leygardagur 4. desember 2004síða 50
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 233 - 4. desember 2004
Gudstænastur
Leygardagin 4. des.
Havnar kirkja: kl. 14 Deyva-
gudstænasta Jónsvein Bech
Sunnudagin
2. sunnudag í advent
Havnar kirkja: kl. 11, Sonja
Klein
Vesturkirkjan: kl. 11,
Kirkjubøur: kl. 15,
Barnagudstænasta. Børnini
fáa pakka, Heri Joensen
Nólsoy: kl. 12, altarg.,
skriftamál kl. 11.40, kl. 15
Barna- og familjugudstæn-
asta, Jóannis Fonsdal
Kvívík: kl. 12, (skriftamál kl.
11.50), altarg., Marjun Bæk
Kollafjørður: kl. 12, lestur
Rituvík: kl. 19, »Teir sjey
lestrarnir« (liturgisk guds-
tænasta), Meinhard Bjartaíð
Gøta: Talvan gongur fyri
Føroysku Sjómanskirkjuna
Skála: kl. 11
Sjóvar kirkja: kl. 12.10,
(Kórið hjá Jóhan Mortensen
syngur), Jógvan Fríðriksson
Leirvík: kl. 12, Uni Næs
Norðskála: kl. 11.40,
skriftamál, kl. 12 messa.
Mánadagin kl. 19.30 Musik-
andakt við Sundakórinum
Oyndarfjørður: kl. 12, Bjarni
Bæk, dómpróstur
Elduvík: kl. 12, John
Myllhamar
Eiði: kl. 17, ljósgudst., Emil
Olsen
Christianskirkjan: kl. 11,
altarg., Mogens Tilsted
Christensen
Húsar: kl. 12, altarg., Niels
Pauli Danielsen
Hvannasund: altarg., Elsa
Funding
Bøur: kl. 12, David
Johannesen
Fámjin: kl. 12, altarg., Jón-
svein Bech. (Talvan gongur
fyri Føroysku Sjómans-
kirkjuna
Sandvík: kl. 18 Ólavur
Rasmussen
Vágur: kl. 11,
Leiti: kl. 12.15, Patrick de
Neergaard
Skúvoy: kl. 12, Jákup Reinert
Hansen
Samkoman við Marknagil
Skúlaheimið,
Marknagilsvegur 75
Sunnumorgunin kl. 10.30
Breyðbróting. Barnaansing
verður eisini.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar- og
uppbyggingarmøti.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Jákupi
Reinert Hansen presti. Evnið:
Arbeiðið við lestrunum hjá
Jákupi Dahl.
Týsdagin kl. 17 í KFUK:
Várgleði fyri børn.
Týsdagin kl. 19.30 í KFUM:
Kristiliga sangkórið venur.
Nýggir sangarar eru væl-
komnir við.
Frelsunarherurin,
Tórshavn
Leygardagin kl. 15 Jólaítriv
fyri alla familjuna (tilmelding
421747 ella 312189).
Sunnudagin kl. 11 Halgunar-
møti, kl. 18 Evangel. møti.
Hetta er síðsta møti hesuferð,
har major Njál Djurhuus talar.
Sunnudagsskúli kl. 14.00.
Fríkirkjan Oasan
uppi á Brekku 3
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta v/ Magnus Simonsen,
evnið: Trúboðarar, kl. 14
Sunnudagsskúli.
Mánakvøldið kl. 20 Felags
bønarmøti í fríkirkjuni Oasan.
Mikumorgun kl. 7 Bøn.
Missiónshúsið v/
Landavegin
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli í Býlingshúsinum á
Norðasta Horni, kl. 18 Møti í
Missiónshúsinum.
Filadelfia
Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti
v/ Alex O’Campo, kl. 11.50
Sunnudagsskúli og ABC v/
Sam Jakobsen, evnið er: »Eitt
praktiskt kristnilív í
familjuni« 1. partur, kl. 18
Møti við luttøku úr Saron í
Vestmanna.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067.
www.filadelfia.fo
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Messa í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Messa í
Kerit.
Sunnudag kl. 11 Hámessa v/
Michal Bienkowski, presti í
Mariukirkjuni. Aftaná verður
kirkjukaffi. Sunnudagsskúli
kl. 14.
Meinigheitshúsið
Leygardagin kl. 16.30 Bønar-
løta kvinnur.
Sunnudagin kl. 15 Jólafest,
børn undir skúlaaldur, kl. 18
Jólafest, børn í skúlaaldri.
Lívdin
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin kl. 10.30
Familjumøti har Reflex skipar
fyri. Á tilbiðjunarmøtinum kl.
12 talar Jógvan Zachariassen
um »Týdningurin av einum –
Martin Luther«. Barnaansing
er fyri børn undir skúlaaldur á
báðum møtunum.
Drekkamunnur er millum
møtini. Sunnudagsskúlin er
kl. 12.
www.livdin.fo
Frá Ebenezer
Sunnudag kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 12 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. møti.
Mánadag kl. 17 Kvinnur
koma saman til bøn í Sloans
húsi. Øll eru vælkomin.
www.ebenezer.fo
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Mor-
gunmøti og samstundis barna-
ansing, kl. 11.30 Samvera við
drekkamunni, kl. 12 Sunnu-
dagsskúli og kl. 12 Møti, har
Poul Færø úr Klaksvík talar.
www.hebron.fo
Tórshavnar Hvítu-
sunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti, kl. 18.00: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Kirkju- og missiónshúsið
á Argjum
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta, kl. 14 Sunnudagsskúli,
kl. 14 Junior, kl. 18 Møti v/
Niels Jacob Nielsen.
Nazaret, Kaldbak
Á bønar- og uppbyggingar-
møtinum 7. des. greiða Símun
Ósá og Óli Steinberg frá
arbeiðinum í Grønlandi, har
teir virka sum trúboðarar. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Kollafirði
Vikuskiftismøtir verða leygar-
kvøldið kl. 19 við luttøku av
Palla Højgaard við talu og
Hjalgrím Davidsen sum
kemur at enda, Jens Lisberg
og fleiri koma at syngja.
Sunnukvøldið kl. 17.30 Møti
við Palla Højgaard sum talara,
Elisabeth Olsen kemur at
enda, ung úr skopun og mans-
bólkurin úr missiónshúsinum
og fleiri koma at syngja.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Saron, Vestmanna
Morgunmøti verður sunnu-
dagin kl. 11 við breyðbróting.
Mánadagin hevur ungdóms-
arbeiðið hugnaløtu kl. 20.
Verið hjartaliga vælkomin í
Saron.
Vestmanna Missiónshús
Sunnudagin kl. 14.30
Sunnudagsskúli, kl. 19 Møti.
Meinigheitshúsið,
Sandavágur
Jólahugni verður fyri børn í
skúlaaldri í Meinigheitshús-
inum í Sandavági týskvøldið
kl. 19.00. Á skránni verður
jólaábit, skemt, spøl, sangur
o.a. Øll børn í skúlaaldri eru
hjartaliga vælkomin.
Miðvágs Missiónshús
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Sangløta við
felagssangi og luttøku av
Streingjakórinum. Aftaná
kaffi og rís’a’lamande.
Kedron, Sørvágur
Møtir verða hóskvøldið,
fríggjakvøldið, leygarkvøldið
kl. 20 og sunnudkvøldið kl.
17 við Poul Færø og John í
Skemmuni, Ólavur á Váli
syngur. Kom og hoyr
spennandi boðskap.
Aglow, Vágar
Jólamøti við Jastrid og Paula
Høj verður 4. desember kl. 20
í Missiónshúsinum Libanon í
Sørvági. Øll eru vælkomin,
bæði kvinnur og menn.
Samkoman Lívsins Orð
Saltangará
Sunnudagin kl. 17 Møti.
Mánadagin kl. 20 Ungdóms-
møti.
Meinigheitshúsið á Skála
Sunnudagin kl. 13.30
Sunnudagsskúli, kl. 19 Møti
við Asger Jensen,
Streingjakórið syngur.
Innsavnan.
Mánakvøldið kl. 19.30 eru øll
vælkomin til jólahugna.
Amaliel og Simony Knudsen
tala og syngja. Hjartaliga
vælkomin.
Missiónshúsið í Æðuvík
Sunnudagin kl. 17 Møti v/
John S. Myllhamar.
Keldan, Skálafirði
Leygarkvøldið kl. 21 Awake
við Anniku Høj.
Sunnudagin kl. 17 Møti við
Paula Høj. Barnamøti kl. 17.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Tabor, Toftir
Dekoratiónskvøld verður í
kvøld kl. 18.00. Vit fara at
gera dekoratiónir og bera tær
út til fólk í bygdini. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Gøta
Ungdómsmøti verður í kirkju-
kjallaranum leygarkvøldið kl.
20. Asger Jensen frá Born-
holm luttekur á møtinum. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Norðskála
Jólahugnin hjá sunnudags-
skúlanum við Norðskála
verður í kirkjuni sunnudagin
5. desember kl. 15.00. Øll eru
vælkomin.
Missións- og Ungdóms-
húsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti,
Kristian Joensen talar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Bønhúsið, Søldarfjørður
Sunnudagin kl. 11 verður
Lestur, kl. 13.30 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Møti har Harriet
Lamhauge, Lamba, talar. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Thabor, Fuglafjørður
Leygarkvøldið kl. 21 Ung-
dómsmøti.
Sunnudagin kl. 14.30 Sunnu-
dagsskúli. Barnakórið venur
kl. 15.15, kl. 18 Møti, har ung
skipa fyri.
Missiónshúsið í Leirvík
Sunnudagin kl. 18 Møti, kl.
21 Ungdómsmøti v/ Sverra
Kass.
Mikukvøldið kl. 20 Bíbliu-
tími. Verið øll vælkomin.
Getsemane, Klaksvík
Sunnudagin kl. 13.30 Sunnu-
dagsskúli og kl. 18 Møti. Tú
ert hjartaliga vælkomin.
KFUM og K, Klaksvík
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bønar-
møti, kl. 18 Møti við Ung-
dómsnevndini, kl. 21 Ung-
dómsmøti. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Soli Deo Gloria
Sunnudagin kl. 14 Jólahugni í
sunnudagsskúlanum, kl. 18
Møti v/ Jens og Malene
Meitilberg. Hjartaliga væl-
komin.
Betesda, Norðoyggjar
Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð
Harrans,
kl. 12.30 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. fundur.
Mánadag kl. 20 Bønarfundur.
Mikudag kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
Hósdag kl. 21 Ungdóms-
fundur.
Missiónshúsið á Viðareiði
Leygarkvøldið kl. 21 Ung-
dómsmøti við luttøku av ung-
dómi frá Soli Deo Gloria. Øll
eru hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og
lovsangsløta, kl. 18 Møti.
Mánadagin kl. 17 Barna-
arbeiði 1.-6. fl. Kl. 19 Ung-
dómsarbeiði 7. fl. og eldri.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Aglow, Sandoy
Jólahugni verður í Samljóð
leygardagin kl. 19.00. Birgit
og Svenning av Lofti luttaka.
Kvinnur og menn eru
hjartaliga vælkomin.
Missiónshúsið í Skálavík
Vælkomin til jólahugna
mikudagin 8. desember kl. 18.
Góður matur er at fáa, ymiskt
til gaman og álvara.
Tilmelding og kostnaður á tlf.
361204 og 269998.
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
Og hetta eiga tit tess heldur at gera, sum tit vita tíðina, at tað
longu er tíð hjá tykkum at vakna úr svøvni!
Róm. 13,11
Vit eru í adventini. Og adventin er ein fyrireikingartíð til
jólini, eins og føstan er fyrireikingartíð til páskirnar. Vit liva
nú í vón og væntan um, at frelsarin kemur. Hann kemur við
kærleika, umsorgan og náði. Og hann kemur við frelsu til
heimin. Tað er Jesus, Guds sonur, sum kemur.
Alt vísir fram móti jólagestinum. Nú kemur hann bátt.
Í grundini kemur frelsarin hvørja ferð, vit savnast í kristna
felagsskapinum. Náðin er nýggj á hvørjum degi. Vit kunnu
ikki annað enn fagna adventsdrottinum. Vit kunnu ikki annað
enn trúgva á hann. Vit liva hvønn dag í vón og væntan. Vit
kunnu ikki annað sum kristin enn liva í vónini um, at
frelsarin kemur. Hann kemur í orði og sakramentum. Kirkja
okkara hevur til upopgávu at boða orðið um hann, sum
kemur.
Profetarnir í gomlu pakt hava talað um hann. Nú kemur
hann og hann kemur sum hin eyðmjúki Harrans tænari. Hann
ríður inn í Jerusalem á einum ásini. Hann ríður ikki á einum
hesti, sum er stríðsdjórið. Nei, hann er Gud og menniskja í
einum persóni. Hann er Guds svar til heimin. Guds svar til
ein kaldan og avskeplaðan heim. Hann er hitt sanna ljósið,
sum upplýsir hvøjra menniskju. Tað er hann, vit savnast um.
Nú kemur hann og hann kemur nú á serligan hátt í kristna
felagsskapinum.
Vit kunnu ikki annað enn fagna honum. Vit kunnu ikki
annað enn trúgva á hann. Og at trúgva er at eigalívið og
framtíðina. Og tað er at hava lut í jólagleðini.
Adventsdrotturin kemur. Hann vil læra okkum at liva lívið
her og nú í trúgv, vón og kærleika, og hann vil geva
okkummót uppá lívið, so øll tilvera okkara verður signað av
Gudi. Frelsarin er her, hanne r tær nær, hanne r í hjarta tínum.
Tak hann uppá orðið. Og at taka hann uppá orðið er at trúgva,
elska og vóna. Alt hetta fært tú sum gávu, tá tú hoyrir orðið í
kistna felagsskapinum. Kenn títt pláss har. Har fáa vit mál,
móti og mið fyri lívi okkara. Har frá vit frelsu Guds!
Amen.
David Johannesen
Leygardagin 1. januar 2005 kl. 15.00 giftast í Evangelii-
húsinum í Tórshavn, Annika Jørgensen, Sørvágur og
Magni Reinert, Tórshavn. Veitslan verður í bygdarhúsinum
í Miðvági kl. 19.00. Tey, ið ynskja at gleða brúðarparið við
at koma til teirra stóra dag, verða biðin um at tekna seg á
tlf. 212480, 216185 ella 220145 áðrenn 5. desember.
BRÚDLEYP
Týsdagin 7. desember hava Jákup Eli og Ingrid Steffensen
í Klaksvík gullbrúdleyp. Tey vera burturstødd.
GULLBRÚDLEYP
70 ÁR
Tann 7. desember fyllir Fríborg Petersen úr Klaksvík 70 ár.
Dagurin verður hildin í hølum Húsmøðrafelagsins í
Bøgøtu 3 leygardagin 4. desember.
TILTØK