týsdagur 18. juni 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JUNI 2019
5
6 KJARNUMÁL
Kanningar vísa, at nógv fólk arbeiða niðursetta tíð. Hetta er eisini
galdandi fyri limirnar í Starvsmannafelagnum. Serliga er tað ein
stórur partur av kvinnum, sum arbeiðir niðursetta tíð, tó at fimta
hvør kvinna, sum arbeiðir niðursetta tíð, kundi hugsað sær at
arbeitt meira.
Støðan hevur fíggjarligar avleiðingar fyri starvsfólkini í niðursettari
tíð og fyri familjur teirra og ávirkar pensjónsuppsparingina.
Stóra talið av kvinnum í niðursettari tíð er sostatt eitt av størstu
vandamálunum, tá ið um ræður javnstøðu í Føroyum.
Fólk, sum vilja arbeiða niðursetta tíð, eiga at sleppa tað; eisini um
tað er eitt fyribils ynski. Men øll, sum vilja tað, eiga at sleppa upp
(aftur) í fulla tíð.
Starvsfólk í parttíðar
størvum
3
Tjóðveldi:
Útgangsstøðið eigur altíð at vera, at fólk arbeiða fulla tíð,
men hava góðar møguleikar fyri at arbeiða niðursetta tíð,
um tey sjálv ynskja tað.
Framsókn:
Eins og í spurninginum um arbeiðsvikuna, eigur at
verða hugt at, um summi starvsøki eru so mikið tung, at
arbeiðsvikan er styttri enn tann annars galdandi.
Sambandsflokkurin:
... tað er ein rættur hjá hvørjum einstøkum at fáa
møguleikar at arbeiða fulla tíð ella sleppa upp (aftur) í fulla
tíð, um tey vilja tað.
Javnaðarflokkurin:
Í Javnaðarflokkinum vilja vit gera okkara til at tryggja, at
starvsfólk, sum vilja upp í tíð, skulu fáa møguleika fyri tí.
Flokkarnir halda:
Tekur flokkur tykkara undir við hesum?
Flokkur
Ja
Lutvíst
Nei
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Sjálvstýri
Tjóðveldi
Framsókn
Miðflokkurin
Framtakið
✓
✓
✓
✓
✓
✓
✓
Starvsmannafelagið heldur:
At starvsfólk, sum vilja tað, eiga at fáa møguleika
at arbeiða fulla tíð ella at fara upp í tíð
Fólkaflokkurin hevur ikki svarað
Niðursett tíð – niðursett lívsinntøka
Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at í 2013 arbeiddu 9.800
føroyingar niðursetta tíð. Hetta svarar til 36% av teimum, sum
arbeiða. Serliga eru tað kvinnurnar, sum arbeiða niðursetta tíð.
7.006 kvinnur arbeiddu niðursetta tíð, og svarar hetta til 57%
av teimum kvinnunum, sum arbeiða.
Taka vit teir 974 limirnar hjá Starvsmannafelagnum, sum í 2017
arbeiddu hjá tí almenna, so líkjast tølini. 307 fólk arbeiddu
niðursetta tíð, sum svarar til 31,5% av samlaða talinum, harav
90% av teimum 307 eru kvinnur. Samanumtikið arbeiddu 43%
av kvinnunum niðursetta tíð. Bankarnir, Javnstøðunevndin og
búskaparfrøðingar bæði í Føroyum og uttanlands eru samd
um avleiðingarnar av hesum. Lívsinntøkan hjá teimum, sum
arbeiða parttíð, minkar.
Ein búskaparfrøðingur vísti longu í 2012 á, at serliga í einum so
dýrum samfelagi sum Føroyum verður tað torført hjá einum
persóni, ið arbeiðir niðursetta tíð, at klára seg uttan hjálp frá
einum maka. Hetta kemur serliga til sjóndar í búskaparligu
javnvágini millum kynini, har Javnstøðunevndin vísir á, at
parttíðararbeiði er partur av orsøkini til, at í ellisárunum er
stórur fíggjarligur munur millum kynini. Mannfólkini eiga meira
og liva samstundis styttri. Sammetir ein við donsk tøl, so missa
fólk í umsorganarvinnuni 2,3 milliónir í løn, um tey arbeiða 30
tímar heldur enn 37 tímar alt lívið, og 300.000 krónur í pensjón.
Velja fólk sjálvi at fara niður í tíð ella at arbeiða parttíð, so
eiga tey sjálvandi at sleppa tað, tá ið tað ber til. Hetta verður
tó til ein trupulleika, um fólk arbeiða parttíð móti sínum
vilja. Manntal vísti í 2011, at fimta hvør kvinna, sum arbeiðir
niðursetta tíð, vil arbeiða meira. Sammeta vit við tølini frá 2013,
so svarar hetta til, at 1.401 kvinna arbeiðir niðursetta tíð móti
sínum vilja. Hetta eigur at kunna loysast við at geva teimum
rætt til at fara upp í tíð, serliga nú arbeiðsloysið er so lítið.
Vóru tað einamest tey vælløntu, sum arbeiddu niðursetta
tíð, so kundi ein kanska sagt, at hetta ikki hevur so stórar
avleiðingar. Sambært kanningini hjá Starvsmannafelagnum
í 2017, so er hetta tó ikki so. Tað eru teir limir felagsins hjá tí
almenna, sum vinna minst pening, ið arbeiða mest niðursetta
tíð.
Í lønarbólki 1 hjá Starvsmannafelagnum, ið vinnur millum
19.000 og 23.000 krónur um mánaðin, eru tað góð 60%, sum
arbeiða niðursetta tíð, og í lønarbólki 2 eru tað 45%. Miðaltalið
var annars 31,5%. Sostatt eru tað tey, sum vinna minst pening,
ið arbeiða niðursetta tíð. Fólk eiga at hava møguleikan at klára
seg sjálvi við at arbeiða fulla tíð, um tey vilja tað.
Arbeiðspláss eiga at virka fyri hesum endamáli og taka neyðug
stig, sum gera tað møguligt, uttan at tað hevur við sær aðrar
neiligar avleiðingar fyri arbeiðsmarknaðin.
Lesið øll svarini í fullum líki á www.starvsmannafelag.fo