mánadagur 17. juni 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 17. juni 2019 · Nr. 68
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SÚKKLING
Pætur Albinus
Ein av føroyingunum, ið fæst
við súkkling í undanbrekku
- altjóða kent sum downhill
mountain biking - er 21 ára
gamli Uni Vitalis. Talan er um
eina lítla og nærum spildur
nýggja ítróttargrein, og í løtuni
eru tað einans Uni Vitalis og
Tummas Óli E. Olsen, sum av
álvara gera nakað við hesa
ítróttargreinina.
- Eg byrjaði at súkkla fjalla
súkkling sum knapt 13 ára
gamal við Tórshavnar Súkklu
felagi. Tað innibar ikki tað heilt
stóra, Vit súkklaðu felagstúrar
eina-tvær ferðir um vikuna,
greiðir Uni Vitalis frá um upp
runan til súkkluleiðina.
- Men tað var á YouTube, at
eg gjørdist bitin av súkkling í
undanbrekku, sigur hann.
- Tummas Óli keypti fyrstu
downhill-súkkluna tá ið eg var
17 ára gamal. Eg slapp at royna
hana, og eg visti beinanvegin,
at hetta var mín ítróttargrein.
Eg bleiv bitin, sigur Uni.
Uni keypti sær síðani sína
egnu súkklu, og hann og
súkklufelagin byrjaðu nú so
smátt at súkkla so hvørt veðr
ið her heima loyvdi tí á økjum
um Havnadal, Sornfelli og Vel
bastað.
- Men tað var ikki fyrr enn í
fjør, at vit veruliga byrjaðu at
taka tað seriøst og fóru til Dan
mark at kappast. Tað gekk so at
siga hampiligt. Vit fingu nøkur
topp 20-pláss og so aðrar tíðir,
sum ikki vóru so góðar, sigur
Uni Vitalis.
Framstig
Kappingarnar í fjør og í ár hava
givið Una ávísar royndir, og nú
eru
byrjunartrupulleikarnir
ristir av.
- Eg veit, at eg plagi at koyra
væl, men tað er trupult at koyra
skjótt og støðugt samstundis
og ikki detta. Hetta havi eg tó
megnað væl sum í ár, sigur Uni.
Fyrsta kappingin hjá Una í ár
var í danska býnum Ry. Hann
súkklaði væl í innleiðandi
súkklingini, men á fyrsta tein
inum datt hann og gjørdist
nummar 21. Á seinna teininum
koyrdi hann tó sera væl, og við
einum 2. plássi súkklaði hann
seg upp á eitt samlað 14. pláss.
Tað snýr seg nevniliga um at
brúka stytst tíð á báðum tein
unum tilsamans.
- Tað er hart, tí danskararnir
í toppinum gera ikki nógv ann
að enn at súkkla, og teir eru
tætt við at vera professionellir.
Teir kappast eisini altjóða, vísir
Uni á.
Seinna kappingin var í Vejle.
Uni visti frammanundan, at
hendan kappingin lá betur
til hansara, tí teinurin kundi
mint um ein føroyskan tein
við nógvum gróti og minni av
svingum.
- Eg kvalifiseraði meg við
skjótastu
tíðini,
men
teir
allar skjótastu vóru ikki við í
kvalifikatióni av tí at eingi stig
vóru upp á spæl. Eg visti tískil,
at eg hevði eina harð kapping
dagin eftir, sigur Uni, sum tó
stóð seg væl ímillum teir stinn
astu.
- Eg gav alt. Eg koyrdi so at
siga perfekt og lá eftir fyrsta
teinin
nummar
fimm
0,3
sekund aftanfyri nummar fýra
og fimm sekund frammanfyri
nummar seks. Á øðrum teini
num skuldi eg tí bara koyra
trygt fyri at tryggja mær fimta
plássið. Tað kláraði eg, og tað
var stórt fyri meg, sigur Uni.
- Eg fór heim við stórari gleði
og enn størri vilja at kappast
næstuferð, sigur hann víðari.
Tað eru fýra kappingar eftir
at koyra í hesum kappingar
árinum, og Uni liggur á einum
samlaðum fjórða plássi.
- Eg vil gjarna vera í topp 3
tá ið kappingarárið er liðugt,
tí so eri eg ímillum teir bestu
í danska ríkinum, og tað hevði
latið upp fyri størri møguleik
um, sigur Uni.
Næsta kapping er í Mols
Knebel komandi vikuskifti.
albinus@sosialurin.fo
Fjallasúkkling:
Ungu føroyingarnir, Uni Vitalis og Tummas
Óli E. Olsen, hava fingist við fjallasúkkling
í undanbrekku í nøkur ár, og nú eru teir
byrjaðir at gera um seg í Danmark
FÁA GÓÐ ÚRSLIT Í DANMARK
Uni Vitalis á fjallasúkkluni
Uni Vitalis hoppar her 12 metrar, ið einans fáir danir hava megnað