Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 17. juni 2019 · Nr. 68 TÍÐINDI Tekur 18 ár at rinda Suðuroyartunnilin aftur SUÐUROYARTUNNIL Fíggjarliga sær ikki út til at vera nøkur forðing fyri at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar og tað hevði verið ein stórur fyrimunur á nógvum økjum Áki Bertholdsen Fíggjarliga sær tað út til at lata seg gera at gera undirsjóv­ artunnil til Suðuroynna. Tað sigur arbeiðsbólkurin, sum nú hevur gjørt sínar met­ ingar av ætlanini at gera und­ irsjóvartunnil ímillum Sand­ oynna og Havnina. Teirra tilmæli er, at tunnilin verðiur gjørdur av Skarvanesi til Sandvíkar, og at nýggjur tunnil eisini verður gjørdur ímillum Sandvík og Hvalba. Hevði Suðuroyartunnilin verið gjørdur í dag, hevði tað tilsamans sostatt verið talan um eina verkætlan upp á tríggj­ar milliardir. Metingar vísa, at verður und­irsjóvartunnilin til Suð­ur­ oyar liðugur í 2030, fara 1600 bil­ar at koyra ígjøgnum hann um dagin, men at talið á bilum fer at hækka 2,5 prosent um árið. Væntandi verða 91 prosent av bilinum, persónbilar og níggju prosent verða lastbilar, treyl­arar, bussar, og aðrir størri bilar. Í roknistykkinum hevur arbeiðsbólkurin lagt seg eftir, at prísurin fyri at koyra ígjøgn­ um undirsjóvartunnilin skal vera tann sami sum tað kostar hjá bilum at ferðast við Smyrli í dag. Í dag rinda persónbilar 112,50 krónur fyri ein túr ímill­ um Suðuroy, hvønn vegin og last­bilar rinda 500 krónur hvønn vegin. Men harafturat játtar Løg­ tingið 75 milliónir krónur um árið í útreiðslum til Smyril, og prísvøksturin verður mettur at vera tvey prosent um árið. Arbeiðsbólkurin sigur, at fortreytin fyri hesum fígg­ing­ ar­leistinum fyri Suður­oyar­ tunn­ilin er, at landskassin fram­vegis rindar hesa upp­ hædd­ina til tunnilin, eftir at Smyril er lagdur. Men tað merkir so eisini, at sum so verður fíggjarlógin ikki ávirkað av Suðuroyar­tunlin­ um. Lagalig fígging Arbeiðsbólkurin væntar, at fígg­ing kann útvegast til Suð­ ur­oyatunnil fyri eina rentu upp á 2,73 prosent, sum er tað sama, Eysturoyatunnilin og Sand­oyartunnilin rindar í rentu. Men so roknar arbeiðs­bólk­ urin eisini við, at Løgtingið rind­ar 800 krónir í parta­peng­ um til tunnilin. Hetta er tað, sum mett verður at ein nýggj­ ur Smyril fer at kosta, men ístað­in fyri at brúka tær upp á Smyril, verða tær brúktar til undir­sjóvartunnilin ístaðin Við hesum fortreytunum vísir útrokningin at Suður­ oyar­tunnilin er afturgoldin um­leið 18 ár eftir at hann letur upp - og tað hóskar seg væl til fígg­ing frá eftirlønargrunnum. – Tí kann sigast at fíggjarliga sær tað út til at bera til, men afturgjaldstíðin skal helst ikki verða longri enn 20 ár fyri at tekkjast fíggingarstovnum, sig­ur Arbeiðsbólkurin. Bora í 2023 Arbeiðsbólkurin heldur ikki, at tað er ráðiligt, at landskassin átekur sær stórar fíggjarligar skyldur, fyrr enn Eystur­oyar­ tunnilin og Sandoyartunnilin eru lidnir, og greiða er fingin á um metingarnar um inn­tøk­ urnar frá tunnilsgjaldinum fara at halda. – Sostatt eigur ikki at verða sett á at spreingja Suður­oyar­ tunn­ilin fyrr enn í 2023. Hin­ vegin skal ikki byrjast so seint at bora Suðuroyartunnilin, at neyð­ugt verður at útvega annað skip, tá ið Smyril ikki er brúki­ligur longur, men verður farið at bora Suðuroyartunnilin í 2023, er væntandi, at tað er koyrandi er til Suðuroyar í 2030 - og tá er Smyril 25 ára gamal, staðfestir arbeiðs­bólk­ ur­in. –  Í samband við inntøku­ met­ingarnar fyri Suðuroy­ar­ tunn­ilin, er váðin ikki líka stór­ ur, sum fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sigur ar­ beiðsbólkurin. Orsøkin er, at teir báðir tunlarnir eru at kalla bara fíggjaður við brúk­ara­ gjaldi. Hinvegin verður umleið bara umleið 58 prosent av Suð­ uroyartunlinum, fíggjaður við nýtslugjaldið, restin er verandi fígging til Smyril á fíggjarlógini og kostnaðurin av at byggja ein nýggjan Smyril, Hesar inntøkur hjá Suður­ oyartunlinum eru sostatt væl­ kendar, og eingin váði er tengd­ur at teimum, sigur arbeiðs­bólkurin. Soleiðis síggja tey fyri sær, at Suðuroyartunnilin verður lagdur. Hann skal ganga av Skarvanesi til Sandvíkar, og so verður nýggjur tunnil gjørdur úr Sandvík yvir ímóti skúlanum í Hvalba. Ætlanin hevur so verið at gjørt ringveg ígjøgnum Hvalba, í vegin til nýggja Hvalbiartunnilin Í samband við inntøkumetingarnar fyri Suðuroyartunnilin, er váðin ikki líka stórur, sum fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin