Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. juni 2019 · Nr. 68 TÍÐINDI Fleiri av teimum somu fólkunum, sum siga seg vilja verja djóralív, eru eisini sinnað at taka menniskjalív. Tað kann í øllum førum staðfestast út frá teimum mongu drápshóttanunum, sum amerikanski Føroyavinurin, Matthew Workman, hevur fingið frá grindamótstøðufólki Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo "Eg komi og stingi ein krók í høvdið hjá tær og fari at hyggja, meðan tú bløðir til deyða á sandinum. Tá skulu vit nokk síggja, hvør tann størri maðurin er." Líknandi boð full við illbøn­ um hevur ameriku­maðurin Matt­hew Workman javnan fingið seinastu 10 árini. Hann hev­ur síðan 2009 tosað um Før­oyar og føroysk viðurskifti í sínum fjølbroytta og livandi poddvarpi, sum eitur Faroe Is­ lands Podcast. Har hevur hann javnan umrøtt grindadráp, har hann eitt nú hevur tosað við serkøn um grindadráp, eins og hann eisini hevur tikið upp, meðan hann hevur verið til staðar á sandinum. Men hetta er ikki fallið í góða jørð hjá fleiri fólkum frá ávísum umhvørvisfelags­skap­ um, ið ikki ynskja, at Føroyar skulu drepa grind. - Eg havi ikki tal á, hvussu nógvar drápshóttanir eg havi fingið higartil. Tað er ikki akk­ urát tann reaktiónin, eg vænt­ aði at fáa, tá eg byrjaði at gera hetta lítla margháttliga podd­ varpið, sigur Matthew Work­ man. Dupultmoralur leingi livi Fyri at vísa á dupultmoralin hjá grindamótstøðufólkunum, sum hótta menniskju fyri at verja djór, plagar vanliga svarið hjá Matthew Workman at vera: "Tað letur til, at tú ert djóra­ aktivistur. Tú veitst væl, at eg eri eitt djór, ha?" Annars plagar hann bara at blokera tey, sum senda honum hóttanir og onnur háðandi boð. Hann hevur eisini roynt at melda tað til Facebook, men har hevur hann upplivað, at Face­book ikki metti, at boðini og viðmerkingarnar fóru yvir um mark. - Tey eru fundamentalistar Matthew Workman sigur, at besti mátin at skilja hesi fólk­ ini uppá, er at síggja tey sum fundamentalistar. - Teirra innasta sannføring, sum í sær sjálvum er rósverd, er, at mann skal ikki vera órein­ur við djór. Men so enda tey har, sum allir fundamenta­ listar gera, og siga: "Vit mugu drepa øll, sum eru ósamd við okk­um." Hesi fólkini vildu fyri alt í verðini ikki hava, at hann skuldi tosa so objektivt um grinda­dráp, samstundis sum teim­um ikki dámdu, at Før­oy­ ar, sum í teirra eygum er barb­ ar­iskt, fekk so góða umrøðu yvirhøvur. Í staðin fyri eitt kon­struktivt kjak valdu aktiv­ ist­arnir heldur at blíva per­són­ ligir og gera seg inn á virksemið hjá Matthew Workman. Nettrøll funnu hashtaggið Í 2014 skipaði Matthew Work­ man fyri einari rundferð í Før­ oyum fyri seks ferðafólkum. Tey funnu upp á at byrja eitt innanhýsis hashtag (hashtagg: Teirra innasta sannføring er, at mann skal ikki vera óreinur við djór. Men so siga tey: "Vit mugu drepa øll, sum eru ósamd við okkum." Matthew Workman (Mynd: Kai Bergmann / Performance Photography) Umrøddi grindadráp í sínum poddvarpi: - HAVI IKKI TAL DRÁPS­HÓTT­AN­U