týsdagur 7. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 7. desember 2004
5
Trý fólk á
skaðastovuna
Um midnáttarleitið fríggja-
kvøldið hendi eitt ferðslu-
óhapp í miðbýnum í Havn.
Ein bilur kom oman eftir
Bøkjarabrekku og ein ann-
ar niðan eftir Niels Fin-
sensgøtu. Hesin seinni bil-
urin koyrdi beint út fyri
tann, ið kom oman eftir
Bøkjarabrekku og stoyturin
var ógvusligur. Trý fólk
vórðu flutt á Landssjúkra-
húsið. Tann eini persónurin
varð innlagdur til observa-
tión, meðan hini báðir
sluppu heim. Bilarnir fingu
stóran skaða, og Sløkki-
liðið flutti teir burtur.
- sae –
Herverk á skúlar
Løgreglan í Havn fekk frá-
boðan um herverk á Argja
skúla. Fráboðanin kom
leygardagin, og talan var
um ein brotnan rút. Ein rút-
ur varð somuleiðis brotin í
Venjingarskúlanum. Blóð-
spor vóru at síggja inni í
skúlanum, men ongi tekin
vóru tó um, at nakað var
stolið.
Annars sigur vakthav-
andi, at tað ikki vóru so
nógvir trupulleikar av full-
um fólki um vikuskiftið.
– Leygarkvøldið var eitt
jólafrokostkvøld,
men
hóast tað var ikki meira at
gera enn eitt vanligt leyg-
arkvøld, sigur vakthavandi.
Ein varð tikin inn á
støðina at sova rúsin av
sær, og løgreglan koyrdi
eisini fleiri heim.
- sae –
Mistu streymin
Sunnumorgunin
varð
Sløkkiliðið
sent
út
á
Landavegin í Havn, tí eldur
var í einum el-skápi. Talan
var um eitt skammlop, og
neistarokið stóð frá tí.
Nøkur húsarhald í økinum
mistu streymin, men fingu
hann tó skjótt aftur.
Í Klaksvík var eisini ein
lítil eldsbruni fráboðaður
um vikuskiftið. Eldur var
komið í eitt lampustað tíð-
liga sunnumorgunin í ein-
um sethúsum. Tað kundi
staðist stórur skaði av tí,
men tíbetur varnaðist húsa-
eigarin, at ein sikring brast
og luktin. Hann fekk sær
fatur á einum eldsløkkjara
og fekk fyribyrgt eldsbrun-
anum, áðrenn Sløkkiliðið
kom á staðið.
- sae –
Bilstuldur
Sunnudagin fekk løgreglan
í Klaksvík fráboðan um, at
ein bilur var stolin. Eigarin
fann tó bilin aftur sjálvur.
Hann stóð í grótbrotinum í
Norðdepli.
Á setrinum í bilinum lá
ein rifla, tá hann varð
stolin, men hon var ikki í
bilinum, tá eigarin fann
hann aftur. Tjóvurin hevði
tikið hana við sær, tá hann
fór úr bilinum. Løgreglan
fann út av, hvør tjóvurin
var, og hann verður ákærd-
ur fyri at hava stolið lykl-
arnar til bilin, bilin sjálvan
og at hava koyrt uttan
koyrikort. Hartil verða
bæði tjóvurin og bileigarin
ákærdir fyri brot á vápna-
lógina.
– Tað krevst eitt serligt
loyvi til at eiga riflu. Tjóv-
urin verður so ákærdur fyri
at hava tikið hana, og
bileigarin fyri at hava latið
hana ligið í bilinum. Tað er
jú heldur ikki lógligt, men
tíbetur var riflan ikki lødd,
sigur vakthavandi í Klaks-
vík.
Tveir bilar vórðu stolnir í
Eysturoynni um vikuskift-
ið. Fríggjakvøldið varð ein
vøruvognur
stolin
í
Norðragøtu. Hesin varð
funnin aftur á Skálatrøð í
Havn
sunnukvøldið.
Bilurin var punkteraður,
men annars var ongin skaði
á honum. Sunnu-náttina
varð ein bilur stolin í
Fuglafirði, og hann var
funnin aftur seinni sunnu-
dagin í Fuglafirði. Nakað
av skaða var á bilinum.
Løgreglan veit ikki, hvør
hevur stolið hesar bilarnar.
- sae –
Seint í hesu vikuni
letur eitt nýtt pizzaria
upp í Klaksvík. Pizza
67 hevur leigað hølini
frá Michael Olsen á
Fornagørðum, og
ætlanin er fyrst og
fremst at satsa upp á
tey, ið ynskja matin
koyrdan heim
PIZZARIA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Í endanum av
hesari vikuni kunnu klaks-
víkingar fara inn á tað
næsta pizzaria, sum letur
upp í býnum. Aðrar matsøl-
ur hava eisini pizza til sølu,
men tað eru tvey matstøð,
sum leggja seg mest eftir at
selja pizza. Enn er tó ikki
heilt greitt, hvønn dag í
vikuni tað letur upp, men
tað er heilt víst, at tað
verður í hesi vikuni.
Teir báðir Høskuldur
Pálsson
og
Hallbjørn
Thórsson, sum eiga Pizza
67 í Havn siga, at teir longi
hava hugsað um at víðka
um teirra virksemi. Pizza
67 hevur nú verið í Havn í
seks ár, men teir hugsaðu
ikki fyrst og fremst um
Klaksvík, tá ætlanin um at
víðka virksemið av fyrstan
tíð kom fram.
– Men vit hava so verið
her norðuri og hugt okkum
um og leitað eftir hølum.
Tað eru góðir møguleikar í
hesum hølunum, sigur Høs-
kuldur.
Hølini eru gjørd soleiðis,
at tað ber til at standa inni
og eta, um ein ynskir tað,
men ongi borð ella stólar
eru til taks.
Teir fara í fyrstu atløgu
ikki at satsa upp á kundar,
sum koma inn at eta, siga
teir báðir, men heldur upp á
útkoyring, sum ikki er so
vanlig í Klaksvík. Ætlanin
er, at treytað av at fólk
keypa fyri meira enn 100
krónur, so kunnu tey fáa
matin koyrdan heim til sín,
um tey ynskja tað.
Men tó so - okkurt um
tíggju fólk kunnu standa
inni í hølunum og eta sam-
stundis.
Broytingarnar í mun til
hvussu tað sá út, meðan
Michael hevði café og grill,
eru stórar. Øll caféin er
broytt, so at ein stórur part-
ur av henni er farin til
køkin, meðan hin parturin
verður staðið, har fólk
kunnu standa og eta. Onki
er broytt í erva, men tey
hølini kemur Pizza 67 ikki
at nýta, sambært teimum
báðum Høskuldi og Hall-
bjørn.
Teir halda ikki, at mark-
naðurin sum er, er stórur í
Klaksvík, men tað vænta
teir kemur.
– Tað tekur tíð at venja
fólk, men tað kemur nokk,
siga teir og leggja afturat, at
desember er ein góður
mánaður at lata upp í, tí tá
eru fólk ofta sera upptikin
og hava ikki so góðar
stundir til at gera mat.
Pizza 67 letur sum sagt
upp hósdagin. Opið verður
frá klokkan 17 til 23 ger-
andisdagar og frá klokkan
17 til 05 leygar- og sunnu-
nátt.
Pizza 67 letur upp í Klaksvík
Á fundi hóskvøldið skipaði
komandi bygdarráðið í
Svínoy seg við Eyðuni
Jacobsen sum borgarstjóra í
Svínoy eftir 1. januar.
Næstformaður
verður
Jógvan Edmund á Geilini,
meðan triði limurin er
Jakoba Bech. Hon er ný-
vald, meðan hinir báðir eru
afturvaldir. Pól Sunds-
skarð, sitandi borgarstjóri,
valdi ikki at stilla upp aftur
til kommunuvalið, og fer
hann sostatt frá tann 31.
desember.
Í
tíðindaskrivi
sigur
nýggja bygdarráðið, at tey
ynskja at takka øllum, sum
vóru við til at velja kom-
andi bygdarráðið.
- sae -
Svínoyar bygdarráð skipað seg
Pizza 67 letur nú upp pizzaria á Fornagørðum í Klaksvík, har Michael Olsen í mong ár hevur
havt grill og café. – Vit fara at leggja okkum eftir at koyra matin út til fólk, siga teir báðir
Høskuldur og Hallbjørn, sum eiga Pizza 67