Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2019 · Nr. 68 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Í 07 Vestur hava tey sett sær fyri, at steðgurin í næstbestu deildini bara skal vera eitt ár, eftir at tað í fjør endaði við niðurflyting úr bestu deildini. Í B68 og B71, sum eru hini liðini, ið teoretiskt hava møguleika at flyta upp, livir dreymurin um einaferð aftur at eiga lið í bestu deildini. Nú 2019 kappingarárið er um at vera hálvrunnið, sigur støðutalvan teimum í hesum báðum árstalsfeløgunum og okkum øllum, at tað verður neyvan í ár, at annað av hesum liðunum flytur upp. Í eitt nú ÍF, AB og EB/Streymi verður tað fylgt væl við gongdini í næstbestu deildini. Ásetingarnar siga, at um talan skal vera um uppflyting, so er treytin, at liðið røkkur í minsta lagi bronsuplássinum. Sum landið liggur í løtuni, so er 07 Vestur á uppflytingarplássi. Verður tað bara 07 Vestur, sum eftir kappingarlok verður á uppflytingarplássi, so verður tað bara niðasta liðið í bestu deildini, sum flytur niður. Í løtuni er tað ÍF, sum eftir stórtapið ímóti HB í gjár datt av níggjunda og aftur á tíggjunda pláss. Men tað er eisini møguleiki fyri, at uppflytingin í heyst verður strikað. Leygardagin tapti 07 Vestur á Countryfestivalinum í Sørvági 3-1 ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Teir í Runavík eru framúr væl upplagdir. Møguleiki tóktist vera fyri, at liðið hjá teimum fór ikki at vera so væl mannað leygardagin, tí besta liðið seinni á degnum fór at spæla stevnudyst ímóti AB, men soleiðis varð ikki. NSÍ legði seg framum 2-0 eftir lítlari løtu, tá ið ein hálvur tími var farin, og hóast 07 Vestur royndi at svara aftur og minkaði um munin, so staðfesti NSÍ 3-1 sigurin. Fyrstu umførini sá tað ikki so bjart út hjá NSÍ, sum tapti 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur og so 5-0 ímóti Víkingi. Tíggju tær seinastu ferðirnar er liðið farið av vøllinum við úrtøku – níggju sigrar og einum javnleiki. Støðutalvan sigur, at nú er 07 Vestur um at fáa kapping um triðja plássi. Leygardagin vann KÍ 4-1 í Gundadali ímóti HB. 19 ára gamli Darius Weber var heilt væl upplagdur og skoraði trý mál. Eftir 2-2 í Sørvági hevur KÍ vunnið fulla úrtøku á Skála og nú í Gundadali. Frá 07 Vestur og aftur til KÍ eru tað tvey stig, og málmunurin hjá klaksvíkingum er betri, enn hann er hjá teimum har vesturi. Bæði liðini eiga útsettan dyst á Sandi. Víkingur er framvegis næstovast, hóast tað ikki hilnaðist so væl leygardagin. Úrslitið í Hólmanum á Eiði var 1-1. Tað er merkisvert, tí Víkingur er næstfremst við 26 stigum – eitt stig frammanfyri 07 Vestur – og EB/Streymur er aftast við fýra stigum fyri fýra javnleikir. Tríggir dystir í hesum umfarinum endaðu 1-1. Umfamt á Eiði var tað á Skála og í Gundadali. B68 misti á stokkinum í Gundadali, har B36 javnaði til 1-1 fram ímóti dystarenda. B71 legði seg framum eftir stórt korter á Skála. Heimaliðið hevði eina ørgrynnu av møguleikum. Eitt nú raktu heimamenninir fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin tríggjar ferðir tvørtræið. Lítla løtu undan leikloki eydnaðist tað miðverjanum Petur Paula Mikkelsen við høvdinum at javna til 1-1, og so hevur í níggju av trettan dystum spælt javnt. FÓTBÓLTUR Betri deildin kvinnur støðan NR. LIÐ D V J T VM TM MM S 1 ÍF/Vík/B68 10 7 2 1 22 7 +15 23 2 HB 10 6 1 3 39 8 +31 19 3 KÍ 9 6 1 2 15 7 +8 19 4 B36 10 2 0 8 7 30 -23 6 5 EBS/Skála 9 1 0 8 4 35 -31 3 Máltindurin Andrass Johansen B36 7 Andri Benjaminsen NSÍ 7 Clayton Soares B71 7 Ingi Jonharsson Víking 7 Julia Naomi Mortensen HB 10 Máltindurin Heidi Sevdal HB 17 Rebekka Benbakoura HB 11 Julia Naomi Mortensen HB 10 Týsdagin 18. juni B71 – 07 Vestur – útsettur dystur Fríggjadagin 21. juni B71 – 07 Vestur – útsettur dystur EB/Streymur – KÍ NSÍ – Skála Leygardagin 22. juni Víkingur – HB B68 – B71 07 Vestur – B36 Leygardagin 22. juni B36 – KÍ ÍF/Víkingur/B68 – EBS/Skála B36 – ÍF/Víkingur/ B68 0-2 (0-2) 0-1: Hanna I. Højgaard 14. 0-2: Jacoba Langgaard 32. EBS/Skála – HB 0-5 (0-0) 0-1: Heidi Sevdal 46. 0-2: Rebekka Benbakoura 61. 0-3: Julia Naomi Mortensen br 69. 0-4: Rebakka Benbakoura 80. 0-5: Anitha Mortensen 86. EB/Streymur – Víkingur 1-1 (0-1) 0-1: Ingi Jonhardsson 40. 1-1: sjálvmál 63. Skála – B71 1-1 (0-1) 0-1: Brynjar Óli Bjarnason 18. 1-1: Petur Pauli Mikkelsen 85. HB – KÍ 1-4 (0-1) 0-1: Darius Lewis 13. 0-2: Aksel B. Danielsen 48. 0-3: Darius Lewis 71. 1-3: Jón Krosslá Poulsen br 74. 1-4: Darius Lewis 80. B36 – B68 1-1 (0-1) 0-1: Esmar P. Clementsen 39. 1-1: Niels Johnsson 89. 07 Vestur – NSÍ 1-3 (0-2) 0-1: Jannik M. Olsen 30. 0-2: Martin Klein Joensen 33. 1-2: Niels Mouritsen 67. 1-3: Andri Benjaminsen 86. 1. deild menn: Betri deildin kvinnur: Tveir dystir í bestu kvinnu­ deildini vóru ígjár. Oddaliðið, ÍF/Víkingur/B68, var í Gundadali og spældi ímóti B36, og eydnaðist tað gest­ unum at vinna 2-0. Bæði mál­ini vórðu skorað í fyrra hálv­leiki. Málskjúttar vóru tveir av royn­ du spælarunum – 30 ára gomlu Hanna I. Højgaard og Jacoba Lang­gaard. Tær báðar eru bestu mál­ skjútt­arnir hjá toppliðnum. Tær hava skorað fimm mál í part ella tíggju av 22 málum. Til­saman eru seks spælarar skrá­settir fyri at hava skorað mál fyri felagsliðið ÍF/Víking/ B68. HB vann í gjár 5-0 undir Mýru­hjalla á Skála ímóti EBS/ Skála. Øll málini vóru skorað í seinna hálvleiki. HB hevur skorað 39 mál, sum er seytjan mál fleiri, enn odda­liðið hevur skorað. Heilt merkis­vert er tað, at inntil í gjár vóru tað bara tríggir HB spælarar, sum høvdu skor­að mál. Í gjár slapp fjórði mál­ skjútt­in uppí part. Tað var Anitha Mortensen, sum stað­ festi rimmar sigurin, tá ið hon fýra minuttir undan leikloki økti til 5-0. Hini fýra málini skoraðu tær tríggjar, sum undan hesum um­ farinum høvdu skorað øll HB málini í ár. Heidi Sevdal skoraði eitt í gjár. Hon hevur til­saman skorað seytjan mál. Rebekka Benbakoura skoraði tvey mál á Skála. Hon hevur til­saman skorað ellivu mál, og í gjár skoraði Julia Naomi Morten­ sen eitt mál. Hon hevur skorað tíggju mál tilsaman. Endiliga var nýggjur HB málskjútti Toppliðið fór úr Gundadali við fullari úrtøku eftir sigur ímóti B36 1. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 NSÍ II 13 10 1 2 31 15 +16 31 2 Víkingur II 13 7 5 1 29 13 +16 26 3 07 Vestur 12 7 4 1 23 13 +10 25 4 KÍ II 12 7 2 3 34 21 +13 23 5 B68 13 3 5 5 21 26 -5 14 6 B71 11 3 4 4 20 29 -9 13 7 B36 II 13 3 4 6 18 27 -9 13 8 Skála II 13 1 9 3 18 20 -2 12 9 HB II 13 2 2 9 17 25 -8 8 10 EB/Streymur II 13 0 4 9 19 41 -22 4 Møguleiki er fyri ongari uppflyting 07 Vestur, sum higartil hevur verið einasti møguleiki at flyta upp, tapti, og nú fær 07 Vestur kapping um bronsuplássið