Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2019 · Nr. 68 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Aftur hetta vikuskiftið vóru allir fimm dystirnir millum tey fimm stóru og hini, sum ikki hava møguleika at vinna skreyt og nógvar pengar. Tølini siga, at munurin á lið­unum er stórur. Samantalt vunnu KÍ, NSÍ, B36, Víkingur og HB 14-2. Tað er nógv, tá ið havt verður í huga, at fýra av sigrunum vórðu vunnir á úti­ vølli. -Skráin hjá okkum hevur verið so stravin, sum hon kann verða. Vit hava spælt níggju ferð­ir á rað ímóti teimum fimm ovastu. Fleiri ferðir hava vit verið tætt við, men tað er koppað mótstøðuliðnum til fyri­munar, og ímóti KÍ sást, at spælararnir eru ávirkaðir av hesum, tí teir spældu ikki við sama sjálvsáliti ímóti KÍ, sum teir hava gjørt higartil í ár, sigur Skála venjarin Eyðun Klak­stein. -Nú fáa vit vitjan av HB. Tað verður tíggjundi dysturin á rað ímóti einum av teimum fimm ovastu. Síðsti dysturin und­ an summarsteðginum verður á útivølli ímóti EB/Strey­mi, sum vit taptu ímóti á heima­ vølli, og fyrstu umførini eftir summarsteðgin skulu vit spæla tríggjar ferðir á rað ímóti teim­ um niðaru á støðutalvuni, sigur Skála venjarin. Í Klaksvík er fótbóltslagi í top­pi. Í góðveðrinum í morgun fóru teir undir at taka átta ára gamla graslíkið av vøllinum, og næstu dagarnar fer KÍ at venja í Leirvík. Teir báðir nýggju menninir – gamli kenningurin Semir Hadzi­bulic og Magnus Stam­ nes­trø – venja saman við hinum, og nú snýr prátið seg um, nær tað verður kunngjørt, at Páll A. Klettskarð aftur verður at síggja í bláu troyggju­ ni. Hann er á veg úr Italia og heim til Føroya, og flestu feløg­ini hava spurt seg fyri. -Á Skála sást, at saman­setingin við Patrik Johannesen og Torbjørn Grytten á toppi­ num er spennandi, tí teir hava ymiskar eyðsýndar dygdir. Vit vóna, at Páll A. Klettskarð aftur verður KÍ spælari. Kappingin um plássini er stór, og tað dámar okkum væl, sigur KÍ venj­arin Mikkjal Thomassen. Nú tørna lykladystir fyri, sum vera við til at avgera bæði í ovaru og niðaru hálvu. Leygar­ dagin skal ÍF norður til Eiðis, og sunnudagin fær B36 vitjan av NSÍ. Símun Rógvi gjørdi stóran mun TB – B36 0-1 Símun Rógvi Hansen hevur áður verið besti málverji í før­ oysku kappingini. Í 2016 og 2017 var hann sera stinnur í NSÍ máli­num. Í fjør var hann so illa skaddur, at hann ikki var førur fyri at spæla fótbólt. Í ár er hann í B36. Undan gjárdegnum hevði hann bara spælt ein dyst í næstbestu deildini. Jákup á Borg vísti honum álit í gjár, og Símun Rógvi Hansen vísti, at hann framvegis er sera góður málverji. Fram ímóti dystarenda hevði hann dupult­bjarging, sum var heilt framúr. Eingin hevði funnist at honum, um tað í hesum føri hevði eydnast TB at javna. TB vísti góðan hugburð og trýsti fyri at javna. Í fleiri før­ um var støðan spent, og so var tað, at TB vann fríspark dygst uttanfyri brotsteigin og mitt fyri. Stefan Radosavljevic lyfti bóltin hegnisliga uppum mann­ garðin. Bólturin hevði kós móti mál­horninum, men høgi Símun Rógvi Hansen rakk heilt út í krókin og hálvbjargaði. Eftir eitt sindur av aftur og fram end­aði tað við skoti í hinum borði­num av málinum, og aftur var Símun Rógvi har. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 0-1. Lukasz Cieslewicz skoraði mál­ ið beinanvegin eftir steðgin. TB reiddi illa fyri sær sjálv­ um undan jóansøkuni, tá ið KÍ verður gestur. Stefan Rado­sav­ lje­vic sá beinleiðis reytt kort. Tað ljóðar, at hann fer at skifta felag – til B36 – so kanska var hetta síðsta ferðin í hesum um­farinum, at hann var í TB troyggjuni. Útvísingin hevði við sær, at bæði venjarin og lið­leiðarin vórðu burturvístir. -Tað var stravið, tá ið vit vunnu 1-0 ímóti TB í Gundadali, og hetta var uppaftur stravn­ ari. TB eigur gott lið, og tað var bara fyrsta korterið eftir steðgin, at vit fingu fatur á og frið yvir fótbóltsspælið. Okkara spælarar vóru øgiliga raskir, og so vísti Símun Rógvi seg at vera framúr, nú hann fyrstu ferð var málverji á besta liðnum hjá okkum, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. Hørður var tvífaldur málskjútti ÍF – HB 1-5 Tá ið fimm minuttir vóru far­ nir, var HB frammanfyri 2-0 í Fløtu­gerði í Fuglafirði, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. Tað endaði 5-1. -Avrikið var væl betri, enn tað var, tá ið vit fyri tveimum vik­um síðani vunnu 6-4 á heima­vølli ímóti EB/Streymi. Vit vóru frá fyrsta bríksli savn­ aðir um uppgávuna, og hug­ burð­urin – bæði í álopi og verju – var góður alla tíðina. Higartil hava vit ikki verið so óførir at vinna úrtøku úr møguleikum, men tað vóru vit ímóti ÍF, sigur hjálparvenjarin hjá HB Rasmus Nolsøe. Tað er ikki á hvørjum ári, at Hørður H. Askam skorar tvey mál – og so í sama dysti. Tá ið hann skoraði til 1-0 og 5-0 var tað eftir innlegg og við fínum stútar­um. -Vit mugu bara staðfesta, at HB liðið er so nógv betri enn okkara lið. Fyrstu átta minutt­ ir­nar spældu vit okkum til góðar støður uttan at fáa mál. Hesa løtuna vann HB tvey horna­spørk, sum bóru mál við sær, og so var alt avgjørt. Hetta var ikki løtan, sum fer at av­gera, hvør lagnan hjá okkum verður. Nú venda vit okkum ímóti ferðini norður til Eiðis næsta leygardag. Tann dysturin hev­ur sera stóran týdning, sig­ur ÍF venjarin Hans Jørgen Djur­huus. Tveir nýggir spælarar vóru á ÍF liðnum. Milan Svojic var Nú verður bíðað eftir, at lykladystir fara at tørna fyri, sum verða avgerandi fyri kappingina í toppinum og í botninum FÓTBÓLTUR FAVORITTARNIR ERU EIRINDAR­ LEYSIR