mánadagur 17. juni 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. juni 2019 · Nr. 68
Í farnu viku fingu trý
starvsfólk hjá IRF prógv í
útbúgvingini fyri
skrivstovufólk, samskiparar
og móttøkufólk (ÚSSM). Tey
eru Súsanna Joensen, Barbara
Jørleifsdóttir Berg og Poula
Poulsen.
Nøgdirnar av
burturkasti eru
nú metstórar
Seinastu mánaðirnar hava Articon og IRF arbeitt við at leggja til
rættis eina verkætlan, sum kann økja um skiljing og endurnýtslu av
burturkasti í byggivinnuni, og nú er henda verkætlan komin í gongd
Vilmund Jacobsen
Hjá IRF vísa tey á, at tað gong
ur væl í Føroyum í løtuni.
- Fólkatalið veksur, og veru
lig gongd er á samfelagshjól
unum. Skuggasíðan av hesum
er tó, at nøgdirnar av burtur
kasti eru vorðnar metstórar.
IRF sigur, at nøgdirnar av
burturkasti at brenna eru
øktar við nærum 24 prosentum
seinastu tvey árini, hóast van
liga verður roknað við einari
miðalhækking á 2,5 prosent
um árið.
Nú er so eitt átak sett á kjøl
at økja um skiljing av burtur
kasti í byggivinnuni, og tað eru
IRF og Articon, sum samstarva
um hetta felags átak.
- Articon hevur seinastu tíð
ina varpað ljós á burturkast og
endurnýtslu
millum
síni
starvsfólk, har fyritøkan í
størri mun ynskir at skilja
burturkastið á ein skilagóðan
hátt. Endamálið er at endur
nýta sum mest - og at tálma
óneyðugari nýtslu av tilfari,
siga tey hjá IRF.
IRF við plakat
Í kjalarvørrinum av, at fleiri
føroyskar byggifyritøkur hava
spurt eftir meira kunning um
skiljing, hevur IRF nú ment
eina plakat við ymisku bólk
unum við burturkasti í byggi
vinnuni.
- Vegleiðingin er ein plakat,
sum í høvuðsheitum er sam
ansett
av
myndum.
Allur
teksturin á plakatini er á før
oyskum, enskum, pólskum og
rumenskum, soleiðis at øll
starvsfólk
í
byggivinnuni
kunnu skilja hana.
Hjá IRF siga tey, at høvuðs
endamálið við plakatini er at
geva eitt skjótt og einfalt yvir
lit yvir bólkarnar við burtur
kasti í byggivinnuni, og hvussu
hesir bólkar skulu skiljast.
Jákup Veyhe
fer at halda
røðu í Kvívík
Vilmund Jacobsen
Í
nøkrum
kommunum
verða jóansøkubál brend í
døgunum
rundan
um
longsta dag, og Kvívíkar
kommuna skipar soleiðis
fyri hugnaligum tiltaki á
Leynasandi hin 21. juni.
Tiltakið byrjar klokkan
17, tá høvi verður at royna
hitapottar, og klokkan 18.30
fer Ásbjørn Berthelsen at
gykla.
Lea Kampman fer at
syngja klokkan 19.30, og
klokkan 20 verður jóan
søkubálið tendrað.
Eftir at bálið er tendrað,
fer Jákup Veyhe at halda
røðu klokkan 20.15, og
klokkan 20.30 fer Danny at
syngja.
Felagssangur
verður
klokkan 21, og alt kvøldið
selur KSR (Kvívíkar sóknar
Róðrarfelag) mat og drekka.
NÝGGIR EIGARAR: Brøðurnir, Klæmint, Bergur og
Michael Olsen á Sandi, sum eiga glastrevjabátin
Sniálv, hava gjørt av at keypa størri bát. Teir hava
keypt Skuraklett, fyrrverandi Norðstjørnuna, sum
skálvíkingar lótu byggja í Noregi. Skuraklettur
hevur verið heimahoyrandi í Hvannasundi í fleiri ár.
Fullur bilur av fiski
Leygardagin stóðu
fleiri enn 20 kør
av útróðrarfiski á
bryggjuni á Sandi
Vilmund Jacobsen
Í várróðrinum norðan fyri
fingu menn væl av fiski, tá
dagarnir eydnaðust til veður
í februar, mars og apríl.
Men, tað var ikki bara
norðan fyri, at menn fingu
fisk. Snellubátar í eitt nú
Vágum og Sandoynni gjørdu
eisini rættiliga góðar dagar.
Hóast vit nú eru komin út
um hálvan juni, er framvegis
snellufiskur at fáa.
Leygardagin høvdu bátar,
sum rógva út av Sandi, nógv
an fisk, har besti báturin
hevði eini 3.500 pund – og
onkur annar hevði eini 2.500
pund.
Onkrir bátar úr Skopun
vóru eisini á útróðri henda
dagin og fingu væl av fiski.
Tað er Høj Flutningur, sum
syrgir fyri, at útróðrarfiskurin
kemur úr Sandoynni og á
landingarmiðstøðina
hjá
Barðinum í Havn.
Her standa fleiri enn 20 kør við útróðrarfiski
Nøgdirnar av burturkasti at brenna eru øktar við nærum 24 prosentum seinastu tvey árini, og tað er met