týsdagur 18. juni 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JUNI 2019
7
6 KJARNUMÁL
Vaksnamannaútbúgving og lívlong læra eru grundarsteinar
undir einum væl virkandi arbeiðsmarknaði. Talgilda samfelagið
fer at seta stór krøv til umstilling og útbúgving, tí nógv størv fara
at hvørva, og nýggj koma í staðin. Sáttmálarnir hava ásetingar
um strategiska førleikamenning av starvsfólkunum. Kanningar
millum álitisfólkini hjá Starvsmannafelagnum benda tó á, at
ásetingarnar um førleikamenning verða ofta ikki hildnar, og
at tað er ein trupulleiki, at arbeiðsplássini ikki hava fíggjarligar
játtanir til vaksnamannaútbúgvingina.
Førleikamenna
starvsfólk
5
Framtakið:
Hettar er lætt at ”misbrúka” á almennum arb plássi. Skeið
osv bara fyri at hava skeið osv.”
Miðflokkurin:
Tí eiga tað almenna og privata vinnulívið at taka lógvatak
og í felag tryggja arbeiðstakaranum hesar førleikar.
Javnaðarflokkurin:
Vaksnamannalæra og førleikamenning eru avgerandi
tættir í sosialdemokratiska vælferðarsamfelagnum. Tí eru
vit sannførd um, at hetta økið skal raðfestast politiskt.
Sambandsflokkurin:
Hetta er neyðugt fyri at tryggja dagførda vitan og
effektivitet í almennu skipanunum, ið skal veita øllum eina
dygdargóða og effektiva tænastu.
Flokkarnir halda:
Tekur flokkur tykkara undir við hesum?
Flokkur
Ja
Lutvíst
Nei
Sambandsflokkurin
Javnaðarflokkurin
Sjálvstýri
Tjóðveldi
Framsókn
Miðflokkurin
Framtakið
✓
✓
✓
✓
✓
✓
✓
Starvsmannafelagið heldur:
At vaksnamannaútbúgving og førleika
menning mugu raðfestast politiskt og skip
ast við lóg, og sum partur av hesum skal
markaður peningur játtast stovnunum, so at
sáttmálaásetingarnar kunnu fremjast í verki
Fólkaflokkurin hevur ikki svarað
Førleikamenning gevur trygd og møguleikar
Komandi tvey áratíggjuni bendir alt á, at ovurstórar broytingar
fara at verða á arbeiðsmarknaðinum kring allan heim. Flestu
metingarnar benda á, at millum ein triðingur og helvtin
av øllum heimsins núverandi størvum fer at hvørva vegna
tøkniliga nýmenning av talgilding og manngjørdum viti.
Hetta merkir tó ikki neyðturviliga eitt arbeiðsloysi upp til 50%,
tí samstundis verða nýggj arbeiðspláss skapt. Avbjóðingin
verður at tryggja, at tey, ið missa arbeiðið, hava førleikarnar til
at arbeiða á nýskaptu arbeiðsplássunum.
Tískil verður neyðugt at uppraðfesta vaksnamannaútbúgving
munandi fyri at tryggja fólk móti arbeiðsloysi. Við løgtingsslóg
um førleikameting, álitinum um vaksnamannaútbúgving og
arbeiðsmarknaðardepil og aðalorðaskiftinum um hetta sama
hevur politiska skipanin sett eina tilgongd í verk rætta vegin.
Men tað er framvegis neyðugt at tryggja, at starvsfólk fáa
kravdu og neyðugu vaksnamannaútbúgvingina, og at politiska
skipanin heldur fast í teimum ætlanum, hon hevur.
Førleikamenning hevur ikki bara við sær, at fólk kunnu standa
ímóti teimum broytingunum, ið eru ávegis, og varðveita sítt
búskaparliga lívsgrundarlag. Førleikamenning hevur eisini
við sær, at fólk kunnu átaka sær nýggjar fakligar avbjóðingar,
eins og tær tryggja, at arbeiðspláss altíð hava starvsfólk við
teimum kvalifikatiónunum, sum tørvur er á. Sostatt loyvir
tað bæði tí einstaka at menna seg og átaka sær meira
spennandi uppgávur, um ynski er um tað, og tað gevur
arbeiðsplássum starvsfólk við nýggjum førleikum, sum longu
hava bakgrundsvitan og kenna arbeiðsplássið. Harumframt
vísa kanningar eisini, at førleikamenning í sjálvum sær er góð
fyri trivnaðin og nøgdsemið hjá starvsfólkum.
Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava longu viðurkent tørvin
á førleikamenning, við at tað eru ásetingar um strategiska
førleikamenning í sáttmálunum. Fyri at hetta verður til
veruleika, so krevur tað tó, at tað ikki bara er nakað, sum
ein semist um til samráðingar, men at politiska skipanin
eisini vísir hetta í verki við at skipa førleikamenning og
vaksnamannaútbúgving við lóg og játta og marka pening til
stovnar, so at sáttmálaásetingarnar kunnu fremjast í verki.
Lesið øll svarini í fullum líki á www.starvsmannafelag.fo