Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juni 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mikudagur 17. juni 2019 · Nr. 68 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Stóri føroyski sigurin Gigantium Føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur tryggjað sær luttøku í EM 2020 undankappingini. Føroyska liðið var í kapping við eitt nú Belgia, Estland og Finnland um at blíva styrkismett til komandi EM undankapping. Eitt verri úrslit hevði gjørt, at føroyska liðið hevði skula spælt eina undankapping, fyri at kunna vinna seg í EM undankappingina. Forkvinnan í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen, sigur við ÍtróttarSosialin, at hetta er ein sparing upp á 300 túsund krónur. HSF er longu fríggjarliga kroyst, so tað av alvara merkist. Stríðið um at fáa landsdystir til Føroya endaði uttan sigur, og tí hava vit spælt okkara landsdystir í Danmark. Eg havi fleiri ferðir fyrr róst arbeiðinum í Hondbóltssambandinum. Tey seinnu árini hava tey av álvara arbeitt fyri at fáa nógv landsliðsvirksemi. Úrslitini hava vit sæð seinnu árini, har U21 hevur verið til HM-endaspælið í Algeria, meðan manslandsliðið verður víst í “Prime- time” á TV2. Eg havi eisini nógv rós at bera eitt nú Fótbóltssambandinum, men stóri munurin í altjóða kapping er, at hondbólturin hevur ikki nakað UEFA, ið er fíggjarliga væl fyri. Tá eru hondbólturin og flogbólturin í sama bólki, har hvør króna má vendast. Føroyskur hondbóltur hevur bjóðað seg fram á altjóða pallinum. Tað er sera hugaligt, at liðið longu nú hevur tryggjað sær pláss í komandi undankapping, men tað tykist sum tað manglar ein ávísur stuðul úr føroyskum umhvørvinum. Hetta er okkara møguleiki at tryggja, at ein komandi Jóhan á Plógv Hansen ikki skal síggja seg noyddan at fara aðrar leiðir. Vit kunnu ikki bara ynskja tað í høvdinum, tá støðan íkemur, men mugu so hvørt tryggja at umstøður eru til hondbólt. Borgarstjórin hevur boðað frá, at nýggja marghøll skal byggjast, ið kemur at lúka altjóða treytir. Eg vóni tað so inniliga, tí tað er so troyttandi at síggja eitt ítróttaranlegg fyri og annað eftir verða bygt eftir onkrum her-og-nú leisti. Vit mugu ikki gloyma tað arbeiði, sum liggur aftanfyri at føroyska manslandsliðið í hondbólti í dag spælir dystir í “Prime-time” hjá altjóða miðlum – hóast vit spæla okkara heimadystir á útivølli. Tað kemur ikki av sær sjálvum og vit mugu hjálpa til nú! trondur@sosialurin.fo Pætur Albinus Leygarkvøldið varð skipað fyri ársins fimleikagalla í Dansi­ frøi í Havn, har 200 íðkar­ar, venjarar, dómarar, sam­skip­arar, nevndarbólk og onnur innboðin vóru komin saman at feiðrað farna árið og samstundis heiðra ársins fim­leikarum og øðrum. Eisini ársins heiður varð latin. Hann varð hesaferð lat­in Nenu Jákupsdóttir, sum fyri 20 árum síðani tók stig til at venja liðið Loppurnar hjá fim­leikafelagnum Ljósinum, ið er eitt lið fyri ung við skerdum før­leikum. Liðið hevur fingið góð úrslit í kappingum í Dan­mark og í Special Olympics í Abu Dhabi. Ársins drakt: Gentur Fenja (Havnar Fimleikafelag) Ársins seria: Kvinnur Hulda (Havnar Fimleikafelag) Ársins venjari: Ásleyg Gregersen, Bjørk Nolsøe og Kristina Bjartalíð (Rósan / Støkk) Ársins lið: Smágentur Rósan (Støkk) Ársins amboðsíðkari, kvinnur: Kaspara Danielsen (Havnar Fimleikafelag) Ársins amboðsíðkari, menn: Aron D. Jacobsen, frá Havnar Fimleikafelag Ársins amboðsvenjari, kvinnur: Barbara Debes Eiriksfoss (Havnar Fimleikafelag) Ársins amboðsvenjari, menn: Djóni Sakarisson (Havnar Fimleikafelag) Ársins heiður: Ljósið og Nena Jákupsdóttir. Tey bestu í fimleikinum Ársins fimleikarar og onnur vórðu kosin á gallaveitslu leygarkvøldið Fimleikur: