leygardagur 4. desember 2004síða 49
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 233 - 4. desember 2004
49
Bodil Finnsson
Hanna Ryggshamar
Margrith Thomsen
Undirritaðu vilja gera eina
viðmerking til hetta aktu-
ella mál, tí vit halda, at tað
er stórur tørvur á einum
røktarheimi í sunnari helvt
av Suðuroynni.
Ì Vági er eitt eldrabýli til
12 fólk. Hetta eigur Vágs
kommuna, og eru tað tí
fyrst og fremst vágbingar,
íð sleppa inn har at búgva.
Eldrabýlið var ætlað til
fólk, sum við eitt sindur av
hjálp kundu klára seg
sjálvi. Men av tí at tørvurin
á røktarheimsplássum er
stórur, eru tað fleiri røktar-
krevjandi búfólk á eldra-
býlinum og normeringin av
starvsfólki er ikki til at
nøkta henda tørv.
Um vit høvdu eitt røktar-
heim til hesi fólk, hevði
pláss verið á eldrabýlinum
til fleiri búfólk, sum eru
betur fyri.
Í Suðuroynni hava vit
annars Ellis og Røktar-
heimið á Tvøroyri, hetta er
longur burtur frá okkara
heimliga umhvørvi, og
bíðitíðin er sera long at
sleppa inn.
Orsakað av hesum um-
støðum
eru
tað
nógv
røktarkrevjandi eldri fólk,
sum í dag búgva heima.
Hetta er ofta tungt fyri tey
avvarðandi, tí hetta er
arbeiði alt samdøgrið, og
hesi avvarðandi hava flest
øll eisini eitt arbeiði, sum
skal røkjast. So hóast tey
fáa heimahjálp, er tað ofta
ógvuliga tungt at fáa alt at
bera til. Fyri ikki at tosa um
tey eldru, sum ongan av-
varðandi hava á staðnum,
og so tey sum ongan eiga -
tey eru ikki so fá.
Hetta er ikki ein virðilig
støða fyri okkara eldri, at
tey skulu føla seg sum eina
byrðu á ellisárum, tað hava
tey ikki uppiborið aftaná
eitt langt og strævi lív.
Sjálvandi vilja øll verða
búgvandi í egnum heimi
sum longst, men ert tú
óhjálpin, so letur hetta seg
ikki altíð gera. Tí skal vera
møguligt at velja, tað kanst
tú ikki í dag, tí bíðitíðin er
so long at sleppa inn á
stovn at búgva.
Sjálvt um heimarøktin
verður útbygd, so er sam-
døgrið framvegis 24 tímar
fyri tann einstaka, sum
hevur tørv á hjálp bæði
nátt og dag. Tí vil tað altíð
verða brúk fyri røktar-
heimum. Um spart verður í
játtanini til heimarøktina,
er eisini skjótt at tæn-
astustøðið lækkar.
Tí skal spurnartekin ikki
verða sett við, um vit hava
ráð at byggja røktarheim,
og hvør skal gjalda. Hetta
skulu vit í felag megna.
Fyri bygging av røktar-
heimum rinda land og
kommuna hvør sína helvt
av íløguni, meðan landi
einsamalt
rindar
fyri
raksturin.
Í Suðuroynni er onki
tilboð til minnisveik, so um
ein deild til minnisveik
verður gjørd á røktarheim-
inum, varð eisini hetta
átrokandi mál loyst.
Okkara áheitan á polit-
ikkarnar er at finna eina
loysn á hesum málið ong-
antíð ov skjótt, so byrjað
kann verða at byggja.
VIÐMERKINGAR
Viðvíkjandi bygging av røktarheimi í Vági
Tøkk
Í samband við kommunuvalið í Fuglafjarðar
kommunu tann 9. november, vilja vit, ið valdir vóru
á lista A og lista B, veita okkara veljarum eina
hjartans tøkk fyri tann dygga stuðul tit veitti
okkum.
Eisini vilja vit takka øllum hinum
valevnunum á lista A og B fyri at tey vildu stilla upp.
Teimum 50 stillarunum takka vit fyri álitið tit vístu
okkum valevnum.
Blíðar heilsanir
Listi A - Dánjal Vang, Eyðun á Lakjuni
og Jann Toftegaard
Listi B - Sigurð S. Simonsen og
Jón Nolsøe Olsen