týsdagur 18. juni 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JUNI 2019
2
6 KJARNUMÁL
Seta løntakaran
á breddan
Í seinasta lagi 31. august verður løgtingsval. Í tí
sambandi vil Starvsmannafelagið aftur varpa ljós á nøkur
arbeiðsmarknaðarmál, sum hava týdning fyri løntakaran. Vit vóna
at hesi kjarnumálini verða partur av valstríðnum, og at politisku
flokkarnir taka tey til sín.
Sum størsta fakfelagið á almenna arbeiðsmarknaðinum í
Føroyum hevur Starvmannafelagið kosið sær 6 kjarnumál í
valárinum 2019. Hetta eru mál, sum álitisfólkini og nevndin í
Starvsmannafelagnum meta hava alstóran týdning bæði fyri
samfelagið sum heild og fyri limir felagsins sum løntakarar.
Endamálið við hesum tiltaki er at varpa ljós á løntakaramál, sum
hava týdning fyri allar limir í Starvsmannafelagnum, og ivaleyst
fyri føroyskar løntakarar sum heild. Júst hvat tað góða samfelagið
er, eru ógvuliga nógvar ymiskar meiningar um, eisini millum limir
Starvsmannafelagsins. Tó eru allir limir Starvsmannafelagsins
løntakarar, og øll í felagnum verða ávirkaði av hvørji rættindi og
skyldur vit hava á arbeiðsmarknaðinum.
Starvsmannafelagið heldur tað hava stóran týdning, at
mál av arbeiðsmarknaðarligum slagi fáa pláss í komandi
valstríðnum. Vón okkara er at flokkarnir fara at hugsa um og
taka kjarnumálini til sín, og at málini fara at síggjast aftur í
komandi valstríði, eins væl og í einum komandi samgonguskjali.
Felags fyri øll málini er, at hetta eru mál, sum hava ítøkiliga
ávirkan á livikor løntakaranna í Føroyum. Tað eru mál, ið fremja
tryggleika, fyribyrgja sálarligt trýst, og leggja dent á einstaka
menniskjað og familjuna. Hetta eru mál, sum gera, at Føroyar
standa seg betri í kappingini um arbeiðsmegi, og geva einstaka
løntakaranum í Føroyum eitt betri lív við meira yvirskoti og
innihaldi.
Eg vil við hesum leggja dent á, at hetta er eitt partapolitiskt óheft
átak. Starvsmannafelagið stuðlar ikki nøkrum ávísum flokki. Vit
stuðla limum okkara og vilja arbeiða fyri, at teirra áhugamál verða
raðfest. Fyri at gera hetta krevst, at vit eisini gera okkara ávirkan
galdandi í politiska rúminum, serliga tá um ræður mál, sum
partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki varða av einsamallir.
Hettar er aðru ferð, at Starvsmannafelagið skipar fyri hesum
tiltaki. Fyrru ferð var upp undir løgtingsvalið í 2015, og sóust fleiri
av kjarnumálunm tá aftur í samgonguskjalinum, eins og fleiri
síðani eru samtykt av løgtinginum.
Við hesum tiltaki vónar Starvsmannafelagið at eggja limum
sínum og borgarunum annars at nýta sín demokratiska
atkvøðurætt. Valið er títt.
Gott løgtingsval!
Um innihaldið
Allir flokkar, sum vóru stillaðir upp, tá evsta mark var fyri at lata tilfar inn, fingu møguleikan at taka støðu
til kjarnumál Starvsmannafelagsins. Fólkaflokkurin hevur ikki svarað og er tískil ikki við.
STARVSMANNAFELAGIÐ - STÓRT, BREITT OG STERKT
Starvsmannafelagið er fakfelag hjá starvsfólkum, sum starvast hjá landi, kommunum, kommunalum felagsskapum og almennum partafeløgum.
Felagið hevur umleið 2.000 limir.
Endamál felagsins er á demokratiskum og javnstøðiligum grundarlagi støðugt at virka fyri betri arbeiðskorum.
Millum limirnar finna vit omanfyri 300 ymisk starvsheiti, so á ein hátt er Starvsmannafelagið tað, sum grannalondini rópa eitt meginfakfelag (fakforbund).
Tí siga vit ofta, at Starvsmannafelagið er eyðkent av at vera stórt, breitt og sterkt.
ÚTGEVARI
Starvsmannafelagið
J. H. Schrøtersgøta 9
Postsmoga 165
110 Tórshavn
Telefon 61 48 68
T-postur: starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo
Heimasíða: http://www.starvsmannafelag.fo
SKRIVSTOVUTÌÐ: kl. 09:00 – 16:00
TELEFONTÍÐ: kl. 10:00 – 15:00, eingin telefonviðtala
mikudag
NEVND
Súni Selfoss, formaður
Bjørg Jacobsen, næstforkvinna
Svend Åge Seloy, nevndarlimur
Hilmar Augustinussen, nevndarlimur
Noomi K. Rasmussen, nevndarlimur
FELAGSSKRIVARI
Anna D. Johannesen
SAMSKIPARI
Guðrið Joensen
RÁÐGEVI
Dánjal Højgaard
TRYGGINGARRÁÐGEVI
John Kjær, tlf. 218187
SOSIALRÁÐGEVI
Leif Olsen, tlf. 316339
Starvsmannafelagið er limur í:
Norðulendsku felagsskapunum
NTR, NSO og
Altjóða felagsskapinum PSI
STARVSBLAÐIÐ
Verður sent limum Starvsmannafelagsins ókeypis
einferð um árið.
LAGT TIL RÆTTIS
Starvsmannafelagið
Nevndin (ábyrgd)
GRAFISKT SNIÐ OG LAYOUT
Heidi í Dali Jacobsen, Sosialurin
SAMSKIPAN OG HØVUNDI
Regin Berg
MYNDIR
Tróndur Dalsgarð
Jens Kristian Vang
Dánjal Højgaard
Súni Selfoss,
Formaður í Starvsmannafelagnum
Til ber at lesa grundgevingarnar
hjá flokkunum í fullum líki á
www.starvsmannafelag.fo
Álitisfólkini í Starvsmannafelagnum fyrireika kjarnumálini fyri 2019
FORSÍÐUMYND
Nevndin, umsitingin og álitisfólkini í
Starvsmannafelagnum