 Ein flokkur,Sjálvstýri, stóð í stað Tveir flokkar fóru aftur. Afturgongdin var í prosentum: Framsókn: - 1% Tjóðveldi: - 6% Teir flokkar, sum sita í lands­ stýris­samgonguni, mistu sostatt 6%, meðan andstøðan fór 9% fram. Men hví høvdu vit  yvir­høv­ ur fólkatingsval? Tað var so ikki tí, at vit høvdu biðið um tað. Vit høvdu livað í okkara egna ríki til 1848 og høvdu givið kongi einaveldi, so hann slapp at ráða øllum. Men 22. mars 1848 boðaði hann frá, at hann legði einaveldi frá sær og bert skuldi gera tað sum ráðharrar hansara bóðu hann um at gera. Tá læt hann valdið í Danmark frá sær til danir, og valdið í okkara ríki til okkara, sum her búgva. Men teir donsku ráðharrar, sum skuldu seta kongsins boð í verk hjá okkum, og tí síggja til at útnevna ráðharrar at stýra tí, aktaðu ikki kongsins boð og søgdu, at vit ikki vóru eitt land í ein­um ríki fyri seg, men at vit vóru ein partur av Danmarkar ríki og tí skuldu velja menn á danating at stýra øllum Danmarkar ríki, men ikki stýra okkara egna ríki, tí tað skuldi danska stjórnin gera. Men henda stjórn hevði  ikki  rætt at stýra nøkrum sum helst her hjá okkum. Fyri at danska stjórnin skuldi kunna fáa rætt at stýra okkum, hevði verið henni neyðugt at fáa eina samtykt frá øllum okkara ríki um at vit vildu innlimast í Danmarkar ríki. Tað var ikki nóg mikið at ein partur av ríki okkara játtaði. Tað var heldur ikki nóg mikið, at Danmark samtykti at vit vóru ein partur av Danmark. Vit skuldu spyrjast. Við várskipinum 1851 komu harraboð frá donsku stjórnini, at føroyingar skuldu velja tveir umboðsmenn á danating. Boðini vóru ólóglig, tí tey vóru í andsøgn við fólkarættin, sum segði, at vit skuldu hava okkara egnu stjórn, og at danska stjórnin onga heimild hevði til at leggja upp í okkara innanríkismál. Ætlan stjórnarinnar var eisini, at eitt annað land í ríki okkara, Ís­land, skuldi vera umboðað á dana­tingi. Men Ísland fekk øðr­ vísi viðferð enn Føroyar, tí teir vóru spurdir um teir vildu fáa um­boðan, og tá teir søgdu nei, var teirra serliga valda samkoma, sum hvørki vit ella grønlendingar høvdu fingið loyvi til at velja umboðs­menn á, send til hús av danska valdinum. Treytirnar sóu annars laga­lig­ar út. Meðan donsku umboðs­menn­ inir sjálvir skuldu krevja skatt av sínum veljarum fyri at fáa løn fyri at sita á tingi, sluppu føroysku umboðini undan, tí danir guldu fyri teir. Tað einasta sum kravdist av føroysku umboðsmonnunum var at teir skuldu geva eið uppá at halda ta grundlóg, sum danir høvdu gjørt fyri sítt ríki. Henda danska grundlóg var ikki grundlóg Grøn­lands, Føroya og Íslands, tí hetta ríki hevði framvegis sína egnu hægstu lóg, sum bert tey, ið har búðu, kundu broyta - ella av­taka við at innlima seg í Dan­ mark­ar ríki. At hetta var okkara veruliga fólkarættarliga og statsrættarliga støða visti danska stjórnin alt um, men hesar upplýsingar krógvaði hon fyri okkum, so vit fingu einki at vita. Tað hon segði okkum, var at vit vóru ein partur av Danmarkar ríki, og tí vóru undir tí grundlóg, danir høvdu samtykt. Okkara menn á danatingi høvdu tí ongan møguleika fyri at vísa hesum ósannindum aftur. Men í 1905 gjørd­ist Noreg sjálv­støðugt ríki. Norska stjórn­in hevði altíð verið misnøgd við frið­ ar­sáttmálan frá 1814, sum segði at Grønland, Føroyar og Ísland – 85% av Noregs ríki – ikki skuldu fylgja við, tá Noreg varð latið Svøríki. Illa lá fyri at krevja alt hetta aftur, men teir hildu, at tað har eingi búði, kundi roknast fyri harraleyst umráði, og at tað bar til at leggja tað undir seg. Norðmenn vóru tí á veiðiferðum har, og summir veiði­ menn búðu har um veturin við. Teir settu tó ikki beinleiðis búgv har við konum og børnum. Í 1931 lýstu norsku veiði­menn­ inir ein part av Eysturgrønlandi at vera norskt umráði. Danska stjórnin helt, at hervið fóru teir um mark, og legði málið fyri altjóðadómstólin í Haag í Niðurlondum. Har fekk málið eina sera nágreinliga við­gerð av heimsins mætastu fólka­rætt­ar­ ser­frøðingum. Fremsta danska uppáhaldið var, at í 1814 vóru Grønland, Før­ oy­ar og Ísland partar av danska rík­inum og høvdu har støðu sum donsk hjálond. Nær hesar oyggjar vóru blivnar danskar vistu danska stjórnin ikki rættiliga at tíðarfesta, men segði at tað var ógvuliga langt síðani. Norska stjórnin førdi fram, at Noreg og Danmark til 1814 vóru í einum sambandsríki. Treytirnar fyri hetta samband vóru munnliga ásettar millum partarnar frá 1380, tá oldurabbasonur Sverra úr Kirkjubø gjørdist kongur í báðum ríkjum, og vóru nágreinliga ásettar skrivliga í tí fólkarættarliga sam­ bands­sátt­málanum, sum part­ ar­nir skrivaðu undir upp á 29. august 1450. Stats­rættarliga vóru við­ur­skiftini ásett við teimum stjórn­arskráum (kon­stitutiónum), rík­ini hvørt í sínum lagi høvdu sam­tykt í 1661. Hjá dómarunum var eing­in ivi. Sjálvt tann danski bráð­feingis­ dómarin samtykti, at í 1814 vóru Grønland, Føroyar og Ísland ikki partar av kongsríkinum Danmark, men av kongsríkinum Noreg, sum var í einum sambandsríki saman við Danmarkar ríki sambært allar teir sáttmálar, sum gjørdir vóru partanna millum. Tað sum var hent í 1814 var tí, at Noregs ríki var deilt millum sambandssríkið Noreg/Danmark og Svøríki. Tey 15% av Noregi, sum Svøríki fekk, vóru nú leys av øllum teimum sáttmálum, sum higartil høvdu verið galdandi  Danmarkar og Noregs millum. Fyri hini 85% av Noregi vóru allir teir sáttmálar, sum høvdu verið galdandi til 1814, fram­vegis í gildi. Sambandsríkið var tí til við sama lag, og tað var hetta sambandsríki, og ikki kongs­ríkið Danmark, sum altjóða­ dóm­stólurin í 1933 segði hava yvir­valds­rættin yvir øllum Grøn­ landi. Tað vit kunnu harmast um, er at friðarsáttmálin 1814 ikki segði nakað um hvat ið hesi 85% av  Noregs ríki skuldi eita, men bert ásetti, at tey 15% skuldu hava navnið Noreg. Men sjálvandi eru tað tey, ið búgva í einum ríki, sum áseta navnið. Eftir at dómurin í Haag var fall­in í 1933 var tí skilligt, at kongs­ríkið Danmark ongan rætt hevði havt at stýra Grønlandi og Føroyum síðani 22. mars 1848. Grøn­land og Føroyar vóru eitt sjálv­stýrandi rík,i sum á jøvnum føti var í sambandi við Danmark um uttanríkispolitikk. Tað sum nú hendi í hesum valstríði til fólkatingsvalið 2019 var merkisvert. Flokkarnir kravdu størri uttanríkispolitiskar heimildir. Tað vit hava rætt til eftir al­ tjóðarætti er at hava javnbjóðis rætt við Danmark í málum um krígs­luttøku. Av tí at avgerð um at fara í kríggi er lagnutyngsta avgerð, sum takast kann í uttan­ ríkis­politikkinum, vil hetta siga, at allar smærri avgerðir í utt­an­ ríkis­politikkinum skulu takast av okkum og dønum á jøvnum føti. Tí var tað ólógligt av donsku stjórn­ ini at fara í kríggj í Irak uttan loyvi frá trygdarráðum í ST tá bæði Grøn­land og Føroyar søgdu nei. Tað ríki, sum leypir á eitt annað ríki uttan lógliga heimild, hevur mist allan rætt. Hevði Danmark í 1941 latið seg tøla at fara í kríggj ímóti Russlandi, kundi eingin  í 1945 havt forðað russum at tikið ikki bert Danmark, men eisini Føroyar og Grønland. Men um aldar­skiftið hevur danska stjórnin vavt okkum inn í fleiri óneyðug kríggj. Einki er so lætt sum at  byrja eitt kríggj, men eingin veit hvussu tað endar. Gongur tað illa, so fáa vit sviðan at kenna, hó­ ast vit ikki sluppu at gera av, um sam­bandsríki okkara yvirhøvur skuldi fara uppí, og at danir bróta fólka­rættin við at forða okkum at vera við í avgerðartilgongdini.. Tá føroysku flokkarnir nú krevja størri uttanríkispolitiskar heimildir, er talan um eitt álv­ars­ mál. Ið hvussu er ber ikki til hjá hesum flokkum at geva nakað há­ tíðarligt lyfti um at halda donsku grundlógina, tí sam­bært henni hava vit ongar utt­an­ríkispolitiskar heimildir uttan tær, sum danir av náði lata okkum fáa. Tá sam­ bandsmaðurin Poul Niclasen í 1949 helt, at vit høvdu fingið so nógv uttanríkispolitiskt rásarúm, at vit skuldu sleppa at siga, um vit vildu at Føroyar fóru upp í NATO, fekk hann at vita, at slíkt sluppu Føroyar ikki at siga eitt kis um. Poul Niclasen fekk greitt at vita, at sambært grundlógini vóru tað danir, sum gjørdu av, hvat ið skuldi henda í uttanríkispolitikkinum. Tann, ið fyrst hevur givið eitt hátíðarligt lyfti um at halda grundlógina donsku, kann tí ikki loyva sær aftaná at krevja nakrar uttanríkispolitiskar heimildir uttan tær, sum tað hóvar donsku stjórnini av náði at lata okkum. Nú á fólkatingsvalinum var tað bert Sjálvstýri, sum sýtti fyri at ganga undir donsku grundlógina við at boða frá, at okkara umboð ikki hirdi at seta seg á tann stól, sum danska stjórnin í andsøgn við fólkarættin hevði avgjørt, at vit skuldu hava á danatingi. Hetta fekk annað lag í alt valstríðið, og fekk hinar flokkarnar at yvirbjóða hvønn annan við at krevja størri uttanríkispolitiskar heimildir. Um so er, at álvari er í tí, teir søgdu í valstríðnum, er Sjálvstýri altíð til reiðar at hjálpa teimum at seta ta rættarstøðu í verk, sum teir søgdu seg vilja hava. Fyri at danska stjórnin skuldi kunna fáa rætt at stýra okkum, hevði verið henni neyðugt at fáa eina samtykt frá øllum okkara ríki um at vit vildu innlimast í Danmarkar ríki Men um aldarskiftið hevur danska stjórnin vavt okkum inn í fleiri óneyðug kríggj. Einki er so lætt sum at  byrja eitt kríggj, men eingin veit hvussu tað endar KJAK