mánadagur 17. juni 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 17. juni 2019 · Nr. 68
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyar fáa fríkast beint
sum fyrri hálvleikur er liðug
ur og Kjartan Johansen skal
taka beinleiðis fríkast. Hann
sigur eftir dystin at hann
sær himmalhøgu donsku
verjuleikararnar
flenna
at sær, og tí ger hann av at
høgga til. Hann so ger, bólt
urin syngur beint í mál
hornið og danir standa sum
kánus áðrenn teir fara til
steðgin, har venjarin ikki er
nøgdur.
Hetta
var
um
nakað
ímyndin av landsliðsárinum
hjá Kjartani Johansen, har
hann hevur fingið eitt satt
gjøgnumbrot á landsliðnum.
Strandingurin hevur longt
sáttmálan við Viking í næst
bestu norsku deildini, men
tað tykist lítil ivi vera um at
støðið er til meira enn so. Tað
er eisini ætlanin at flyta upp
í fremstu deildina komandi
kappingarár greiðir Kjartan
Johansen frá.
Stóra avrikið hjá strand
inginum kom hon eisini væl
við. Longu eftir 19 minuttir í
dystinum ímóti Montenegro
hóskvøldið fekk hann sína
triðju
útvísing.
Sostatt
slapp høgri bakkurin ikki at
byggja víðari á síni framúr
avrik ímóti Ukraina. Men
ímóti Danmark fekk hann
møguleikan aftur, og hann
tók av á besta hátt. Millum
annað við sjey málum.
Føroyar enda sum
nummar 27 í Evropa
Endaliga støðan í hesi EM-
undankappingini er greið.
Føroyar eru nummar 27 av
32 londum um hugt verður
eftir savnaðu úrslitunum.
Men hetta er eitt bólkaspæl
har lutakastið hevur nógv
at siga. Tað er eingin ivi
um, at Føroyar fingu ein
serstakliga torføran bólk.
Hetta sæst eisini aftur í, at
øll hini trý liðini endaðu við
at spæla seg til endaspælið.
Hyggja vit at øðrum bólkum,
so síggjast eitt nú lond sum
Kosova og Turkaland við
fleiri stigum. Júst teimum
liðum vunnu Føroyar á, í
seinastu Emerging Nations
kappingini, so hugsanin er,
at Føroyar kunnu væl spæla
við ímillum 20 tey bestu í Ev
ropa. Í minsta lagið.
Ítrottarliga
var
tað
sera
gagnligt hjá Føroyum at
tryggja sær pláss í komandi
EM-undankapping.
Men
fíggjarliga trýstið lætnaði
eitt lítið vet eisini. Fíggjar
støðan í Hondbóltssambandi
Føroya er ótolandi í løtuni.
Orsøkin er heimadystirnir,
ið skulu spælast uttanlands.
Sum stóð at lesa í Sosialinum
4. februar gevur hetta eina
eyka útreiðslu upp á eina
millión
krónur.
Í
somu
grein greiðir Gunn Ellefsen,
forkvinna í HSF, frá at um
Føroyar megnaðu at spæla
seg í næstu undankapping, so
fór tað at merkja ein sparing
upp á einar 300.000 krónur,
ið tað hevði kostað at spælt
eina undan-undankapping.
Hesa sparingina fegnaðust
leikararnir sum vera man
um eftir dystin. Tað hava
verið ótolandi umstøður hjá
leikarunum at liva í óvissu
ni um hvørt føroyska lands
liðnum er lív lagað til næstu
EM-undankapping. Pengar
nir eru ikki til tað, men leik
ararnir vístu vegin. Alt ber til.
Føroyingarnir fingu
flottastu málini
Føroysku leikararnir vóru
teir fyrstu at ásanna, at før
oyska hondbóltsspælið var
lítið kveikjandi fyri áskoðar
arnar. Føroyingarnir royndu
sítt ítasta at taka ferðina úr
dystinum, og vóru kanska
eisini nakað hepnir at dóm
ararnir onkuntíð loyvdu før
oyingunum at taka sær í so
góða tíð.
Men tá ið tað var neyðugt,
so vístu føroyingarnir eisini
framúr álopsspæl. Ein bóltur
frá Nicklas Selvig, ið skrúvar
í málið, góð langskot og góðar
spælingar inn á strikuna vístu
at føroyingar duga avbera
væl at spæla hondbólt. Og so
var tað eftir eitt time-out, at
vakrasta málið kom. Trónd
ur Kragesteen skýtur upp at
koyra ein flúgvara til Hans Eli
Sigurbjørnsson, og sjáldan er
ein slík ætlan útint betri á
føroyska landsliðnum. Danir
nikkaðu viðurkennandi, tá
ið kollfirðingurin kom flúgv
andi av vinstra bakki, loftaði
bóltinum og fekk lýtaleist
skot á. “Perfekt timing” segði
eitt umboð fyri donsku miðl
arnar við eitt annað.
Kjartan hevndi seg
Taptu við sjey málum, men
vunnu gott 300.000 krónur
Danmark – Føroyar 31-24 (17-13)
Føroyskir málskjúttar: Kjartan Johansen 7, Helgi Hildarson Hoydal 3, Jónas
Gunnarsson Djurhuus 3, Peter Krogh 3, Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Nicklas
Selvig 2, Rógvi Dal Christiansen 1, Rói Berg Hansen 1, Brandur Halgirsson 1, Áki
Egilsnes 1
Bólkur 8:
Stig
Málmunur
1.
Danmark 10
+44
2.
Montenegro 7
-6
3.
Ukraina 6
+2
4.
Føroyar 1
-40
HONDBÓLTUR
og so hava Føroyar bóltin við
einum minutti eftir og einum
máli betri Belgia, ið nú hava
tapt við níggju málum. Bonk
urin gerst varugur við úrslitið
tá ið á leið ein hálvur minuttur
restar í. Nú skal avgerð takast
um at drála tíðina ella royna
at skjóta mál. Tað er nakað av
rokið á bonkinum, Føroyar
skifta ein eyka mann inn fyri
málverjan, og so bjóðar Jónas
G. Djurhuus. Hann ætlar at
sleppa bóltinum, men hann
støkkur í ein verjuleika. Tí
betur beint í hendurnar á før
oyska spælskiparanum aftur,
ið brádliga gerst fríur nakað úti
í høgru. Stóri danski málverjin
trakkar fram úr málinum, men
føroyingurin er kaldur og legg
ur bóltin upp um málverjan
og í málið. Dysturin endar fá
sekund seinni, og so hava Før
oyar rokkið málinum um at
spæla seg í næsta endaspælið.