Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-18, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2019síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 JÓANSØKA SO VERÐUR JÓANSØKA Tað hevur enn einaferð eydnast at skipa eina spennandi og forvitnisliga skrá fyri jóansøkuna á Tvøroyri Vilmund Jacobsen Jóansøka verður á Tvøroyri kom­andi vikuskiftið, 20-23. juni. Tá verður mangt ymiskt á skránni, og í Tvøroyrar komm­ unu hava tey gjørt sítt fyri at savna alla kunning í eina spenn­andi, fjølbroytta og for­ vitnis­liga skrá. - Tað er okkara vón, at Tvør­ oyri verður karmur um eina góða og minningarríka stevnu. Í Tvøroyrar kommunu siga tey seg vóna, at alt, sum er ætlað at mynda skránna á jóan­søku í ár, er komið við. - Men, um okkurt er, sum ligg­ur eftir, eru fólk vælkomin at boða frá. Í vikuni fara tey í Tvøroyrar kommunu at greiða nærri frá ymisku tiltøkunum, og kunnað verður um hesi á heimasíðuni www.tvk.fo Dyrnar eru opnar - Vit hava altíð raðfest ítróttin høgt. Tað var jú her, at grundarsteinurin undir allan føroyskan ítrótt varð lagdur, og uttan ítrótt høvdu Tvøroyri og allar Føroyar verið fátækar, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri Vilmund Jacobsen - Tað er ein stórur heiður hjá Tvøroyrar kommunu at verða vertur fyri tjóðarhátíð suð­ur­ oyinga, jóansøkuni. Henda stevna gongur nú móti teim­ um hundrað árunum, og øll hesi ár hava bygdirnar, Tvør­ oyri og Vágur, í sátt og semju skipað fyri. Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar komm­unu, sum vísir á, at jóan­ søka er triðja summarstevnan í røðini. - Men, summarstevnurnar hava tað sera trupult, tí tað er hørð kapping við festivalarnar. Jóansøkan er eisini eitt sindur fyrr í ár enn undanfarnu ár. Orsøkin er kappingin við Vox­ botn, sum dregur ógvuliga nógv­an ungdóm úr Suð­ur­ oynni til sín. Nú eru tiltøkini ikki sama vikuskifti, so vón­ andi verður ungdómurin ver­ andi í Suðuroynni á jóansøku. Borgarstjórin vísir á, at eitt, sum altíð hevur sermerkt jóan­søkuna, eru tær nýklaktu pis­urnar, men hesa vøkru sjón sleppa stevnugestirnir tíverri ikki at síggja í ár. - Nú í eina tíð hava vit havt nógv starvsfólk til at fríðka um býin, eins og fólk sjálvi hava fríðkað um sínar ognir. Kristin Michelsen vísir á, at Tvøroyri altíð hevur raðfest ít­ róttin høgt, og hevur ítrótturin á staðnum eisini eina sera ríka og søguliga mentan. - Her varð jú grund­ar­stein­ urin undir allan føroyskan ít­ rótt lagdur, og uttan ítrótt høvdu Tvøroyri og allar Før­oy­ ar verið fátækar. Borgarstjórin vísir á, at hó­ ast Tvøroyri ikki hevur havt so stór­an inntøkuvøkstur og fólka­vøkstur, sum flestu økir í land­inum hava havt seinnu ár­ ini, so hevur Tvøroyri hóast alt bæði inntøkuvøkstur og rætti­ liga stóran fólkavøkstur. Nógv at fara til Jóansøkuskráin er bæði drúgv og góð, og her er nógv at fara til. - Gestablídnið hevur ong­ antíð skortað hjá suð­uroy­ing­ um, og her standa allar dyr opn­ar. Vegna okkara komm­ unu vil eg takka øllum, sum fyri­reika jóansøku og øllum teim­um, sum hava tiltøk – tað veri seg bæði ítróttarlig, ment­ an­arlig, andalig og nógv onnur tiltøk. Sum borgarstjóri, bjóðar Krist­in Michelsen vegna komm­ ununa eisini øllum at vera hjartaliga vælkomin á jóan­ søku á Tvøroyri. - Tað er mítt ynski, at veðrið verður við okkum á stevnuni – og at øll kunnu fara til húsar aftur við góðum minnum frá jóansøkuni 2019, sigur Kristin Michelsen.   - Tað er okkara vón, at Tvøroyri verður karmur um eina góða og minningarríka stevnu