Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JUNI 2019 3 6 KJARNUMÁL Við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, íroknað døgurðasteðgin, fáast fleiri gagnligar avleiðingar. Javnvágin millum frítíð og arbeiðslív verður betri, og harvið kann strongdin minka og familjusambondini styrkna. Somuleiðis gerst tað lættari at arbeiða fulla tíð á fleiri fakøkjum, eins og tey, ið arbeiða niðursetta tíð, nærkast eini fullari løn og eftirløn. Kanningar og royndir aðrastaðni benda eisini á, at ein styttri arbeiðsvika økir um dygdina í arbeiðinum, minkar um fráveruna og økir um nøgdsemið. Stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar 1 Sambandsflokkurin Støðan í føroyska samfelagnum er, at tað sum heild er mangul uppá arbeiðsmegi og tí vil ein stytting av arbeiðstíðini bara gera støðuna enn verri Framtakið Arnfinn á Birtuni t.d. er heitur fortalari fyri universalari borgaraløn (UBI). Tað hevði sett fólk fríð at arbeiða sum tey vilja. Tjóðveldi Royndir aðrastaðni – til dømis í Danmark, har arbeiðsvikan, ásett í sáttmálum, í mesta lagi er 37 tímar – vísa, at kappingarførið og effektivitetur ikki versna orsakað av styttri arbeiðsviku... Miðflokkurin Eitt slíkt stig hevði verið ein útrætt hond til dagsins familjur, sum tíverri, sum fylgja av dýrtíðini, eru hart spentar fyri. Flokkarnir halda: Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýri Tjóðveldi Framsókn Miðflokkurin Framtakið ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ Starvsmannafelagið heldur: At arbeiðsvikan eigur at styttast niður í 37 tímar við lóg Fólkaflokkurin hevur ikki svarað Styttri arbeiðsvika – betri lívsgóðska Ein styttri arbeiðsvika ber fram móti fleiri gagnligum málum. Ein fær meira yvirskot, verður glaðari, og tað kann vera við at gera, at títtleikin av bæði strongd og øðrum sálarligum avbjóðingum minkar. Starvsmannafelagið gjørdi eina kanning millum limir sínar í 2014, sum vísti, at meira enn helvtin hevði havt illgruna um strongd seinastu 3 árini. 61,5% av teimum spurdu mettu, at strongdin stavaði frá arbeiðsplássinum, harav 69% av teimum, ið mettu tað halda, at tað er vegna ov stóra arbeiðsbyrðu. Við styttri arbeiðsviku fáa fólk í størri mun tíð og yvirskot at vera saman við børnum og øðrum familjulimum, og kann hetta vera við at tryggja, at tað er rúm fyri familjum í dagsins samfelagi. Í nógvum starvsgreinum er arbeiðið so mikið tungt ella krevjandi, at tað kann vera ómetaliga strævið at arbeiða fulla tíð, tá ið fulla tíðin er 40 tímar. Ein styttri arbeiðsvika ger tað lættari hjá fólki at arbeiða fulla tíð, eins og hon hevði gjørt, at tey, sum arbeiða parttíð, eru nærri við at arbeiða fulla tíð, soleiðis at lønin hjá teimum hækkar samsvarandi. Søguliga hevur evsta markið fyri, hvussu long arbeiðsvikan í Føroyum kann vera, verið ásett við løgtingslóg. Seinast, arbeiðsvikan varð stytt við lóg, var í 1978. Frammanundan var hon stytt í 1970 og 1964. Við at stytta arbeiðsvikuna við lóg tryggja vit, at umstøðurnar eru tær somu hjá øllum á arbeiðsmarknaðinum. Í tí sambandi hevði tað eisini verið viðkomandi at hugt at, hvørt onkur sløg av arbeiði eru so mikið tung, at fulla arbeiðstíðin eigur at vera tað minni. Ein atfinning kann vera, at arbeiðsloysið er ov lágt at lækka tímatalið. Sum er, so ganga helst eini 2 ár, til ein møgulig lóg fer at fáa virknað, og broytingin hevði verið líðandi heldur enn alt í einum. Eingin veit, hvussu arbeiðsloysið er til ta tíð. Somleiðis kann ein styttri arbeiðsvika hava við sær, at arbeiðsfjøldin í Føroyum veksur, tí Danmark, ið vit einamest kappast við, hevur 37 tíma arbeiðsviku Nógv av tí tað kostar at minka arbeiðsvikuna verður vunnið inn aftur. Tá ein hevur stytt arbeiðsvikuna uttanlands, hevur ein sæð, at nøgdsemi, lívsgóðska og frávera á arbeiðsplássum eru batnað. Sjúkradagarnir og arbeiðsskaðar fækka. Eisini sæst sum oftast, at dygdin og effektiviteturin á tí, sum fólk gera, økist. Tí hevur ein nógv dømi um arbeiðspláss, har framleiðslan og inntøkurnar eru farnar upp, tó at arbeiðstíðin er farin niður. Hetta hongur saman við, at arbeiðsvikan, ið loyvir fólki at arbeiða mest effektivt, tykist at liggja um teir 30 tímarnar. Ein lóg um arbeiðsvikuna er ein minstulóg. Tað fer framhaldandi at bera til hjá fakfeløgum at avtala eina arbeiðsviku, sum er styttri enn 37 tímar. Arbeiðsvikan kann tó ikki verða longri enn 37 tímar. Lesið øll svarini í fullum líki á www.starvsmannafelag.fo