týsdagur 18. juni 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
mallur á báti út fyri Svínoyarvík.
Heri Joensen, prestur og svín
oyingur, lýsti signingina og greiddi
millum annað frá um kumpassina,
sum hann hevur í varðveitslu, og
sum er serlig á tann hátt, at í
tveimum førum hava ættarmenn
hjá Hera havt hana við sær, tá ið
teir gingu burtur.
Listarmaðurin Edward Fuglø
greiddi frá um minnisvarðan.
Frá byrjan fekk eg fríar teymar,
og minnisvarðanevndin hevur alla
tíðina verið jalig og opin fyri
mínum hugmyndum, sjálvt um
tær
ikki
júst
hava
verið
siðbundnar, men heldur hava ligið
á einum meira alternativum bógvi.
Skjótt hugsaði eg um havið, sum
hevur givið okkum føroyingum so
nógv, men so sanniliga eisini tikið.
Tilfar og skap á minnisvarðanum
skuldu tillagast hvørt øðrum fyri
at undirbyggja hugsjónina um hav
og vatn.
Og tilfarið bleiv speglpolerað
stál, sum tamt í rundar formar,
kann síggja út sum vatn og sum
speglar bæði himmal og jørð, og
alt
har
ímillum.
Nágreiniliga
skapið á minnisvarðanum er ein
døggdropi, sum ofta sæst í bønum
tíðliga á morgni ella eina summ
arnátt
sum
náttardøgg.Hesin
døggdropin er so, myndaliga tala,
lagdur undir sjóneyku og liggur nú
ovurstórur her í bønum.
Tá ið vit hyggja nærri at hesum
døggdropanum, sum eins væl
kundi verið ein dropi í havinum
ella
kanska
eitt
tár,
gera
speglingarnar at ein heilur heimur
letur
seg
upp
í
rundaða
stálinum. Ein vatn-sfera. Serlig
skap koma til sjóndar í stálinum:
ein fevnandi vongur, bylgjur og
borðini á einum føroyskum báti,
ella hvat nú letur seg upp fyri tí
einstaka. Innan list kallast eitt
hugtak Land Art. Landslagið og
umhvørvið spæla tá ein tíðandi
leiklut saman við listini, og er tað
eisini galdandi her.
Dropi í lívsins havi liggur á
einum lítlum teigi í bygdini við
býlinginum Úti á Bø í baksýni.
Lendið
er
so
óviðgjørt
sum
møguligt fyri at styrkja kon
trastina í millum tað heimliga og
so
hetta
fremmandalikam,
ið
komið er her at liggja.
Minnistalvan er gjørd í strong
um skapi og úr skornum før
oyskum gróti, sum er mattslípað.
Og soleiðis spælir matta talvan
upp
ímóti
runda
og
blanka
dropanum. Heildarmyndin ella
konseptið, tað við at staðseta, ella
goyma kundi man eisini sagt, ein
slíkan gimstein á eini fjarðari
útoyggj í Føroyum, spælir eisini
ein stóra leiklut.
Hesin dropin liggur ikki á
alfaravegi, tú mást á ferð, vilt tú
finna
hann.
Sjálvandi
er
minnisvarðin
fyrst
og
fremst
ognaður teimum, sum eru nevnd á
minnistalvuni. Hóast hetta, so
útilokar Dropin ikki hin einstaka
ella fremmanda, sum helst eisini
hevur mist ella ber onkra sorgina.
Tá ein so vitjar her ein vanligan
dag, meira ella minni í einsemi,
dvøljandi og reflekterandi við
minnisvarðan, verður ein í spegils
myndini av sær sjálvum kanska
mintur á at ein, tá alt kemur til alt,
kanska ikki er so nógv meira enn
ein dropi í lívsins havi.
Minnisvarðin er eitt verk sum
umboðar sorgina, men í sorgini
býr eisini vónin, og sjálvt um
onkur ikki kom aftur, men hvarv í
dýpinum, trúgva vit at hesin er
fevndur av stóra altinum ella
komin í aðra trygga havn. Og so
eru bert minnini eftir, tey mangan
dýrabæru minnini, ið eru at líkna
við glógvandi gimsteinar, sum ein
ber við sær á lívsleiðini. Eins og
her í Svínoy, í bygdini sum var, í
bygdini sum er, og í bygdini sum
fer at verða - bar, ber og fer hon nú
at bera minnini við sær í glógvandi
dropanum á teiginum Úti á Bø.
At enda ein sálmur úr Halgu
bók, sum eftir mínum tykki hóskar
sera væl til Dropan í lívsins havi
og tað, ið hann umboðar. Sálmur
17.8: "Varðveit meg sum eygnastein
Tín, fjal meg í veingjaskugga Tín
um."
SØLA AV
STUTTLEIKABÁTI
OG MERCEDES BILI
Vegna konkursbúgv, verður stuttleikaskipið
“WHITE PRINCESS” og ein hvítur Mercedes
E350 persónbilur lýst til sølu.
Sambært tí upplýsta, er skipið bygt í 1989
á skipasmiðjuni Fairline Boats Ltd. og hevur
Volvo Penta motor. Skrásett longd 10,950
m., breidd 3,860 m. og dybd 2,310 m. Brt.
14,90 tons og Nrt 4,40 tons.
Mercedes bilurin er frá 2013 og hevur koyrt
107.159 km.
Skipið og bilurin standa á bryggju hjá Faroe
Ship í Havn og verða seld sum tey eru.
Skipið og bilurin kunnu síggjast eftir nærri
avtalu.
Fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni
www.ogn.fo.
Tað stendur konkursbúnum frítt fyri at velja
og vraka millum innkomin boð, harundir ikki
at selja/avhenda.
Áhugað kunnu venda sær til:
Inga Højgaard, adv. ih@lawfirm.fo ella fartlf.
503064
ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4
YVIRI VIÐ STROND 4
BOKS 359 · 110 TÓRSHAVN
TLF. 203040, FAX. 203041
E-MAIL: LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
m tignarligan varða