týsdagur 18. juni 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
Kommunur og kunningarstovur
kunnu søkja um ferðavinnustuðul
til almennar verkætlanir
Nú er aftur møguligt at søkja um fíggjarligan stuðul til almennar
verkætlanir, ið kunnu hækka støði og skipa ferðavinnuna kring
landið betri.
Umsóknartreytir:
Íløgan skal hava eitt alment endamál og vera ein ágóði fyri
borgarar og ferðavinnuna á staðnum.
Stuðulin verður í flestu førum latin til alment infrakervi ísv.
ferðavinnuna, t.d. gøtur, útsýnisstøð, dvalavikar, skelting
ella til kunnandi tilfar. Eisini er møguleiki at fáa stuðul
til verkætlanarsett starvsfólk í eitt tíðarskeið, t.d. til at
framleiða eina menningarætan fyri økið, eins og stuðul
kann verða latin til førleiklamennandi endamál.
Stuðul verður sum útgangsstøði latin við støði í krónu-fyri-
krónu meginregluni, ið merkir, at kommunan í minsta lagi
fíggjar helmingin av verkætlanarkostnaðinum.
Tá avgerð um stuðul verður tikin, verður atlit tikið til:
1. Hvussu stórir menningarmøguleikarnir eru í mun til
ferðavinnuna
2. At talan er um eina burðardygga verkætlan, ið tekur
atlit til staðbundin viðurskifti
3. At verkætlanin er umhugsað í mun til góðskukrøv, t.d.
í mun til val av tilfari og staðseting
4. At stuðulin, so væl sum til ber, verður býttur út á
ymisk øki kring landið
Tað er ein fyrimunur fyri umsóknina, um talan er um
tvørkommunala verkætlan.
Umsóknarfreist:
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. Juni.
Umsóknir skulu sendast til info@visitfaroeislands.com.
Umsóknin skal innihalda eina neyva lýsing av verkætlanini,
eina tíðarætlan og eina fíggjarætlan.
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
TØKK
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu, tá ið høgt elskaði maður, pápi,
verpápi og abbi okkara.
Mogens Dahl
f: 29.08 1946 – d: 7.11 2018
andaðist og varð jarðaður
Hjartaliga takka vit øllum, sum vóru um
Mogens, meðan hann var sjúkur.
Hjartalig tøkk til portørar,
sjúkrarøktarfrøðingar og øll starvsfólk á
Suðuroyar Sjúkrahúsi,
fyri alla hjálp og stuðul.
Takk til Jónsvein Bech, prest fyri góð og
troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni.
Takk til kirkjutænarar, berarar, sangarar og
gravarar. Ein serlig tøkk til “Orðið á borðið” í
Frelsunarherinum fyri vakran sang í kirkjuni.
Takk til tey, sum hjálptu til við jarðarferðini
og sum bakaðu til ervið.
Takk fyri heilsanir, peningagávur, blómur og
kransar og til tey, sum lótu eina minnisgávu
til Nýggjársnevndina í Vági. Hjartaliga takka
vit øllum teimum, sum fylgdu Mogens til
hansara seinasta hvíldarstað.
Bestu heilsur
Hermanda
Búi, Karina, Jákup og Bjarta