Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. juni 2019 · Nr. 68 Sunnudagin skipað Ferðavinnufelagið fyri grundleggjandi vínskeiði fyri limum. Tað var John Mikkelsen, ið hevði skeiðið, sum varð hildið í Fútastovu í Havn. Einki óvanligt Fiskurin er rak, men tað er einki óvanligt hesa tíðina av árinum Vilmund Jacobsen Hóast sagt verður frá góðum toska-og hýsu­ fiski­skapi, bæði hjá línu­ skipum og útróðr­ar­bát­ um, eru menn, sum Sosi­al­urin hevur skift orð við, samdir um, at fisk­urin sum heild er rak í løtuni. Men, at hetta er so, er heldur ikki óvanligt hesa tíðina av árinum. Tað er vanligt, siga menn, at hin stóri fisk­ur­ in, sum kann væntast at hava gýtt í vár, er rak. Men, fiskurin plagar at fitna aftur, tá heystið nærk­ast. Onkur, sum vit hava skift orð við, heldur, at fisk­urin kortini er mis­ javnur til fiti. Hinvegin er fiskiskapurin væl bet­ ur nú, enn hann plagar at vera hesa ársins tíð. Á Fiskamarknaði Før­ oya siga tey, at nógvur fiskur framvegis er at fáa við húki, og hetta er galdandi bæði fyri línu- og útróðrarflotan. Tað verður spennandi, tá heystið fer at stunda til, og tíðin til línufisk skuldi farið at verið enn betur, hvussu komandi tíðin fer at roynast. Soleiðis gongur við fiskiskapi Vilmund Jacobsen Seinastu dagarnar hava seks ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum. Tey fáa mest av toski og longu og nakað av hýsu og brosmu. Væntandi koma fleiri av hesum skipum inn at landa fyrst í hesi vikuni, og nøkur koma so helst seinni í vikuni. - Fiskiskapurin hjá línu­skipunum undir Før­oyum er góður, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Trý føroysk ísfiskalínuskip eru í íslendskum sjógvi. Tvey teirra eru nýliga byrjaði túr og koma tí neyvan inn at landa hesa vikuna, men triðja skipið kemur vænt­ andi síðst í vikuni. Um­framt ísfiska­línu­ skip­ini, eru eisini tvey før­oysk frystilínuskip í íslendskum sjógvi. Eitt ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip hava eisini fiskað í Eyst­ur­ grøn­landi, og væntandi landar ísfiska­línuskipið her heima í dag. Línu­skipini í grøn­ lendsk­um sjógvi fáa mest av toski. - Streymurin er brúkiligur og batnar, sum henda vika gongur. Veðrið verður eisini gott, og tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Flestu partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, og trý pør fiska gulllaks. Upsaskipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Upsafiskiskapurin er framvegis smáligur. Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap. Ein landar hesa vikuna, og hin landar helst í næstu viku. Fríggjadagin vóru teir smáu trolbátarnir á landleiðini, har teir fáa mest av toski og flatfiski. Ein kemur inn at landa í dag, og hinir koma væntandi seinni í vikuni. Tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð, og hitt ísar. Eitt garnaskip fiskar eisini havtasku. - Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat. 90 ÁR: Gjáar kirkja hevur nú 90 ár á baki, og í hesum sambandi var hátíðargudstænasta í kirkjuni sunnudagin, har biskuppur, Jógvan Fríðriksson, Emil Olsen, Jákup E. Petersen og Øssur Kjølbro luttóku.       Nú eru handverks- meistarar tryggjaðir  - Tað er greitt, at vit fegnast, nú vit kunnu bjóða handverksmeistarum lívstrygging, sigur formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag Vilmund Jacobsen Í síðstu viku undir­skriv­ aði Føroya Handverks­ meistarafelag trygging­ ar­avtalu við Lív. Avtalan ber í sær, at allir limir felags­ins nú hava lívs­ trygg­ing og trygging móti ávísum hættisligum sjúk­um. Í Vinnuhúsinum vita tey í dag at siga, at nevnd­in í Føroya Hand­ verks­meistarafelag leingi hevur arbeitt fram ímóti einari smidligari av­talu, sum tryggjar lim­ ir­nar, ið annars sum ar­ beiðs­gevarar hava trupul tryggingarkor. Tað er Petur Frank Joen­sen, næstformaður í Føroya Handverks­meist­ ara­felag, sum vegna fel­ agið hevur staðið fyri ar­ beiðnum at fáa til vega tryggingaravtaluna, so­ leiðis at hand­verks­meist­ arar nú hava lívstrygging og trygging móti ávísum hættisligum sjúkum. - Tað eru nógv viður­ skifti, sum skulu koma uppá pláss, áðrenn ein slík avtala kann gerast. Tí byrjaðu vit í Eyst­ur­ oynni, soleiðis at vit hava royndarkoyrt avtaluna í Eysturoyar Handverks­ meist­arafelag í eitt ár, áðr­enn avtalan nú kem­ ur í gildi fyri allar hand­ verks­meistarar í Føroy­ um, sigur hann við www. industry.fo Formaðurin í felagn­ um, Magnus Magnussen, fegnast eisini um av­tal­ una og vísir á, at arbeitt hev­ur verið leingi fram ímóti hesi avtalu. - So, tað er greitt, at vit fegnast, nú vit kunnu bjóða handverks­meist­ar­ um lívstrygging, sigur Magn­us Magnussen.