Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JUNI 2019 4 6 KJARNUMÁL At starvsfólk verða sett í styttri og tíðaravmarkað størv, er ein avbjóðing bæði í Føroyum og grannalondunum. Dømi eru um, at arbeiðsgevarar heldur enn at seta fólk í fast starv seta fólk í tíðaravmarkað størv. Hesar avmarkaðu setanir verða ofta longdar, viðhvørt fleiri ferðir og í fleiri ár. Umframt at eingin uppsagnarfreist er, er talan um ótrygg størv, har starvsfólk helst aftra seg við at gera síni rættindi galdandi og at verða limir í fakfelag. Sostatt fáa starvsfólk í hesi støðu mangan heldur ikki atgongd til ta hjálp, ið fakfeløg kunnu veita teimum. Tíðaravmarkað størv 2 Javnaðarflokkurin: … vit eiga at meta um, hvørjar lógarásetingar skulu til til tess at betra um viðurskiftini hjá fólki í tíðaravmarkaðum starvi. Miðflokkurin: Ótryggleikin, sum spyrst av ikki at vita, um tú í morgin í heila tikið hevur eitt starv, er drepandi... Framsókn: Málið skal viðgerast í álvara í mun til almenna arbeiðsmarknaðarpolitikkin, og tryggjast skal, at lógarkarmar, sáttmálar og avtalur forða fyri misbrúki, men samstundis varðveita neyðuga liðiligheit á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sjálvstýri Tað er sjálvandi rætt at hesi viðurskifti verða tryggjaði... [hettar er] ein náttúruligur partur av samráðingunum millum partarnir á arbeiðsmarknaðinum. Flokkarnir halda: Tekur flokkur tykkara undir við hesum? Flokkur Ja Lutvíst Nei Sambandsflokkurin Javnaðarflokkurin Sjálvstýri Tjóðveldi Framsókn Miðflokkurin Framtakið ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ ✓ Starvsmannafelagið heldur: At við lóg eigur at verða tryggjað, at viður­ skiftini hjá fólki í tíðaravmarkaðum størvum verða betur vard og rættarstøðan tryggjað Fólkaflokkurin hevur ikki svarað Tíðaravmarkað størv skapa ótryggleika Samanber ein við donsk tøl, so vóru í 2016 40–50% av teimum, sum vóru tíðaravmarkað sett, sum ynsktu at fáa fast starv. Samstundis vóru tey, sum eru tíðaravmarkað sett, verri fyri fíggjarliga enn onnur. Tíðaravmarkað størv eru minni trygg enn føst størv. Eftir at setanin er endað, so veit ein ikki, hvørt ein hevur eitt starv ella ikki. Hetta er í sær sjálvum ein kelda til ótryggleika og strongd hjá fólki. Tað er torført at leggja bústað og familjulív til rættis, um ein ikki veit, hvørt ein hevur starv, ella hvør inntøkan er um nakrar mánaðir. Gongur ein út frá, at tað veruliga er neyðugt at seta eitt tíðaravmarkað starv, so er hesin ótryggleikin tó torførur at koma uttanum. Hinvegin hava tíðaravmarkað størv eisini aðrar neiligar avleiðingar við sær, ið ein kann tryggja fólk ímóti við at tryggja teirra rættindi við lóg. Er ein tíðaravmarkað settur, so er tað skjótt, at eitt starvsfólk ikki krevur síni rættindi og møguleikar, tí starvsfólkið óttast fyri, at tað minkar um møguleikan at fáa starv eftir setanina. Ein klagar ikki um órímilig arbeiðskor, letur kanska vera við at skriva sær yvirtíð, tekur ikki sjúkradagar, tó at ein átti, og leggur nógv fyri, so ein kann økja um møguleikan at fáa starv aftur. Verður hugt at kanningum í t.d. USA og Bretlandi, so síggjast eisini ábendingar um, at fólk í tíðaravmarkaðum størvum uppliva meira ágang og í minni mun boða frá, tá ið tey uppliva slíkt. Harafturat eru fólk í tíðaravmarkaðum størvum ofta noydd til at fylgja við í, hvørji størv eru leys, senda umsóknir og brúka frítíðina at royna at fáa sær fast starv. Fær ein møguleikan at gera okkurt eyka arbeiði, so er ringt at siga nei takk, tí ein vónar at fáa fótin innum onkrastaðni. Somuleiðis vísir ES-stovnurin Eurofund á, at lívstíðarinntøkan (serliga pensjónin) hjá tíðaravmarkað settum er minni. Siga vit, at støðan er nakað tann sama í Føroyum sum í útlondum, so eru tað serliga fólk millum 25 og 34 ár, sum eru tíðaravmarkað sett. Ella við øðrum orðum aldursbólkurin, har fólk seta búgv og stovna familjur. Sostatt er trýstið frá ótryggleikanum við fyrbilssettum ikki bara nakað, sum rakar einstaklingar, men kann raka nýklaktar familjur. Tíðaravmarkað størv kunnu ikki verða eins trygg og føst størv, men við eini lóg, sum tryggjar fólki í tíðaravmarkaðum størvum somu rættindi við setan og verjir fyri, at tíðaravmarkað størv verða misnýtt, við at tey verða longd ferð eftir ferð, ber tó til at bøta munandi um støðuna hjá hesum starvsbólkinum. Hetta kann eitt nú gerast við at fáa eina orðing inn í funktionerlógina saman við eini serlóg um tíðaravmarkað størv. Lesið øll svarini í fullum líki á www.starvsmannafelag.fo