Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 234 - 7. desember 2004 Eivør inn- stillað til tvær virðis- lønir Aftur í ár er føroyski songfuglurin Eivør Pálsdáottir innstillað til tvær íslendskar tón- listavirðislønir fyri 2004. Hennara nýggj- asta fløga er innstillað til ársins popp plátu, og Eivør er innstillað til ársins kvinnuligi sangari. Í báðum før- um má Eivør sigast at vera í rættiliga góðum selskapi, eitt nú er ís- lendska Bjørk eisini innstillað til somu virðislønir, sum annars eru hesar: Ársins popp pláta: Mugimama, Is this Mugimusic? - Mugison Hello Somebody - Jagúar Eivør - Eivør Pálsdóttir Medúlla - Bjørk Meðan ég sef - Í svørtum føtum Ársins kvinnuligi sangari: Ragnheiður Grøndal Eivør Pálsdóttir Bjørk Guðmundsdóttir Gúðrun Gunnardóttir Margrét Eir Virðislønirnar verða handaðar í Tjóðleik- húsinum í Reykjavík 2. februar 2005 -ave- Leygardagin kom nýggja yrkingasavnið "Aftur Nú" eftir Unn í Dali í bókabúðirnar. Hetta er hennara fyrsta yrkingasavn, har høvundurin eyg- leiðir samanspælið millum menniskju og hugleiðir um, hvussu vit brúka tíðina, vit nú einaferð hava fingið tillutað YRKINGASAVN Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo "Tú kanst tendra ella sløkkja - ikki bara eina kontakt, men eisini ljósið í teimum menniskjum, tú ert saman við. Tað er upp til tín og mín at velja." Reyði tráðurin í nýggja yrkinga- savninum hjá Unn í Dali er næstrakærleiki . Á ymsar hættir setur høvundurin orð á ta felags ábyrgd, vit øll eiga fyri okkara medmenn- iskjum og vísir á, hvussu okkara atburður mótvegis øðrum altíð fyrr ella seinni rakar okkum sjálvi. Eitt annað høvuðsevni í savninum er tíðin og mátin, vit brúka ella kanska ser- liga ikki brúka tíðina, tí sum høvundurin sigur í innganginum: "Núið er tað, vit eiga, og onki annað. Núið er lívið. Tað eru bert vit menniskju, sum sovandi ganga og søkja okkum sjálvi, sum ikki síggja tað. Vit hava lyndi til at deila tað upp og so klossut royna at stykkja tað saman aftur, so tað hóv- ar okkum. Mótarbeiða sjálvum lívinum." Annars lýsir høvundurin tær 26 yrkingarnar í savninum sum eygleið- ingar, hugleiðingar og royndir, hon hevur gjørt sær í eini áhaldandi nú-process, har menniskja verður fatað sum eitt úrslit av síni fortíð, nútíð og bønum um fram- tíðina Tú hevur bert tvey ting Fortíðina og núið Framtíðin er ikki tín Hon hoyrir ongum til Eksisterar ikki Hon er ein uppdiktaður metaforur Vit koma henni aldrin nærri Enn núið loyvir okkum Tað er forlagið Cre8, sum gevur "Aftur Nú" út. Savn- ið kostar 125 kr. Nýtt yrkingasavn: "Aftur nú" Í hesum døgum sýnir listamaðurin Øssur Mohr úr Fuglafirði fram í Landsby Galle- riet í Timring, sum liggur við donsku vesturstrondina. Framsýningin hevur verið væl vitjað og heilt fitt av málning- um eru seldir LISTAFRAMSÝNING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Framsýningin hjá Øssuri Mohr læt upp 14. novemb- er, og frá Randi Ottosen, eigara av Landsby Galle- riet frætta vit, at málningar- nir hjá Øssuri taka seg sera væl út í gallerínum. Rætti- liga nógv fólk hava vitjað framsýningina, umframt at lokalu útvarpsrásirnar og bløðini hava sýnt henni stóran áhuga. Føroysk list sum siðvenja Landsby Galleriet í Timr- ing læt upp í 2002, og hev- ur væl og virðiliga fingið fótafesti í danska gallerí- heiminum. Eigarin, Randi Ottosen, hevur allatíðina lagt seg eftir at hýsa bæði viðurkendum og nýggjum listafólkum, og beint nú er hon í ferð við at leggja eina afturvendandi árliga før- oyska framsýning til rættis. Áhugan fyri føroyskari list hevur Randi Ottosen eftir pápan, sum hevið gallerí "M" í Keypmanna- havn, har hann í 60-70un- um gjørdi tað til siðvenju javnan at hava føroyskar listaframsýningar. Tað er hesa siðvenju Randi Otto- sen nú tekur upp aftur og í løtuni leitar hon eftir áhugaverdum føroyskum listafólkum til næstu árligu føroysku framsýningina, sum letur upp í novembur næsta ár. So um onkur før- oyingur hevur áhuga, er bara at lata frætta frá sær, sigur Randi Ottosen, sum eisini starvast sum listaum- mælari á Kunsavisen. Framsýningin hjá Øssur í Landsby Galleriet er opin til 9. januar 2005. Unn í Dali roynir seg fyri fyrstu ferð alment sum yrkjara við savninum "Aftur Nú", sum kom út leygardagin Øssur Mohr í Landsby-Galleriet Tveir morgnar í farnu viku hoyrdu suður- oyingar flogfar flúgva inni ímillum húsini. Men so galið varð tað kortini ikki, siga bæði flogvøllurin í Vágum og Færøernes Kom- mando FLOGFERÐSLA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tvær ferðir í farnu viku upplivdu suðuroyingar eitt løgið fyribrigdi. Tað var mest í Sumba, men eisini í Vági, at fólk vóru varug við hetta fyribrigdi. Báðu ferðirnar hoyrdu fólk eitt flogfar, sum fleyg óvanliga lágt. Fyrru ferðina var týsmorgunin klokkan 6.30 og aðru ferðina var hósmorgun klokkan 6.20. Flogfarið larmaði so illa, at fleiri vaknaðu av tí og summi fóru eisini út fyri dyr at vita, hvat var áfatt. – Tað larmaði so illa, at tað ljóðaði sum um tað fleyg ímillum húsini, sigur ein sumbingur, sum vakn- aði hesa náttina. Hann sigur, at hann ivað- ist ikki í, at talan var um eitt flogfar í neyð og hann stóð bara og bíðaði til hann hoyrdi, at tað brast. Men so fjaraði ljóðið burtur aftur, uttan at nakað hendi. Sama skilið var hósmorg- unin. Aftur hesuferð fleyg eitt flogfar so lágt, at fólk stúrdu fyri, at tað fór at detta niður. Ein, vit tosaðu við, hugdi enntá eftir klokkuni fyri at kunna staðfesta heilt ná- greiniliga, nær vanlukkan hendi. Men heldur ikki hesuferð hendi tíbetur nakað og ljóð- ið fjaraði burtur aftur av sær sjálvum. Ikki so galið Tað var nú ikki heilt so galið, sum suðuroyingar halda. Bæði á flogvøllinum í Vágum og á Færøernes Kommando siga tey, at tað, sum sumbingar og vág- bingar siga, passar væl við teir upplýsingarnar tey hava um flogf'ør yvir Føroyum. Bæði flogvøllurin og Færøernes Kommando siga, at akkurát hesar klokkutíðir fleyg eitt farmaflogfar yvir syðra parti í Føroyum. Men tað var ikki so lágt, sum suðuroyingar hava mett. Flogfarið fleyg nevni- liga 26.000 føtur uppi, tað er í 8,7 kilometra hædd. Hetta var eitt farma- flogfar, men hvør hevur leigað tað vita tey ikki. Tey vistu heldur ikki tá, hvaðani tað kom, og hvagar tað var á veg. Men talan er um eitt "Antonov An 12" skrúvu- flogfar, sum er bygt í Ukreina. Tað hevur fýra motorar og larmar illa. Somuleiðis heldur Fær- øernes kommando, at serlig viðurskifti í luftini og fjøll- ini kunnu hava gjørt, at ljóðið hoyrdist serliga væl hesar báðar morgnarnar. Men onkur stuttligur sumbingur helt so fyri, at hoyrdust flogfarið tað so væl, hóast tað fleyg yvir átta kilometrar uppi, má hol heilt bestemt hava verið á útstoytinum..... Oyruni lumpaðu suðuroyingar Tað var eitt flogfar av hesum slagnum, sum órógvaði suðuroyingar tvær ferðir í síðstu viku. Men tað fleyg ikki heilt so lágt, sum fólk halda