Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2019 · Nr. 68 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Pascal Siakam eftir at hann og liðfelagarnir í Toronto Raptors vunnu NBA í kurvabólti - Niclas Selvig eftir at Føroyar spældu seg til enn eina EM-undankapping "Vit hava júst spart HSF fyri eina hálva millión krónur, so ja, hetta var ein succés." "Tú følir teg sum heimsins besta ein dag, men so heimsins vánaligasta dagin eftir. Tað er ótrúligt. Hetta fer at fylgja mær restina av lívinum." Vikan ið fór Vikan, ið fór við ítróttinum... Gongd kemur í kúlupennin í Betrideildini - Semir Hadzibulic er aftur í KÍ, og Erling D. Jacobsen leingir við B36. Føroysku hondbóltsmenninir tapa næstsíðsta dystin í EM-undankappingini 24-21 ímóti Montenegro í Farum, Danmark. Lars Olsen avdúkar í samrøðu við bold. dk, at tað er óvist um hann heldur fram sum føroyskur landsliðsvenjari eftir árslok. Føroysku Hanus Sørensen og Lukas Giessing gerast danskir meistarar saman við U19-liðnum hjá FC Midtjyllandi. Tey fimm fremstu liðini í Betrideildin hjá monnum vinna øll sínar dystir, og tískil hevur deildin framhaldandi hug at kloyvast í tvey. Føroyska hondbóltslandsliðið hjá monnum spælir seg til EM-bólkaspælið 2022 eftir nóg lítið tap, 31-24, fyri Danmark í Aalborg. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Hanus Sørensen Aldur: 18 Yrki: Fótbóltur (FC Midtjylland) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Noregi 2. Jónas G. Djurhuus 3. Italia 4. 21 5. Alvaro Morata 6. Kurvabólti 7. Robert Skov (FCK) 8. Rói Berg Hansen 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Úr hvørjum landi er venjarin hjá 07 Vesturi? 2 Hvør gjørdist føroyskur toppskjútti í hondbóltslandsdystinum ímóti Montenegro hóskvøldið? 3 Í hvørjum landi hevur Páll Klettskarð spælt fótbólt seinastu tíðina? 4 Hvussu nógv stig verður spælt upp í hvørt sett í badminton? 5 Hvør spanskur landsliðsleikari fekk sítt hús rænt, meðan hann spældi ímóti Føroyum á Tórsvølli? 6 Í hvørjum ítrótti eitur eitt leikpláss á vøllinum "point guard"? 7 Hvør gjørdist toppskjútti í júst lidna kappingarárinum í donsku Superliguni? 8 Hvussu eitur føroyski hondbóltslandsliðsleikarin á myndini? Myndin hesa vikuna: Hvussu hevur hetta kappingarárið verið hjá tykkum sum lið? - Kappingarárið kundi næstan ikki verið betri. Vit vunnu DM, komu í topp 8 í Youth League og blivu nummar tvey í einari kapping i Terborg, har vit millum annað vunnu á Liverpool, Tottenham og Palmeiras. Hvussu hevur hetta kappingarárið verið hjá tær persónliga? - Tað hevur verið gott. Eg havi fingið spælitíð og havt nógvar venjingar á øgiliga høgum støði. Av tí at vit hava so nógvar góðar leikarar, og eg eri í yngra partinum av liðnum, so verður man nøddur at venja øgiliga væl. Tá man spælir dyst, hevur man ikki ráð til at hava tveir- tríggjar vánaligar dystir, tí so kann ein annar saktans yvirtaka plássið. Hvussu trívist tú í FC Midtjylland? - Eg trívist øgiliga væl. Eg eri farin uttanlands fyri at spæla fótbólt, og tað fái eg nokk av her. Vit venja sjey ferðir um vikuna, umframt sjálvvenjing og dyst. Man følir at man verður betri og betri fyri hvønn dag. Av tí at vit allir á liðnum búgva saman, so ger tað eisini at man er meira sosialur og er nógv saman við teimum á liðum, so tað ikki bara allatíð er fótbóltur. Hvat er størsti munurin á føroyskum og donskum ungdómsfótbólti? - Størsti munurin er heilt sikkurt mongdin av góðum leikarum, og at eingin dystur endar tildømis 9-0. Man er noyddur at vera 100% fyrireikaður til hvønn dyst. og so er munurin eisini venjingarnar og venjingarumstøðurnar. Vit hava ofta fýra venjarar til bara eitt lið, og tað ger at man fær arbeitt við teimum heilt smáu smálutunum. Hvat er málið hjá tær á fótbóltsleiðini? - Málið hjá mær er heilt klárt at blíva professionellur fótbóltsspælari og liva av tí. Í framtíðini ætli eg mær eisini úr Skandinavia at spæla. Eg veit tað verður torført, men tað er ikki ómøguligt, tí tað er tað eg venji fram til hvønn dag. Jóhan á Plógv Hansen í donsku landsliðsblusuni dystast ímóti føroysku landsmonnum sínum í EM í hondbólti. Danmark vinnur 31-24