mánadagur 17. juni 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2019 · Nr. 68
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Tað er ikki góður hýrur sum
valdaði í Farum Arena eftir
dystin hóskvøldið ímóti Monte
negro. Við einum framúr verju-
og málverjuavriki hava Føroyar
fyri aðru ferð hildið Monte
negro niðri á 24 málum. Men
neyvleikin í álopinum vantar
henda dagin, og Føroyingarnir
mugu ásanna at tað neyvan
verða til fleiri stig, hóast at
møguleikarnir avgjørt vóru til
staðar ímóti bæði Ukraina og
Montenegro. Sum hesir báðir
seinastu dystirnir fórust, sita
føroyingarnir vónbrotnir og
droyma um hvat kundi verið
um seinasta hepnið hevði verið
við teimum. Eitt EM-endaspæl?
Als Ikki ómøguligt. Men ístaðin
verður einki úrslit at vísa á
eftir eina undankapping. Bert
eitt stig ímóti annaðhvørt
Ukraina
ella
Montenegro
hevði verið nóg mikið, tí at so
høvdu Føroyar helst spælt seg
í undankappingina til EM 2022.
Men eisini her munnu teir vera
ov stuttir.
Men ein lítil vón birtist, tá ið
úrslitini úr hinum dystunum í
undankappingini gerast greið.
Belgia hevur tapt við 11 mál
um ímóti Serbia, so í løtuni
liggja liðini púrasta á jøvnum
við einum stigi í part og sama
málmuni. Og Belgia skal spæla
á útivølli ímóti stóru kroatisku
stjørnunum. Nú er okkurt eyka
at spæla fyri hjá Føroyum
ímóti Danmark, men at fara
eftir einum úrslitið ímóti Dan
mark hevur víst seg at vera
ein hin torførasta uppgávan í
hondbólti seinastu árini. Men
føroyska liðið fer at gera eina
roynd. Leikarar og venjarar
skúgva dystin ímillum Kroatia
og Belgia úr huganum og hugsa
heldur um hvussu best fer at
koma burtur úr dystinum ímóti
Danmark. “Alt undir tíggju mál
á muni er ein sensatión” sigur
landsliðsvenjarin við miðlar
nar undan dystinum, men
leikararnir fyrireika seg bert
til eina støðu í senn, uttan atlit
til úrslit.
Jóhan leggur fyri
Vónin er fyrst og fremst at fáa
eina góða føroyska byrjan, men
tað er føroyingurin á danska
landsliðnum, Jóhan á Plógv
Hansen, ið skorar fyrsta málið
í dystinum. Í skjótálopinum
hótta hann og danirnir hvørja
ferð, meðan føroyingarnir í hin
um endanum gera alt teir duga
fyri at drýggja sær tíðina.
Tað eydnast væl. Danir blíva
órógvaðir av at Føroyar spæla
við so nógvum toli og tað leikar
javnt á fyrstu løtuna. Munurin
er tvey mál, áðrenn danir taka
sær um reiggj og renna før
oyingarnar um koll, og so eru
brádliga sjey mál á mun
Men føroyingarnir svara
aftur við trimum málum á rað,
og tann munurin heldur sær
restina av hálvleikinum. Mill
um annað orsakað av einum
beinleiðis fríkasti, ið Kjartan
Johansen setur í netið.
Stríðsviljin gevur
úrslit at enda
Í seinna hálvleiki endurtekur
søgan seg. Danir hava hug at
økja, men føroyingarnir hava
hug at svara aftur hvat teir
eru mentir. Munurin økist
gaman í, men als ikki so skjótt
sum í fyrra dystinum ímillum
liðin bæði, har tað endaði við
18 málum á muni. Føroysku
áskoðararnir frætta, at Belgia
heldur munin tættari í Kroatia,
so tað stríðið tykist tapt. Nú
snýr tað seg um at enda á
besta hátt fyri at hava eina
góða kenslu at byggja omaná,
tá ið næstu kappingarnar eru
á skránni.
Men eitt nú Jóhan á Plógv
Hansen fær møguleikan at
spilla nakað av hesum, men
hesum tekur hann ikki av. Fyrst
bjargar
Nicholas
Satchwell
brotskasti og løtu seinni frem
ur hann eina risastóra bjarging
tá ið føroyingurin á danska
landsliðnum
aftur
sleppur
fríur. Hesar bjargingar føra
við sær at danir bert fáa eitt
mál seinastu sjey minuttir
nar. Føroyar minka niður í
átta mál á muni og tá ið ein
minuttur resta í, gerast før
oysku áskoðararnir varugir
við at Belgia er í trupulleikum.
Kroatia hevur brádliga økt upp
í átta mál, so nú ríður um snar
ið í hesum stríði, ið tóktist tapt
fyri løtu síðani.
Rok á bonkinum
Lasse Andersson hjá Danmark
tykist at ætla sær at spilla spæl
ið, tá ið hann høggur til úr fjar
støðu. Men hepnið er við føroy
ingunum. Skotið fer omanfyri,
TAPTU DYSTIN - MEN
VUNNU STRÍÐIÐ
Føroyar eru aftanfyri við 9 málum tá ið slakir sjey minuttir
resta í av útidystinum ímóti donsku Heimsmeistarunum. Men
so taka føroyska verjan og Nicholas Satchwell fatur aftur.
Danmark fær bert eitt mál afturat í dystinum, Føroyar fáa trý,
og Í Kroatia økist munurin upp í níggju mál. Og so hava Føroyar
yvirhálað Belgia, og spælt seg í næstu EM-undankappingina
HONDBÓLTUR