Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. juni 2019 · Nr. 68 TÍÐINDI #), soleiðis at tey kundu síggja myndir og annað hjá hvørjum øðrum á sosialu miðlunum Twitt­er og Instagram. - Eftir 36 tímum høvdu net­ trøllini funnið hashtaggið, sum tá var yvirfloymt av graf­ isk­um myndum, æru­skemm­ ing, hóttanum og øðrum. Dag­ in eftir góvust vit at brúka hetta hashtaggið. Talið av deyðshóttanum byrj­aði av álvara at vinda upp á seg, aftaná kendi sjónleikarin og skemtarin Ricky Gervais út­ tal­aði seg um eina grind í Bø síðst í juli 2015. Hann deildi mynd av grindadrápinum, sum hann kallaði tragiskt, og segði, at tað sá út sum, at vit menn­ iskju vóru á veg at "fokka" Jørð­ina upp. Tosaði um tað í poddinum Matthew Workman var sjálvur til staðar til umstrídda grinda­ drápið í Bø. Áðrenn hetta hevði hann ongantíð upplivað eitt grinda­dráp, og hann gagnnýtti tí møguleikan at síggja tað í veru­leikanum, so hansara mein­ing um grindadráp kundi standa á einum konstruktivum grundarlagi. Hann hevði upptøkugreyð­ irnar til poddvarpið við og byrj­aði at taka upp í bilinum á veg til grindina, har hann hug­ leiddi um støðuna. Á veg heim frá grindini fekk hann ein teldupost, har ein aktivistur hótti við at drepa 250 føroyingar - ein føroying fyri hvønn hval, sum varð drip­ in í stóru grindini í juli 2015. - Aktivistar gagnnýta mynd­ ir­nar fyri pengar Sum journalistur hevur Matt­hew Workman altíð roynt at verið objektivur um grinda­ dráp. Men hann slapp ikki und­an at taka støðu til tað, tí før­oyingar og útlendingar blivu við at spyrja hann um hans­ara meining. Tí gjørdi hann av at geva sína meining um grindadráp til kennar í sama podd-parti tveir mánaðir aftaná grinda­ drápið í Bø. Har ásannaði hann, at tað virkaði ógvusligt og var kensluborið. Men sam­ stundis var hann greiður yvir, at grindadráp í síðsta enda bara snýr seg um at fáa mat á borðið, eins og tá hann fær beykon og annan mat á borðið. Matthew Workman segði so­ leiðis: - Tað eru fá fólk í vestur­ heim­inum, sum hava atgongd til myndir av djórum, sum verða dripin í tí fría. Myndirnar eru sensationellar, og fólk síggja tær uttan nakran sam­ an­hang. Hetta loyvir aktiv­ist­ um og umhvørvis­felags­skap­ um at leggja sín egna týdning í mynd­irnar og brúka tær til at skapa øsing fyri at fáa al­ menna umrøðu og pengar. Og í hes­um tíðum við click-bait virk­ar tað sum, at miðlar um allan heimin púra ókritiskt vilja deila tíðindini og mynd­ir­ nar. Mátti taka ein steðg Drápshóttanirnar og illu boð­ ini ávirkaði hann í stóran mun. - Tað var trupult at gera hasar viðmerkingarnar til grind­ ina, og eg mátti taka ein steðg frá poddvarpinum í ein mánað aftaná hetta. Eg hevði tørv á at sleppa eitt sindur burtur frá øllum, sigur Matt­hew Work­ man. Ætlanin var tí, at hetta skuldi vera síðsti partur, har hann yvirhøvur tosaði um grinda­dráp. Men hann reistist aftur og gjørdi nakrar partar um grindadráp aftrat í sam­ bandi við, tá vinfólk hansara høvdu gjørt antin filmar ella bøkur um evnið. Í dag ávirka hóttanirnar frá illum grindamótstøðufólki hann ikki. - Eg havi vant meg við tað og eri blivin kensluleysur fyri slíkum boðum, sigur Matthew Workman. Myndirnar eru sensationellar, og hetta loyvir aktivistum at leggja sín egna týdning í tær og brúka tær til at skapa øsing fyri at fáa almenna umrøðu og pengar. Í 2009 gjørdi Matthew Workman fyrstu sending í poddvarpi sínum "Faroe Islands Podcast". Í ár hátíðarheldur hann, at 10 ár eru liðin, síðan hann fór undir hesa verkætlan L Á ØLLUM UNUM