týsdagur 18. juni 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JUNI 2019
8
6 KJARNUMÁL
Góð og dagførd hagtøl og upplýsing eru ein týðandi fortreyt,
um vit skulu kenna korini hjá føroyskum løntakarum. Skulu vit
betra um arbeiðs- og lønarkor, mugu vit vita, hvussu støðan hjá
løntakarunum í veruleikanum er. Fakfeløgini og arbeiðsgevararnir
eiga at standa fyri einum parti av hesum arbeiðinum. Men tað
almenna og politiska skipanin hava ein týðandi leiklut. Partarnir
á arbeiðsmarknaðinum eru farnir undir eitt útgreiningararbeiði
um løn og arbeiðstíð, eins og ætlanir eru um at gera ein leist til
eina felags almenna lønarskipan. Tað er gott, men harafturat er
avgerandi neyðugt, at serliga Hagstovan í samstarvi við partarnar
á arbeiðsmarknaðinum áhaldandi savnar lyklahagtøl um
arbeiðsmarknaðin og ger regluligar livikorskanningar, sum lýsa
viðurskiftini hjá føroyskum løntakarunum.
Livikorskanningar
um løntakaran
6
Sjálvstýri:
Eitt slíkt mál sum hetta er ein náttúruligur partur av arbeiðinum
hjá Hagstovuni, og tað hevur týdning at Hagstovan er óheft av
serstøkum áhugamálum.
Tjóðveldi:
Holl og áhaldandi dagførd vitan um arbeiðsmarknaðin og tey, ið
har virka, er ein fortreyt fyri øllum betringum arbeiðstakarunum
at frama.
Javnaðarflokkurin:
... politiska skipanin skal játta neyðuga peningin til at fáa
haldgóða og dagførda upplýsing um arbeiðsmarknaðin og
lívskorini hjá arbeiðstakarunum.
Framtakið:
Vit vita at alment arb pláss ikki eru serliga effektiv... Sannleikan
eiga vit aldrin at verða bangin fyri.
Flokkarnir halda:
Tekur flokkur tykkara undir við hesum?
Flokkur
Ja
Lutvíst
Nei
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Sjálvstýri
Tjóðveldi
Framsókn
Miðflokkurin
Framtakið
✓
✓
✓
✓
✓
✓
✓
Starvsmannafelagið heldur:
At politiska skipanin skal raðfesta og játta
pening til at útvega og almannakunngera
haldgóða og dagførda upplýsing um arbeiðs
marknað og lívskor hjá arbeiðstakarunum
Fólkaflokkurin hevur ikki svarað
Fortreyt fyri semju og framstigum
Uttan almenn hagtøl og greiningar av hesum hagtølunum
er tað torført at vita, hvussu ein kann betra um lívskorini hjá
fólki. Hvørjum hava fólk brúk fyri? Hvat er nóg gott? Hvat er
týdningarmest? Á nógvum økjum í Føroyum vita vit hetta
ikki, sum er, og tó at vit í nógvum førum hava tølini, so tróta
greiningar av hesum tølunum.
Vantandi hagtølini hava avbjóðingar við sær á fleiri økjum.
Vantandi hagtøl kunnu gera tað torførari at semjast, tá ið
um ræður samráðingar um lønar- og arbeiðskor. Uttan óheft
hagtøl verður tað skjótt pástandur móti pástandi, har partarnir
halda fast í hvør síni fatan av, hvussu støðan veruliga er.
Framleiðir annar parturin hagtøl, er tað skjótt, at hin parturin
kann pástanda, at tølini eru sett upp fyri at geva øðrum
partinum ein fyrimun, við tí úrsliti, at løntakarin er taparin.
Somuleiðis er tað torført bæði hjá fakfeløgum, arbeiðsgevarum
og politisku skipanini at meta um, hvørji tiltøk tað er, sum ein
skal seta í verk, um ein ikki hevur hagtøl. Uttan tøl verða tað
tey, sum rópa harðast og duga best at koma fram við sínum
sjónarhorni, ið seta dagsskránna. Men tá er torført at vita, um
tey umboða ein størri bólk, ið hevur somu upplivingar og
avbjóðingar. Tey, ið eru ringast fyri og hava mest brúk fyri at
verða raðfest, hava vanliga minst yvirskot og tíð til at gera
vart við, at tey hava brúk fyri betri lívskorum. Uttan greiningar
og frágreiðingar er tað sera torført at koma uttan um hesa
avbjóðingina.
Harumframt er tað torført at meta um, í hvussu stóran
mun tiltøk og semjur ávirka lønar-, arbeiðs- og lívskorini
hjá fólki sum heild, um ein ikki hevur hagtøl. Ein kann røkka
semjum, ein kann seta tiltøk í verk, men ofta hava tey við sær
avleiðingar, sum ein ikki hevði hugsað um, og aðrar tíðir hjálpa
tey ikki, hjálpa ikki rætta bólkinum ella hjálpa ikki í nóg stóran
mun. Hevur ein hagtølini, er hetta skjótt at fanga. Hevur ein tey
ikki, so endar ein skjótt aftur í, at tað verður orð móti orði í eini
ósemju.
Tí eru livikorskanningar ein fortreyt fyri semju og framstigum,
eins og tær somuleiðis kunnu vera ein liður í at tryggja friðin á
arbeiðsmarknaðinum. Alt annað líka er tað lættari at semjast,
um partarnir eru samdir um, hvør avbjóðingin er.
Arbeiðið at fáa hesi tølini til høldar eigur at verða gjørt í
samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.