Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2019 · Nr. 68 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SÚKKLING Pætur Albinus Tað hava verið stórar broyt­ ingar at sæð í føroyskari súkkl­ing seinastu árini. Frá at súkklar­ar vóru sjáldsom sjón her á landi - ja, nærum vandu hvør sær og inn ímillum hittust at kapp­ast - so vórðu súkklarar brád­liga ein vanlig sjón kring landið tá ið Team Rynkeby og tær sokallaðu rynkurnar hertóku føroysku vegirnar. Eisini tann støðugt økta ferða­ vinnan hevur fingið fleiri súkklar­ar, útlendsk ferðafólk, út á føroysku vegirnar at upp­ liva føroysku náttúruna á traðki­súkklu. Hetta er tó alt á hugna- og motións­støði, og súkklingin á kappingarstøði livir framvegis sítt egna lív í einum lítlum før­ oyskum súkklusamfelagi, sum eisini er í broyting. Í 2011 varð Fjalla­súkklu­ felag­ið sett á stovn sum lutur í at menna Sersambandið fyri Súkkl­ing og Triathlon. Høgni Rúna­son Øster var fyrsti for­ maður í hesum felagnum, og aftur­at sær í nevndini hevði hann Helga Winther Olsen, Andrass Joensen og Sigmund Olsson. Tað eru ymiskar greinar innan fjallasúkkling, men hend­an greinin, ið varð dyrkað tá, kall­aðist olympisk fjalla­ súkkl­ing. Her verða súkklaði um­før á einum rundum teini við avbjóðandi lendi í undan- og mótbrekkum. Súkklað verður við fullari ferð í hálvan annan tíma, og tað - umframt tað tekniska - er avbjóðandi fyri úthaldnið við slíkum høg­ um pulsi. Tað mentist ein rættiligur felagsskapur hesa tíðina, og nýstovnaða Fjallasúkklufelagið fór undir skipaða venjing og at skipa fyri tiltøkum og kapp­ ingum. Hetta kastaði longu altjóða úrslit av sær tvey ár seinni, í 2013, tá ið Helgi Winther Olsen vann bronsuheiðursmerki á oyggjaleikunum á Bermuda. Downhill Helgi Winther Olsen er ein, ið hevur verið við øll árini. Hann hevur sjálvur kappast á høgum støði í Danmark í nógv ár, har eitt skifti til eina drúgvari grein innan fjallasúkkling, stage race, eisini leiddi hann til altjóða kapp­ingar kring Evropa. Í løtuni er tað downhill, súkkl­ing í undanbrekku, sum er við at vinna seg fram í Før­ oy­um. Har er Helgi eisini við - í øllum førum á hugnastøði og sum vegleiðari hjá teimum ungu Una Vitalis og Tummasi Óla E. Olsen, ið hava kastað seg út í hesa greinina. - At byrja við gjørdu vit ikki nógv burturúr down­ hill-greinini í Fjalla­súkklu­ felag­num. Eingin av okkum kendi hetta ordiliga, og tað var torført at fara í gongd við tað. Hetta var heldur ikki ein kapp­ ingargrein til oyggjaleikir, og tí bleiv tað meira olympiska fjalla­súkklingin, ið vit um­ boðaðu, sigur Helgi Winther Ol­sen, sum tó fegnast um, at Uni og Tummas Óli eru farnir í holt við hesa greinina. - Teir fingu sær so downhill-súkklur við stórum fjaðrum og krops­brynju, og so leitaðu teir sær niðan á fjall gangandi við súkkluni fyri at súkkla oman, greið­ir Helgi frá og peikar á hvussu nógv øðrvísi downhill-súkkl­ urnar eru. - Súkklurnar eru gjørdar til at súkkla omaneftir við einari øgi­ligari ferð og í lendi, har tað slett ikki ber til at súkkla við olympisku súkklunum. Um­framt at súkklurnar hava stór­ar fjarðar og dekk, sum ikki punktera, so eru tær tungar og gearini soleiðis, at tað ikki ber til at súkkla tær niðaneftir. Annað­ hvørt gongur tú niðan við súkkluni ella hevur eitt ak­far, skíðlyftu ella annað at flyta súkkluna niðan. Súkklarin líkist als heldur ikki einum súkklara sum tú kennir hann, tí umframt at hava hjálmar, ið dekka alt høvdið, eru teir eisini í fullari brynju og verju um knø og albogar, sigur hann. - Teir dyrka ein heilt annan talu­máta og kultur rundan um súkklingina við heilt øðrum enda­máli enn at fáa pulsin upp og kappast um hvør hevur best kondi. Ístaðin skunda teir sær oman­eftir, sigur Helgi. Paradís Helgi Winther Olsen heldur, at fjallasúkklingin í Føroyum stend­ur á einum vegamóti, men at hann, saman við Una Vitalis og Tummasi Óla E. Ol­sen, er farin undir at skipa fjalla­súkkling í Føroyum av nýggj­um. - Tað er eyðsýnt, at fjalla­ súkk­lingin nú skal skipast rundan um kjarnina av upp­ living og súkklugleði sum tað týdningarmiklasta, og síðani við samleika um at vera fjalla­ súkklari, um tað so er fyri at fara ein túr í náttúruna oman ella niðan, ella um tað er fyri at kapp­ast á ein ella annan hátt, sigur Helgi. Tað sum vit halda hevur størst týdning hjá okkum nú, er at gera okkum umstøðurnar at súkkla fjallasúkkling betri, legg­ur hann afturat. Heilt frá byrjan hevur Tórs­ havnar kommuna verið áhugað at stuðla fjallasúkklingini við møguleikum, og í 2016 fekk Fjallasúkklufelagið eitt øki, har tað ber til at byggja fjalla­ súkklu­gøtur. Felagið hevur arbeitt við ætlanum síðani, og nú eru teir við at skaffa neyðu­ gu loyvini at fara í gongd. - Tað hevur sera stóran týdn­ ing fyri okkum, at øll fjalla­ súkkling verður skipað í sam­ starv við allar áhugabólkar og sjálv­andi við øll hagastýri og brúkar­ar í hagum. Vónandi kann tað arbeiðið vit gera í Tórs­havn eggja øðrum kom­ munu­m at lova okkum í sama sam­starv. Tað er slett ikki kent í Føroyum, hvussu stór til dømis ferðavinnan er innan fjalla­súkkling, og at tað eru góð ferðafólk við virðing fyri regl­um, lógum og mentan, sum ferðast soleiðis við súkklum, og ikki minst leggja fitt av pen­ingini eftir sær. Tað er ein Helgi Winther Olsen: - Tað er ein win-win-støðan fyri okkum øll, um vit skipa fjappasúkkling í Føroyum við góðum gøtum og hentleikum, sigur ein av oddamonnunum í føroyskari fjallasúkkling, Helgi Winther Olsen, sum eisini hevur hugskot um, at tað kann skapast ein ferðavinnuuppliving. - Føroyar kunnu verða eitt fjallasúkkluparadís, sigur hann - FØROYAR KUNNU VERÐA EITT FJALLA­ SÚKKLU­PARADÍS