mánadagur 17. juni 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. juni 2019 · Nr. 68
TÍÐINDI
Skulu stovna felag sum
skjótast at gera tunnilin
SUM SKJÓTAST Mælt verður til at stovna partafelagið
Suðuroyartunnilin sum skjótast, tí tað er neyðugt at fara undir
fyrireikingarnar beinanvegin, so at tað er klárt at bora í 2023
Áki Bertholdssen
Eitt alment partafelag, sum
skal gera Suðuroyartunnlin
eigur at verða stovnað sum
skjótast. Tað sigur arbeiðs
bólkurin, sum hevur kannað
møguleikarnar fyri at gera
undirsjóvartunnil til Suðuroy
ar.
Samstundis eigur eisini ein
verklagslóg um at gera tunnil
in, eisini at verða gjørd sum
skjótast.
Endamálið við tí er, at Løg
tingið kann seta partapening í
felagið so farast kann undir
neyðugu forkanningarnar og
fyrireikingarnar.
Tá ið komið er á mál við
fyrireikingunum, kann endalig
støða takast til um farast skal
undir verkætlanina, sigur ar
beiðsbólkurin.
Góðar royndir
Arbeiðsbólkurin vísir á, at í
samband hinar undirsjóvar
tunlarnar, hava myndugleikar
nir stovnað almenn partafeløg,
at standa fyri at fyrireika,
byggja og at reka tunlarnar.
Harafturat hava feløgini sjálvi
staðið fyri at útvega fígging til
tunlarnar.
– Hetta hevur víst seg at
rigga sera væl og tí er eingin
orsøk til at skipa ætlanina at
gera Suðuroyartunnlin øðrvísi.
Tí eigur eitt alment partafelag,
P/F
Suðuroyartunnilin,
at
verða sett á stovn, sigur ar
beiðsbólkurin
at
fyrireika,
byggja og reka Suðuroyar
tunnilin, umframt at fáa fígg
ingina til vega.
Men arbeiðsbólkurin stað
festir samstundis, at tað verð
ur eisini neyðugt at finna eina
samhaldsfasta fígging til Suð
uroyartunnilin, akkurát sum
til Vága- og Norðoyatunnilin.
– Tá undirsjóvartunlar eru
bygdir í Føroyum, hevur leist
urin verið partvís samhalds
føst fígging og partvíst brúk
aragjøld.
Í sambandi við Vága- og
Norðoyatunnilin var meiri enn
helvtin samhaldsføst fígging.
Í Eystur- og Sandoyartunl
inum, er partapeningurin bara
15 prosent av íløguni, men
Eysturoyartunnilin
verður
mettur at geva so nógv av sær,
at tað var nóg mikið.
Suðuroyartunnilin er ikki
líka burðardyggur fíggjarliga.
27 prosent
Spurningurin er tí, hvussu
stórur partur skal koma frá tí
almenna og hvussu stórur
partur kann fíggjast við tunn
ilsgjaldi.
Verður íløgan í ein nýggjan
Smyril ístaðin settur í felagið
sum partapeningur, svarar tað
til, at 27 prosent av verkætlan
ini verður goldin sum parta
peningur. Lutfalsliga er hetta
munandi minni enn tað, sum
varð sett Vága- og Norðoya
tunnilin.
– Suðuroyartunnilin verður
óivað størsta einstaka íløgan
hjá landskassanum. Fyri at av
marka vágan, kunnu virðini í
hinum undirsjóvartunlunum
gagnnýtast, soleiðis at teir
verða við til at fíggja Suður
oyartunnilin, tí so verður fígg
ingin bíligari, sigur arbeiðs
bólkurin.
– Hetta er tó ein politiskur
spurningur, men tað er helst
ikki eitt krav, fyri at byggja
Suðuroyatunnilin, leggja tey
afturat.
Verður politisk semja um at
verandi undirsjóvartunlarnir
skulu verða við til at fíggja ein
Suðuroyartunnil, kann hetta
gerast við at stovna eitt yvir
skipað felag, sum eigur øll
tunnilsfeløgini.
Síðani gjalda tunnilisfelagið
vinningsbýtið av yvirskotinum
í tað yvirskipaða felagið. Tað
yvirskipaða felagið kann so
læna felagnum, sum eigur og
rekur Suðuroyartunnilin, pen
ing til at rinda sínar skyldur,
ella til at hækka partapeningin
í P/F Suðuroyartunnilin.
– Á hendan hátt verður
fíggjarliga haldførið hjá Suð
uroyartunlinum
munandi
styrkt, sigur arbeiðsbólkurin.
Bíligasta loysnin
Arbeiðsbólkurin sigur, at tað
er bíligast at landið tekur lán
til verkætlanina og so lænir
peningin aftur til felagið, sum
skal standa fyri Suðuroyar
tunlinum.
Við slíkari fígging veðheldur
landskassin 100 prosent fyri
verkætlanini. Spurningurin er
um ein slík fígging fer at fáa
avleiðingar fyri virðismeting
ina av Føroyum, soleiðis at
rentan av skuldini hjá lands
kassanum hækkar.
– Hetta er torført at meta
um, men við at at gera eina
væl grundaða verkætlan átti
tað at verið møguligt at haft
eina óbroytta virðismeting,
ella “rating”.
– Fíggingin av Eystur- og
Sandoyartunlinum
hevur
higartil
ikki
ávirkað
“ratingina” av Føroyum, sigur
arbeiðsbólkurin.
Ein
annar
máti
er
at
tunnulsfelagið sjált tekur lán.
Tá veðheldur landskassin ikki
fyri øllum, men tryggjar kort
ini lánsveitarunum, at teir fáa
rentur og avdráttir, tá ið tað
fellur til gjaldingar.
Hesin leistur bleiv nýttur til
at fíggja Eystur- og Sandoyar
tunnilin, sigur arbeiðsbólkurin.
Tað ber eisini til at lata
privatar fyritøkur gera tunn
ilin við landskassastuðuli, men
tað
heldur
arbeiðsbólkurin
ikki vera eina gongda leið, tí
vit hava longu góðar royndir
av at stovna almenn partafeløg
til slíkar verkætlanir.
Hendan stabbamyndin, hvussu gongdin í skuldini til ein Suðuroyartunnil verður. Skuldin
verður í hæddini frá 2029-2032, men so minkar hon, og í 2048 er hon burtur
Arbeiðsbólkurin sær fyri sær, at Landið byrjar longu næsta ár at seta partapening í P/F Suðuroyartunnilin,
men serliga árini frá 2025 til 2039, skal Landið seta 50 milliónir í tunnilin um árið. Tilsamans skulu 800
milliónir setast í tunnilin í partapengum - tað sama sum tað kostar at byggja ein nýggjan Smyril