Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. juni 2019 · Nr. 68 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 10 Einki bendir á, at hinir and­støð­u­ flokk­ar­nir fara at gera sum Jenis av Rana úr Miðflokkinum hevur bið­ið um – at kalla Løgtingið saman av við­gera tey 57 málini, sum lógu eft­ir, tá tingið fór heim í summarfrí. Lítið er tí sum beindir á, at Løg­ ting­ið verður kallað saman. Lands­ stýr­ið kann tað sama spara sær ó­mak­in, tí við sínum 15 atkvøðum megn­ar sam­gongan einki mál at bera ígjøgn­um tingið uttan andstøðuna. Hinvegin kann andstøðan gera sum hon vil. Men helst er ikki semja í and­støð­uni um tað. Um vit hugsa okk­um, at Løgtingið verður kallað sam­an, og at til dømis eitt mis­álit­ is­upp­skot skuldi verið lagt fram um løg­mann, so er tað neyvan hugs­andi, at tað hevði verið samtykt kort­ini. Tað stund­ar til val, og tá vita allir pol­it­ik­arar, at tá gert tú einki, sum kann koma tær aftur um brekku. Eingin veit, hvør samgonga verð­ ur skip­að aft­an á val­ið, og tí loys­ir seg ikki at brenna brýr. Fríggj­arí­ið seinastu tíðina mill­um Javn­að­ar­ flokk­in og Sam­bands­flokk­in er ikki utt­an týdning og hevur sjálv­andi sína orsøk. At Tjóðveldi spísk­aði ful­l­veld­is­ re­tor­ikk­in í fólka­tings­val­stríð­n­um hev­ur fingið summi í Javn­aða­r­ flokk­i­num at ressast við. Onnur – teirra mill­um helst løgmaður sjálv­ ur – yppa bara øksl og hugsa, at hetta man vera meira í orðum enn í gerð­um. Men er onkur kynkur í sam­ starv­inum við Tjóðveldi, so er Sam­ bands­flokk­ur­in hin møguleikin hjá løg­manni. Kanska hevur júst fólkatingsvalið loypt hvøkk á samgonguna, tí teir trígg­ir sam­gongu­flokk­ar­nir fingu bara 46,6 prosent av atkvøðunum. Á løgtingsvalinum høvdu teir 52,8 pro­sent til samans. Hóast fólka­ tings­val og løgtingsval ikki kunnu sam­an­berast, tí tey ofta eru so ym­ isk, so kann tað kortini vera ein á­bend­ing. Skuldi onnur samgonga verið skip­að eftir valið, so kundi hon ver­ið mill­um Sambandsflokkin og Fólka­ flokk­in. Við fólkatingsvalinum í huga, so hevði slík samgonga verið und­ir sam­bands­leiðslu við Bárði Niel­sen sum løgmanni. Samstarvið millum Javnaðar­ flokk­in og Tjóðveldi kann enda av mate­mat­iskum ávum – at Framsókn, Tjóð­veldi og Javnaðarflokkurin ikki fáa meiriluta. Tá kann Javn­að­ar­ flokk­ur­in vera noyddur at fríggja til Sam­bands­flokkin. Tjóðveldi fer valla í eina full­veldissamgongu við Fólka­ flokk­in hesaferð. Men tann tíðin fer helst at koma. Valla verður tingið kallað saman og neyvan verður løgtingsvalið framskundað. VALIÐ VALLA FRAMSKUNDAÐ Norsk ferðavinna ávarar ímóti cruiceskipa-ferðavinnu Tykist ikki sum um andstøðan hevur hug at framskunda valið Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað er um at vera ov nógv við cruice­skip­ um í Noreg. Tey oyð­i­ leggja lívsgóðskuna hjá fólk­i­num á stað­ nu­m, verður sagt Hópferðavinna við cruice­skip­ um fer at gera umdømi hjá Nor­eg veikari, og íbúgvar í bý­ um, sum ferðafólk av hesum skipum vitja, fáa eitt verri lív. Soleiðis ljóðar ávaringin frá stóra norska landsfelagnum NHO Reiseliv, sum varðar av á­huga­málum hjá millum ann­að virkj­um innan fyri júst ferð­a­mannavinnu og frí­tíð­ar­ lív. – Vit hava ein trupulleika við hóp­ferða­vinnu á ein­støk­ um støð­um ein­stak­ar tíðir av ári­num, og tann trupulleikin er stórt sæð knýttur at ferð­a­ manna­skip­um, segði stjórin í NHO, Kirstin Krohn Devold, í norska TV2 í gjárkvøldið. Hon heldur, at hóp­ferða­ vinna fer at gera umdømið hjá norsku býnum verri. Hon ótt­ast støður sum í Venesia í It­al­ia og í Barcelona í Spania. Har er fólkið á staðnum rætti­liga troytt av ov nógvum ferð­a­fólkum, sum fylla nógv, slíta upp á infrakervið og broyta umhvørvið á staðnum. Hugtakið hópferðavinna lýsir ferð­a­mál, sum við hvørt eru pakk­að so tætt við ferða­ fólk­um, at lívsgóðskan hjá fólki­num á staðnum lækkar – og ferð­a­fólki­ni fáa eina verri ferða­upp­living. Harumframt, sigur NHO- stjór­in, leggja ferðafólk við hes­um skipum ikki nóg nógv­ ar pengar eftir seg í Noreg. – Onnur, sum eru komandi koyr­andi langvegisfrá fyri at búgva í eina viku á gist­ing­ ar­húsi, leggja nógvar pengar eft­ir seg. Men tey sleppa ikki fram­at fyri ferðafólkum við ferða­manna­skip­um, sigur De­ vold. Seinastu sjey árini er tal­ ið av ferðafólkum við ferða­ manna­skip­um, sum fara í land í norsk­um havnum, økt við næst­an 1,5 millión fólkum, ella gott 56 prosent. Sambært Cruise Nor­way verður mett, at fýra milli­ón­ir ferðafólk við ferð­a­mann­a­skip­ um vitja í Noreg í ár. Best dámdu havnirar hjá hes­um ferðamannaskipum eru Berg­en, Geir­ang­er, Stav­ ang­er, Ålesund, Flåm, Roms­ dals­fjorden, Tromsø, Nord­ fjord, Nordkapp og Oslo. Tvey ferðamannaskip á Havnini. Hendan ferðavinnan ó­rógv­ ar fólkið á staðnum og hina ferðavinnuna í landinum, sigur norska felagið hjá feraðvinnuni, NHO Reiseliv Hevur tú hug at vera við í einum sterkum dynamiskum sølutoymi við el-tøkniligum vørum? Vilt tú hava ávirkan á tín egna gerandisdag? Ert tú motiveraður til at gera gott søluarbeiði? Um svarið er ja, so er starvið sum internt sølufólk hjá okkum tann rætta avbjóðingin til tín. Hjá Solar Føroyum hava vit nógvar ymiskar kundar, stórar sum smáar við nógvum ymiskum tørvum. Tað kann vera alt frá smáum kundum til størri verkætlanir. Við tað at tín dagligdagur verður fjøltáttaður, verður Solar Føroyar eitt spennandi arbeiðspláss hjá tær. Tín vanligi arbeiðsdagur Tú hevur ábyrgd fyri tekniskari ráðgeving og sølu til el-installatørar og ídnarvirkir. Tú gevur tilboð og ger minni verkætlanaruppgávur. Tað fellur tær nátúrligt at selja og at taka ábyrgd av at geva tilboð og standa fyri søluátøkum. Tú skalt saman við okkara sølutoymi seta kundan í fokus. Tínar kvalifikatiónir Fyri at fáa góð úrslit sum internt sølufólk ímynda vit okkum, at tú hevur eina bakgrund innan el-vinnugreinina t.d. handilsútbúgving ella sum elektrikari ella el-installatørur. Sum starvsfelagi ert tú álítandi og áhugaður í einum skundmiklum arbeiðsumhvørvi og tænastusinnaður yvir fyri kundum og starvsfeløgum. Góður kunnleiki til Office-pakkan og Navision vil vera ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Ert tú áhugaður? Ljóðar hetta sum ein spennandi karrierumøguleiki? So send okkum tína umsókn/CV á mail starv@solar.fo. Seinasta freist at søkja er mánadagin 24. juni. Samrøða verður mikudagin 26. juni. Starvssetan Skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar, set teg í samband við stjóran Claus V. Christensen tel. 237930 mail: cvc@solar.fo Vit síggja fram til tína umsókn. Solar Føroyar P/F Brekkutún 2 FO-188 Hoyvík Tel. 357933 Ert tú okkara nýggja sølufólk? Grafix 504251